Munurin millum rættingarnar hjá "Hanus G. Johansen"
Content deleted Content added
EileenSanda (kjak | íkøst) |
EileenSanda (kjak | íkøst) sNo edit summary |
||
Linja 1: | Linja 1: | ||
[[Mynd:Hanus G Johansen a Faroese Singer and Composer.jpg|thumb|Hanus G. Johansen syngur í [[Stóra Pakkhús|Stóra Pakkhúsi]] í [[Vágur|Vági]] í 2010.]] |
[[Mynd:Hanus G Johansen a Faroese Singer and Composer.jpg|thumb|Hanus G. Johansen syngur í [[Stóra Pakkhús|Stóra Pakkhúsi]] í [[Vágur|Vági]] í 2010.]] |
||
'''Hanus Gerdum Johansen''', best kendur sum Hanus G. ella Hanus G. Johansen, er føddur í [[Klaksvík]] [[18. juni]] [[1950]]. Hann er kendur sum vísusangari og hevur millum annað tulkað [[Noreg|norska]] yrkjaran [[Jakob Sande]]. Hann framførir onkuntíð við [[Aldubáran|Aldubáruni]] og hevur eisini sungið saman við [[Frændur|Frændum]]. Í [[1998]] var hann [[Føroyar|føroyskt]] innslag á mentanartiltaki í økinum kring [[Flekkefjord]] í [[Noreg]]i. Hanus er eisini kendur fyri at tulka yrkingarnar hjá kenda føroyska skaldinum [[Poul F. Joensen]]. Hanus hevur gjørt lag til fleiri av yrkingunum hjá Poul F. Hann gav út LP og kasettuband í 1988, sum nevndist "Gaman og álvara - Hanus syngur Poul F." Henda útgáva kom út sum |
'''Hanus Gerdum Johansen''', best kendur sum Hanus G. ella Hanus G. Johansen, er føddur í [[Klaksvík]] [[18. juni]] [[1950]]. Hann er kendur sum vísusangari og hevur millum annað tulkað [[Noreg|norska]] yrkjaran [[Jakob Sande]]. Hann framførir onkuntíð við [[Aldubáran|Aldubáruni]] og hevur eisini sungið saman við [[Frændur|Frændum]]. Í [[1998]] var hann [[Føroyar|føroyskt]] innslag á mentanartiltaki í økinum kring [[Flekkefjord]] í [[Noreg]]i. Hanus er eisini kendur fyri at tulka yrkingarnar hjá kenda føroyska skaldinum [[Poul F. Joensen]]. Hanus hevur gjørt lag til fleiri av yrkingunum hjá Poul F. Hann gav út LP og kasettuband í 1988, sum nevndist "Gaman og álvara - Hanus syngur Poul F." Henda útgáva kom út sum fløga (CD) 20 ár seinni í 2008.<ref>[http://rateyourmusic.com/release/album/hanus_g__johansen/gaman_og_alvara___hanus_syngur_poul_f__f2/ Rateyourmusic.com]</ref> |
||
== Útgávur == |
== Útgávur == |
Endurskoðan frá 7. jul 2013 kl. 08:02
Hanus Gerdum Johansen, best kendur sum Hanus G. ella Hanus G. Johansen, er føddur í Klaksvík 18. juni 1950. Hann er kendur sum vísusangari og hevur millum annað tulkað norska yrkjaran Jakob Sande. Hann framførir onkuntíð við Aldubáruni og hevur eisini sungið saman við Frændum. Í 1998 var hann føroyskt innslag á mentanartiltaki í økinum kring Flekkefjord í Noregi. Hanus er eisini kendur fyri at tulka yrkingarnar hjá kenda føroyska skaldinum Poul F. Joensen. Hanus hevur gjørt lag til fleiri av yrkingunum hjá Poul F. Hann gav út LP og kasettuband í 1988, sum nevndist "Gaman og álvara - Hanus syngur Poul F." Henda útgáva kom út sum fløga (CD) 20 ár seinni í 2008.[1]
Útgávur
- Á fold eru túsund gudar - Yrkingar eftir Poul F. Joensen, Hanus hevur gjørt løgini. Útgávudagur 18. november 2012 á føðingardegnum hjá Poul F.
- HØRPUSPÆLARIN 2010 Hanus syngur Poul F. yrkingar og hevur henda fløga fingið bestu ummæli og sigst at vera ein varði í Føroya tónlistasøgu.
- "Eitt blað eg á kann skriva", Juni 2010, EP-fløga við løgum eftir Hanus G. Johansen og tekstum eftir Hans Jákup Glerfoss. Fløgan kom út tann dagin Hanus fylti 60 ár á hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum.
- Hanus G. Johansen & Aldubáran - "frå leddigen - Jakob Sande-dikt i færøysk tonedrakt. CD, útgivin 2006, 100 ár eftir at Jakob Sande varð føddur.[2]
- Bouquet - Hanus G. Johansen & Aldubáran. CD, útgivin 2000, tað árið Hanus fylti 50 ár.[3]
- Nósi - Kristian Blak (Barnafløga)
- Ung um aldarmóti. [4]
- Gaman og álvara - Hanus syngur Poul F. LP og kassetuband í 1988. CD í 2008.[5]
- Syng bara við - Kristian Blak & children. Upprunaliga útgivin sum LP í 1985, seinni útgivin sum CD.
Heiður
- 2012 - Sømdargáva landsins (árlig upphædd á 20.000 kr. restina av lívinum, fyrstu ferð í 2013)[6]
- Tilnevndur til Planet Awards 2012 í bólkinum Ársins einstaklingur[7]
- Tilnevndur til Planet Awards 2010 í bólkinum Ársins einstaklingur/bólkur
- Tilnevndur til Planet Awards 2010 í bólkinum Besta útgáva við fløguni Hørpuspælarin
- Listavirðisløn Miðlahúsins[8]
Keldur
- ↑ Rateyourmusic.com
- ↑ Aldubaran.com, frå leddiken
- ↑ Aldubaran.com, Bouquet
- ↑ TUTL.com
- ↑ Rateyourmusic.com
- ↑ MMR.fo
- ↑ Planet.fo Hesi eru tilnevnd til Planet Awards 2012
- ↑ Litteraturpriser.dk