Munurin millum rættingarnar hjá "Wilhelm II týskur keisari"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 79 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q2677 (translate me)
Diupwijk (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 11: Linja 11:
Tað, sum fólk mintust Wilhelm best fyri, var stremban hansara eftir at menna og nýtíðargera [[Týskland|týska]] herflotan. [[Ongland]] var tað landið, sum ráddi á heimsins høvum, men Wilhelm vildi, at [[Týskland]] skuldi vera fremri. Og haraftrat hava fleiri [[Hjáland|hjálond]] enn [[Ongland]]. Sum heild metti Wilhelm [[Ongland]] vera tann kappingarneytan, ið tað ráddi mest um at vinna á. Hetta hóast hann hámetti [[Ongland]] og ofta vitjaði skyldfólkini í [[Stóra Bretland|enska]] kongshúsinum. [[Victoria drotning]] var omma hansara.
Tað, sum fólk mintust Wilhelm best fyri, var stremban hansara eftir at menna og nýtíðargera [[Týskland|týska]] herflotan. [[Ongland]] var tað landið, sum ráddi á heimsins høvum, men Wilhelm vildi, at [[Týskland]] skuldi vera fremri. Og haraftrat hava fleiri [[Hjáland|hjálond]] enn [[Ongland]]. Sum heild metti Wilhelm [[Ongland]] vera tann kappingarneytan, ið tað ráddi mest um at vinna á. Hetta hóast hann hámetti [[Ongland]] og ofta vitjaði skyldfólkini í [[Stóra Bretland|enska]] kongshúsinum. [[Victoria drotning]] var omma hansara.


Á sumri [[1914]] brast krúttunnan, sum setti eld í [[Evropa]]. [[Morðið í Sarajev]]o á [[Eysturríki|eysturríkska]]-[[Ungarn|ungarska]] trónarvingin, [[Franz Ferdinand]] av [[Habsburg]], var tann hendingin, sum festi í fjúsið. Wilhelm [[keisari]] stuðlaði [[Eysturríki-Ungarn]]. Og hann varð seinni lagdur undir at hava høvuðsábyrgdina av teim ræðuligastu hendingunum, heimurin inntil tá hevði sæð. Um hann vildi kríggj beint tá, verður enn nógv kjakast um, men [[1. veraldarbardagi]] varð ein veruleiki.
Á sumri [[1914]] brast krúttunnan, sum setti eld í [[Evropa]]. [[Morðið í Sarajev]]o á [[Eysturríki|eysturríkska]]-[[Ungarn|ungarska]] trónarvingin, [[Franz Ferdinand]] av [[Habsburg]], var tann hendingin, sum festi í fjúsið. Wilhelm [[keisari]] stuðlaði [[Eysturríki-Ungarn]]. Og hann varð seinni lagdur undir at hava høvuðsábyrgdina av teim ræðuligastu hendingunum, heimurin inntil tá hevði sæð. Um hann vildi kríggj beint tá, verður enn nógv kjakast um, men [[Fyrri veraldarbardagi|1. veraldarbardagi]] varð ein veruleiki.


[[Bólkur:Týskarar]]
[[Bólkur:Týskarar]]

Endurskoðan frá 10. jul 2013 kl. 19:58

Wilhelm II (1859-1941). Týskur keisari 1888-1918. Tann seinasti á týsku trónuni.

Wilhelm II (27. januar 18594. juni 1941) var týskur keisari 1888-1918. Tann 27. januar 1859 var seinasti týski keisarin, Wilhelm II, borin í heim. Føðingin var ikki uttan trupulleikar, og hóast har vóru bæði jarðamøður, týskir og enskir læknar til staðar, bíðaðu tey til síðstu løtu at hjálpa til við burðinum. Í verðina kom tann lítli prinsurin við einum lamnum armi – eitt brek, ið hann bar bæði sum barn og tilkomin. Ikki ein forðing kortini tá talan var um vald og mæti.

Barnaár Wilhelms vóru serstøk. Og helst einki undatak, tí tað munnu tey helst hava verið hjá flestu børnum í slíkum mæti. Prinsurin fekk lærdóm og uppaling hjá einum ógvuliga striksum húslærara, sum ikki einans gav bókligan lærdóm, men eisini royndi at lekja lamna armin. Og tað fór ikki altíð tespiliga fram fram. Ein vavstur av venjingum, heilivági og pátrúgv. M.a. kann nevnast, at prinsurin hvønn dag skuldi stinga armin inn í eina nýfletta kanin.

Wilhelm fær útbúgving sum heryvirmaður og verður vandur saman við hinum meinigu hermonnunum. Og tað var ikki lætt, tá ein er smádrongur um tíggju ára aldur. Sjálvsálitið var ikki stórt heldur orsakað av viðfødda brekinum og haraftrat gremjing frá móðurini, at tað skuldi vera hon, sum hevði sett hann í verðina. – Hann fekk seinni eisini lærdóm í rættar- og samfelagsvísindi. Wilhelm giftist í 1881 við Augustu Victoriu av Slesvík-Holstein-Sønderborg-Augustenborg. Hon var dóttir Ernst Günther hertoga, sum var við at íbirta slesvíkska-holsteinska kríggið í 1848. Týsku keisararnir eins og onnur kongs- og fúrstahús í Evropa vóru av Hohenzollern-ættini.

Í 1888 doyr Wilhelm keisari I, ið var abbi Wilhelm II. Faðirin, Friedrich III, verður nýggjur týskur keisari. Men Friedrich var heilsuveikur. Hann hevði krabbamein í barkanum. Og hóast vermóðirin, Victoria drotning í Bretlandi, royndi at hjálpa honum við sínum kønastu læknum, doyr hann eftir einans 9 mánaðir á trónuni.

Wilhelm II setist á trónuna í 1888 sum keisari av Týsklandi og kongur av Proysen. Henda stjórnartíðin var nógv merkt av politikkinum hjá Otto von Bismarck, kanslara – bæði innanríkis og uttanríkis. Men Wilhelm keisari skúgvar hann til viks og heldur seg vera føran fyri at ráða einsamallan. Ein kend tekning lýsir hesi viðurskiftini: »Loðsurin leggur frá borði«. Loðsurin er Bismarck. Fram á lúnningina hellir seg kapteynurin – keisarin sjálvur. Hetta gekk tó ikki sum fótur í hosu hjá Wilhelm. Fleiri mistøk vórðu gjørd, men tað, sum bjargaði Týsklandi, var at ídnaðurin var í stórari menning um hetta mundið. Tað, sum fólk mintust Wilhelm best fyri, var stremban hansara eftir at menna og nýtíðargera týska herflotan. Ongland var tað landið, sum ráddi á heimsins høvum, men Wilhelm vildi, at Týskland skuldi vera fremri. Og haraftrat hava fleiri hjálond enn Ongland. Sum heild metti Wilhelm Ongland vera tann kappingarneytan, ið tað ráddi mest um at vinna á. Hetta hóast hann hámetti Ongland og ofta vitjaði skyldfólkini í enska kongshúsinum. Victoria drotning var omma hansara.

Á sumri 1914 brast krúttunnan, sum setti eld í Evropa. Morðið í Sarajevo á eysturríkska-ungarska trónarvingin, Franz Ferdinand av Habsburg, var tann hendingin, sum festi í fjúsið. Wilhelm keisari stuðlaði Eysturríki-Ungarn. Og hann varð seinni lagdur undir at hava høvuðsábyrgdina av teim ræðuligastu hendingunum, heimurin inntil tá hevði sæð. Um hann vildi kríggj beint tá, verður enn nógv kjakast um, men 1. veraldarbardagi varð ein veruleiki.