Munurin millum rættingarnar hjá "Rebekka Fuglø"
EileenSanda (kjak | íkøst) s →2010 |
EileenSanda (kjak | íkøst) sNo edit summary |
||
Linja 28: | Linja 28: | ||
[[Bólkur:Føroyskir rennarar]] |
[[Bólkur:Føroyskir rennarar]] |
||
[[Bólkur:Føðingar í |
[[Bólkur:Føðingar í 1993]] |
Endurskoðan frá 17. jul 2013 kl. 22:26
Rebekka Fuglø (fødd 1993) er ein føroyskur rennari, sum rennur fyri Treysti úr Klaksvík, Føroyar og danska felagið Vejle IF. Hon gjørdist danmarksmeistari í 800 m og 1500 m bæði innandura og uttandura í 2011.[1] Hon luttók á Oyggjaleikunum í 2009 og 2011, seinnu ferðina kom hon í finalur, men vann onki heiðursmerki, hon setti tó nýtt føroyskt met í 800 m renning við tíðini 2.19,58, gamla metið átti Bjørk Herup Olsen.[2] Rebekka vann FM í Cross renning 2012 (8 km) við tíðini 40 minuttir og 31 sekund.[3] Guttorm Sørensen er venjari hjá Rebekku.[4]
Lívsleið innan renning
2012
Rebekka Fuglø vann silvur í 1500 innandura renning til DM gentur 18-19 ár.[5]
DMU 2011
- Gull - 800m við tíðini 2.18.32 (uttandura)
- Gull - 1500m við tíðini 4.47.50 (uttandura)
- Gull - 800m við tíðini 2.26.18 (innandura)
- Gull - 1500m við tíðini 4.49.21 (innandura)
FM 2011
Rebekka Fuglø luttók í fýra kappingum til FM á Tórsbreyt í august 2011. Hon vann tær allar. Greinar og vinnarartíðirnar hjá henni vóru:[6]
- Gull - 200m við 29,37 sek.,
- Gull - 400m við 66,12 sek.,
- Gull - 800m við 2:31,10 min.
- Gull - 1.500m við 5:35,92 min.
2010
Rebekka gjørdist nummar tvey hjá kvinnunum í samlaðu vetrarrenningini 2009/10. Hon gjørdist nummar tvey bæði í opna bólkinum og í bólkinum hjá kvinnuunglingum. Bert Bjørk Herup Olsen rann skjótari.[7]
Keldur
- ↑ Statletik.dk Rebekka Fuglø -1993 - Vejle IF
- ↑ Athletics.fo Rebekka Fuglø í finaluna við føroyskum meti!
- ↑ Torsportal.fo Marnar og Rebekka føroyameistarar í Cross renning
- ↑ Picaseweb.google.com DMU 2011 i Odense
- ↑ Mars.net.dk
- ↑ Nordlysid.fo 8 FM-gull til Rebekku og Marnar
- ↑ Nordlysid.fo Gutti og Bjørk vunnu Vetrarkappingina