Munurin millum rættingarnar hjá "Italia"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
mentan (týtt úr norsku wiki-greinini)
sNo edit summary
Linja 27: Linja 27:
}}
}}


'''Italia''' ([[Italskt (mál)|italskt]]: ''Repubblica Italiana'') er lýðveldi í [[Evropa]]. Italia hevur mark við [[Frakland]], [[Sveis]], [[Eysturríki]], [[Slovenia]], [[San Marino]] og [[Vatikan Býur]]. Høvuðsstaðurin er [[Róm]], og landið hevur umleið 60 mió íbúgvar. [[Mál|Høvuðsmálið]] er [[Italskt (mál)|italskt]]. Flestu fólk í Italia eru [[Rómverska-katólska kirkjan|katolikkar]].
'''Italia''' ([[Italskt (mál)|italskt]]: ''Repubblica Italiana'') er lýðveldi í [[Evropa]]. Italia hevur mark við [[Frakland]], [[Sveis]], [[Eysturríki]], [[Slovenia]], [[San Marino]] og [[Vatikan Býur|Vatikanbýin]]. Høvuðsstaðurin er [[Róm]], og landið hevur umleið 60 mió íbúgvar. [[Mál|Høvuðsmálið]] er [[Italskt (mál)|italskt]]. Flestu fólk í Italia eru [[Rómverska-katólska kirkjan|katolikkar]].


== Søga ==
== Søga ==

Endurskoðan frá 30. jun 2013 kl. 22:43

Rebubblica italiana
Flagg Italia
(Flagg Italia)
Skjaldarmerki Italia
(Skjaldarmerki Italia)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: Fratelli d'italia
Alment mál Italskt
Høvuðsstaður Rom
Forseti Giorgio Napolitano
Forsætisráðharri Enrico Letta
Fullveldi 17. mars 1861
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
301.230 km²
2,4
Íbúgvar
 - tilsamans 2006
 - tættleiki
 
58 133 509
197,5/km²
Gjaldoyra Evro
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .it
Telefonkota +39

Italia (italskt: Repubblica Italiana) er lýðveldi í Evropa. Italia hevur mark við Frakland, Sveis, Eysturríki, Slovenia, San Marino og Vatikanbýin. Høvuðsstaðurin er Róm, og landið hevur umleið 60 mió íbúgvar. Høvuðsmálið er italskt. Flestu fólk í Italia eru katolikkar.

Søga

Italia er land við ríkari søgu, og serliga tvey tíðarskeið: Rómverjatíðin í fornøld og endur reinartíðin, sum tók seg upp í 15. øld, hava veitt landinum dýran mentanararv. Hóast Italia nú á døgum er av fremstu ídnaðarlondum í heimunum, er stórur munur á ríku ídnaðarøkjunum fyri norðan og fátakækaru landbúnaðarøkjum fyri sunnan. Stóri búskaparligi munurin elvir til spenning í landinum og er ein av atvoldunum til mongu stjórnarskiftini.

Stóran part av søgu sínari hevur Italia verið sundurbýtt land. Fyrstu ferð ríkið varð sameint var í rómverjatíðini, tá ið máttmikla Rómverjaríkinum. Í miðøld var landið býtt sundur í mong ríki, og tað varð ikki savnað aftur fyrr enn í 1870.

Jarðskjálvti 2008

Mánadagin 6. apríl í 2009 varð Abruzzo-landsparturin í Italia raktur av einum jarðskjálvta, ið varð máldur til 6,3 á richterstiganum. 308 fólk lótu lív. Skjálvtin legði m.a. í oyði søguliga miðbýin í landspartahøvuðsstaðnum L’Aquila, ið varð harðast rakti býurin í landspartinum.

Fólkatalsfrøði

Fólkatalið í Italia er vaksið nógv síðan 1861

Italia hevur 60.626.442 íbúgvar sambært hagtølum frá kommununum 1. januar 2011 (Anagrafe).[1] Fólkatættleikin í Italia á 201/km², er hægri enn í flestu vesturevropeisku londunum. Tó er tað sera ójavnt, hvar ið fólkatættleikin er størstu. Tey tættast bygdu økini eru Po-dalurin, har nærum helmingurin av fólkunum búgva, og stórbýarøkini í Róm og Napoli, meðan øki við høgum fløllum, sum t.d. Alpurnar og Apenninafjøllini, Basilikata og oyggin Sardinia ikki eru tætt bygd.

Fólkatalið í 20. øld í Italia bleiv nærum dupult so stórt, men mynstrið fyri fólkavøkstri var sera ójavnt, orsakað av innlendis flyting frá landøkjum í suðri til ídnaðarbýir í norði. Hetta hendi serlig aí 1950-60'árunum. Harafturat er stór fólkatilflyting til landið farin fram í 1980'unum fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð. Sambært italsku stjórnini, búðu 4.570.317 útlendingar í Italia í januar 2011.[2]

Landfrøði

Kort yvir tær 20 regiónirnar í Italia

Stivlaskapaða landið er norðan úr høgu, jøkulklæddu Alpunum suður í turra, heita fjallalendið, langt suðuri í Miðjarðarhavi. Sardinia og Silkioy, ið eru størstu oyggjar í Miðjarðarhavi, hoyra báðar til Italia. Beint sunnan fyri Sikiloy er lítla sjálvstøðuga oyggjalandið Malta. Á italska meginlandinum eru tvey smá ríki, San Marino og Vatikanríkið. Róm, eisini kallaður tann ævigi býurin, er høvuðsstaðurin. Navnið tann ævigi ber hann av sonnum.

Regiónir

Italia er býtt sundur í 20 fyrisitingarligar regiónir:

Región Høvuðsbýur Stødd (km²) Stødd (sq mi) Fólkatal
Abruzzo L'Aquila 10.763 4.156 1.342.177
Aosta Valley Aosta 3.263 1.260 128.129
Apulia Bari 19.358 7.474 4.090.577
Basilicata Potenza 9.995 3.859 587.680
Calabria Catanzaro 15.080 5.822 2.011.537
Campania Napoli 13.590 5.247 5.833.131
Emilia-Romagna Bolonja 22.446 8.666 4.429.766
Friuli-Venezia Giulia Trieste 7.858 3.034 1.235.761
Lazio Róm 17.236 6.655 5.724.365
Liguria Genova 5.422 2.093 1.616.993
Lombardia Milano 23.844 9.206 9.909.348
Marche Ancona 9.366 3.616 1.564.886
Molise Campobasso 4.438 1.713 319.834
Piemonte Torino 25.402 9.808 4.456.532
Sardinia Kagliari 24.090 9.301 1.675.286
Sisilia Palermo 25.711 9.927 5.050.486
Tuskana Firenze 22.993 8.878 3.749.074
Trentino-Alto Adige/Südtirol Trento 13.607 5.254 1.036.639
Umbria Perugia 8.456 3.265 906.675
Veneto Venezia 18.399 7.104 4.936.197

Størri býir

Nakrir av størru býunum í Italia eru: Milano, Firense, Torino, Napoli, Róm, Palermo, Bologna, Venesia, Cagliari, Bari og Genova.

Mentan

Italia er kent fyri sína list og mentan. Her eru ein røð av kendum bygningsverkum frá forntíðini og stórheitstíðini hjá Rómverjaríkinum. Tey kendastu og týdningarmestu bygningsverkini í Italia eru: Skeiva tornið í Pisa, Kolosseum, Castel Sant'Angelo, Forum Romanum og Pantheon í Róom og dómkirkjurnar í Firenze og Venesia. Italskur matur, vín, design, bókmentir, list, tónleikur (sertakliga opera) v.m. er kent kring allan heimin. Serliga er økið Toscana vældámt sum eitt feriu-, arbeiðs- og uppløðingarstaður (rekreasjón) av mentanarligum persónum kring heimin.

Renessansan vant uppá seg í Italia í 13- og 1400-tallinum. Skøld sum Dante Alighieri, Francesco Petrarca, Torquato Tasso og Ludovico Ariosto, og rithøvundar sum Giovanni Boccaccio, Niccolò Machiavelli og Baldassare Castiglione fingu sera stóra og varandi ávirkan á menningina av tí evropeisku mentanini. Tað sama fingu italskir málarar, myndahøggarar og arkitektar sum Filippo Brunelleschi, Leonardo da Vinci, Rafael, Sandro Botticelli, Fra Angelico og Michelangelo Buonarroti. Freskurnar hjá Michelangelo undir takinum í tí Sixtinska kapellnum í Vatikaninum er saman við hansara standmynd av David sum tey allarfremstu súmbolini á renessansuna.

Tónasmiðir sum Giovanni da Palestrina, Claudio Monteverdi, Arcangelo Corelli og Antonio Vivaldi settu sín dám á barokk-tíðina, meðan romantikarar sum Gioacchino Rossini, Giuseppe Verdi og Giacomo Puccini víðarimentu tað italsku operuna, soleiðis sum vit kenna hana í dag.

Hygg eisini at

Keldur

  1. Istituto Nazionale di Statistica. "Resident population on 1st January". http://dati.istat.it/Index.aspx?lang=en. Heintað 19 December 2011. 
  2. >Istituto Nazionale di Statistica. "Foreign resident population on 1st January". http://dati.istat.it/Index.aspx?lang=en. Heintað 19 December 2011. 

Útvortis ávísing

Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA