Munurin millum rættingarnar hjá "Trygdarráð ST"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Stovnaði síðu við "Mynd:Barack_Obama_chairs_a_United_Nations_Security_Council_meeting.jpg|thumb|right|250px|Trygdarráðið er eitt tað týdningarmesta liðið í ST skipanini, sum skal v..."
 
Linja 6: Linja 6:
== Núverandi limir ==
== Núverandi limir ==
[[Mynd:P5countries.png|thumb|right|250px|Fimm lond hava fast sæti í trygdarráðnum: USA, Stórabretland, Frakland, Kina og Russland.]]
[[Mynd:P5countries.png|thumb|right|250px|Fimm lond hava fast sæti í trygdarráðnum: USA, Stórabretland, Frakland, Kina og Russland.]]
Í trygdarráðnum eru fimtan limir. Ráðið hevur fimm fastar limir - USA, Stórabretland, Frakland, Kina og Russland - og tíggju aðrar limir, sum sita 2 ár í senn. Hinir tíggju limirnir verða valdir fyri 2 ár í senn av landabólkum: Fimm úr [[Ásia]] og [[Afrika]], tveir úr [[Vesturevropa]], tveir úr [[Latínamerika]] ([[Miðamerika|Mið]]- og [[Suðuramerika]]) og ein úr [[Eysturevropa]]. Avgerðir Trygdarráðsins hava bert gildi, um í minsta lagi níggju limir atkvøða fyri. Ráðið hevur víðar heimildir, men samstundis hava føstu limirnir sonevndan sýtingarrætt, tað er, at tey einsamøll kunnu sýta fyri, at ein avgerð, sum øll hini annars eru samd um, verður viðtikin. Undir [[Kalda kríggið|Kalda krígnum]] nýttu [[Sovjetsamveldið]] og USA mangan hendan møguleika og løgdu tí Trygdarráðið lamið í long tíðarskeið. Hetta hevur hvørjum av teim fimm vetorætt, at fella onkra avgerð, sum allir hinir limirnir kunnu vera fyri.
Í trygdarráðnum eru fimtan limir. Ráðið hevur fimm fastar limir - USA, Stórabretland, Frakland, Kina og Russland - og tíggju aðrar limir, sum sita 2 ár í senn. Hinir tíggju limirnir verða valdir fyri 2 ár í senn av landabólkum: Fimm úr [[Ásia]] og [[Afrika]], tveir úr [[Vesturevropa]], tveir úr [[Latínamerika]] ([[Miðamerika|Mið]]- og [[Suðuramerika]]) og ein úr [[Eysturevropa]]. Avgerðir Trygdarráðsins hava bert gildi, um í minsta lagi níggju limir atkvøða fyri. Ráðið hevur víðar heimildir, men samstundis hava føstu limirnir sonevndan sýtingarrætt (vetorætt), tað er, at tey einsamøll kunnu sýta fyri, at ein avgerð, sum øll hini annars eru samd um, verður viðtikin. Undir [[Kalda kríggið|Kalda krígnum]] nýttu [[Sovjetsamveldið]] og USA mangan hendan møguleika og løgdu tí Trygdarráðið lamið í long tíðarskeið.


* {{flagicon|USA}} [[USA]] (fastur limur)
* {{flagicon|USA}} [[USA]] (fastur limur)

Endurskoðan frá 29. jun 2013 kl. 19:41

Trygdarráðið er eitt tað týdningarmesta liðið í ST skipanini, sum skal varveita altjóða frið og trygd.

Trygdarráðið hjá ST er týdningarmesti stovnurin í ST [1]. Trygdarráðið er eitt ráð, ið tekur stórar avgerðir og kemur saman til fundar at fáa frið í lag, tá ið vandi er fyri, at kríggj brestur á ímillum lond. Høvuðsuppgávan hjá ráðnum er at varðveita frið og trygd. Trygdarráðið arbeiðir bæði fyribyrgjandi - við at ráða til semju, vera semingspartur og áseta meginreglur fyri friðarligum loysnum, og meira aktivt, um ein træta endar við kríggi. Tá kann Trygdarráðið senda friðarvarðveitandi herlið inn í øki og seta tvingsilsátøk og búskaparlig revsitiltøk í verk [2]. Herliðini eru ofta úr fleiri limalondum, men eru undir ST-yvirvaldi. Ráðið kann taka avgerð um, at lond, ið kríggjast, skulu fáa í lag vápnahvíld, ella tað kann gera av at senda friðarherlið at verja friðin. Trygdarráðið skal straks koma saman, um heimsfriðurin verður hóttur.

Trygdarráðið er samansett av 15 limalondum, fimm av hesum eru fastir limir. Hini tíggju londini verða vald fyri eitt tveyára tíðarskeið í senn. Trygdarráðið kann viðmæla nýggj limalond og ráða til burturvísing av limalandi, sum áhaldandi brýtur meginreglur stovnsins.

Núverandi limir

Fimm lond hava fast sæti í trygdarráðnum: USA, Stórabretland, Frakland, Kina og Russland.

Í trygdarráðnum eru fimtan limir. Ráðið hevur fimm fastar limir - USA, Stórabretland, Frakland, Kina og Russland - og tíggju aðrar limir, sum sita 2 ár í senn. Hinir tíggju limirnir verða valdir fyri 2 ár í senn av landabólkum: Fimm úr Ásia og Afrika, tveir úr Vesturevropa, tveir úr Latínamerika (Mið- og Suðuramerika) og ein úr Eysturevropa. Avgerðir Trygdarráðsins hava bert gildi, um í minsta lagi níggju limir atkvøða fyri. Ráðið hevur víðar heimildir, men samstundis hava føstu limirnir sonevndan sýtingarrætt (vetorætt), tað er, at tey einsamøll kunnu sýta fyri, at ein avgerð, sum øll hini annars eru samd um, verður viðtikin. Undir Kalda krígnum nýttu Sovjetsamveldið og USA mangan hendan møguleika og løgdu tí Trygdarráðið lamið í long tíðarskeið.

Keldur

  1. http://www.fn.no/FN-informasjon/FNs-hovedorganer/Sikkerhetsraadet
  2. http://www.un.org/en/sc/about/