Munurin millum rættingarnar hjá "Poul F. Joensen"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 4 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q331807 (translate me)
Linja 34: Linja 34:
[[Bólkur:Føðingar í 1890-árunum|Joensen, Poul Frederik]]
[[Bólkur:Føðingar í 1890-árunum|Joensen, Poul Frederik]]
[[Bólkur:Føroyskir yrkjarar]]
[[Bólkur:Føroyskir yrkjarar]]
[[Bólkur:Andlát í 1970]]

Endurskoðan frá 11. jun 2013 kl. 21:18

Poul F. Joensen
Minnisvarði í Froðba til minnis um Poul F. Joensen, reistur í juni 2007.

Poul Frederik Joensen (18. november 1898 - 27. juni 1970) er kendasta skaldið í Suðuroy og eisini ein av mest týðandi skaldum í Føroyum. Hann var ættaður úr Hørg í Sumba, og hann nevndi seg viðhvørt Hargaskaldið.

Poul F. fór til skips 14 ára gamal og royndi sjólívið í eitt ár. Hann hevði ætlað sær at halda fram við tí, og skuldi fara við Robert Miller í 1914, men foreldur hansara søgdu nei og sendu hann á læraraskúla í Havn í staðin. Tað vísti seg at vera hansara bjarging, tí sama túrin gekk Robert Miller burtur við mann og mús. Poul F. fór so á Læraraskúlan, har hann tók læraraprógv í 1917. Meðan hann búði í Havn, var hann ofta á Færø Amtsbibliotek, sum seinni broytti navn til Føroya Landsbókasavn, og har las hann bókmentir úr øðrum londum. Honum dámdi serliga væl yrkjararnar Robert Burns og Heinrich Heine, og í fyrsta yrkingasavni sínum eru fleiri yrkingar hjá teimum báðum, sum Poul F. hevði týtt leysliga til føroyskt úr donskum. Áðrenn hann gav út fyrsta yrkingasavnið í 1924, fekk hann nakrar yrkingar útgivnar í bløðum og tíðarritum, eitt nú í Tingakrossi og í Varðanum. Hann hevði eisini nakrar barnasøgur við í Barnablaðnum í 1920-árunum, men hesar hevur hann ikki tikið við, tá hann seinni hevur givið út bøkur sínar. Hann hevur eisini yrkt nøkur føroysk kvæði, t.d. um frísarnar í Akrabergi.[1] Hann var lærari í Froðba 1919 til 1927 og í Lopra og á Økrum frá 1947 til 1949. Hann giftist til Froðbiar við Juliu Mortensen og varð búgvandi har alt lívið. Eftir at hava sagt lærarastarvið frá sær, arbeiddi hann sum traðarmaður og verkamaður, til hann andaðist í 1970.

Útgávur

  • 1924 Gaman og álvara; yrkingar
  • 1942 Millum heims og heljar; yrkingar
  • 1955 Lívsins kvæði; yrkingar
  • 1963 Seggjasøgur úr Sumba I; siðsøguligar frásagnir
  • 1967 Ramar risti hann rúnirnar; yrkingar
  • 1988 Gaman og álvara - Hanus syngur Poul F. (LP pláta frá 1988 - Hanus G. Johansen)
  • 2012 Heilsan Pól F. - ritstjórnað hevur Jonhard Mikkelsen - Sprotin hevur útgivið bókina, sum inniheldur yrkingasøvnini: Millum heims og heljar, Lívsins kvæði, Ramar risti hann rúnirnar (556 síður)[2]

Afturat hesum er okkurt prentað í øðrum verkum. Eitt nú er minnisyrking hansara um Victor Danielsen prentað í Z. Zachariassen: Bíblian á føroyskum í hálva øld, bls. 423f. (Leirkerið, Gøta, 2000) (Upprunaliga 14. september 4. mars 1961)

Heiðurslønir

Keldur

  1. Eivindaródn - Greinar 1979-2011. Heiðursrit til Eivind Weyhe, greinar hansara frá nevnda tíðarskeiði. Síða 525-550
  2. Sprotin.fo Heilsan Pól F.
  • Árni Dahl, Bókmentasøga 2, bls. 104ff; Fannir 1981

Slóðir úteftir