Munurin millum rættingarnar hjá "Hallur Joensen"
EileenSanda (kjak | íkøst) |
EileenSanda (kjak | íkøst) →Tónleikaútgávur: gestasangar á nýggju fløguni (sambært samrøðu sum Kringvarpið gjørdi við Hallur í sendingini Brunsj). |
||
Linja 9: | Linja 9: | ||
* 2009 - ''Smile'' |
* 2009 - ''Smile'' |
||
* 2011 - ''Enn stendur hurð mín opin''. 13 sangir. 11 av sangunum hava føroysk upprunaløg. [[Jákup Zachariassen]] hevur gjørt 10 av hesum løgum, og eitt av løgunum hava Jákup Zachariassen og Kristoffer Mørkøre gjørt saman. Tvey cover-løg eru á fløguni. Tekstirnir hava [[Martin Joensen (yrkjari og tónleikari)|Martin Joensen]], [[Niclas Johannesen]], [[Jákup Zachariassen]] og [[Steintór Rasmussen]] skrivað.<ref>[http://birkblog.blogspot.dk/2011/03/in-town-like-this.html Birkblog.blogspot.dk] In a Town This Size - Slatur úr Føroyum!</ref> |
* 2011 - ''Enn stendur hurð mín opin''. 13 sangir. 11 av sangunum hava føroysk upprunaløg. [[Jákup Zachariassen]] hevur gjørt 10 av hesum løgum, og eitt av løgunum hava Jákup Zachariassen og Kristoffer Mørkøre gjørt saman. Tvey cover-løg eru á fløguni. Tekstirnir hava [[Martin Joensen (yrkjari og tónleikari)|Martin Joensen]], [[Niclas Johannesen]], [[Jákup Zachariassen]] og [[Steintór Rasmussen]] skrivað.<ref>[http://birkblog.blogspot.dk/2011/03/in-town-like-this.html Birkblog.blogspot.dk] In a Town This Size - Slatur úr Føroyum!</ref> |
||
* 2013 ''Hallur - With Stars And Legends'' (kemur út mánadagin 3. juni 2013).<ref>[http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2013/05/29/hallur-joensen-er-gestur-i-brunsj Kringvarp.fo] Hallur Joensen er gestur í Brunsj</ref> Fleiri kendir gestasangar eru við á fløguni, t.d. [[Bellamy Brothers]], [[ |
* 2013 ''Hallur - With Stars And Legends'' (kemur út mánadagin 3. juni 2013).<ref>[http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2013/05/29/hallur-joensen-er-gestur-i-brunsj Kringvarp.fo] Hallur Joensen er gestur í Brunsj</ref> Fleiri kendir gestasangar eru við á fløguni, t.d. [[Bellamy Brothers]], [[Bobby Bare]], [[Jóhanna Guðrún Jónsdóttir]], [[Kris Kristofferson]], [[Charley Pride]] og [[Dawn Sears]]. |
||
== Heiðurslønir, tilnevningar o.a. == |
== Heiðurslønir, tilnevningar o.a. == |
Endurskoðan frá 30. mai 2013 kl. 23:29
Hallur Joensen (føddur 1967 í Klaksvík) er ein føroyskur country sangari, sum er kendur bæði í Føroyum og uttanlanda.
Lívsleið innan tónleik
Hallur gav út sína fyrstu fløgu í 2008, hon hevði heitið Pickin’ Time In Nashville og gjørdist mest selda fløga í Føroyum í 2008. Hann hevur síðan givið út aðrar tónleikaútgávur og hevur verið rættiliga virkin tónleikari. Hann hevur fleiri ferðir verið at sæð á útlendskum hitt-listum. Hallur hevur framført sínar sangir bæði á føroyskum og útlendskum tónleikafestivalum, eitt nú á G! Festivalinum[1] og á Summarfestivalinum.[2] Í 2011 framførdi hann á Silkeborg Country Festival.[3] Hann hevur fleiri ferðir samstarva við Kristinu Bærendsen, tey hava fleiri ferðir framført sangir saman, t.d. sangin Um tú hevur tað sum eg[4]. Hallur syngur ikki bara nýggj løg men eisini coverløg, harav nøkur eru umsett til føroyskt. Nakrir av kendastu sangunum, sum Hallur Joensen syngur eru: Kyss ein eingil hvønn morgun og Gyltu ljósakrúnurnar. Sangurin Kiss ein eingil hvønn morgun er umsettur úr enskum. í desember 2009 varð Charley Pride í Føroyum og tá framførdu hann og Hallur Joensen sangin Kyss ein eingil hvønn morgun saman. Charley Pride sang á enskum (Kiss an angel good morning) og Hallur sang á enskum og føroyskum.[5] Teir sungu eisini Gyltu ljósakrúnurnar saman á somu konsert, tað fortaldi Hallur fyri áskoðarunum á Silkeborg Country Festival 2011, beint áðrenn hann sang sangin á føroyskum.
Tónleikaútgávur
- 2008 - Pickin’ Time In Nashville[6] - Mest selda fløgan í Føroyum í 2008. Fløgan varð upptikin í Nashville.[7]
- 2009 - Smile
- 2011 - Enn stendur hurð mín opin. 13 sangir. 11 av sangunum hava føroysk upprunaløg. Jákup Zachariassen hevur gjørt 10 av hesum løgum, og eitt av løgunum hava Jákup Zachariassen og Kristoffer Mørkøre gjørt saman. Tvey cover-løg eru á fløguni. Tekstirnir hava Martin Joensen, Niclas Johannesen, Jákup Zachariassen og Steintór Rasmussen skrivað.[8]
- 2013 Hallur - With Stars And Legends (kemur út mánadagin 3. juni 2013).[9] Fleiri kendir gestasangar eru við á fløguni, t.d. Bellamy Brothers, Bobby Bare, Jóhanna Guðrún Jónsdóttir, Kris Kristofferson, Charley Pride og Dawn Sears.
Heiðurslønir, tilnevningar o.a.
- Í desember 2009 fekk Hallur eitt herðaklapp frá Norðoya Sparikassa, herðaklappið var á 25.000 kr.[10]
- Hallur varð tilnevndur tað føroysku Planet Awards 2010, sum ársins mannligi sangari. (Vann ikki)
Keldur
- ↑ Gfestival.fo
- ↑ Summarfestivalur.fo Summarfestivalur 2008
- ↑ Youtube.com Hallur framførir á Silkeborg Country Festival 2011
- ↑ Youtube.com - Um tú hevur tað sum eg - saman við Kristinu Bærendsen
- ↑ Kiss ein eingil hvønn morgun - saman við Charlie Pride í 2009
- ↑ CDbaby.com Pickin' time in Nashville by Hallur Joensen
- ↑ Hallurjoensen.com
- ↑ Birkblog.blogspot.dk In a Town This Size - Slatur úr Føroyum!
- ↑ Kringvarp.fo Hallur Joensen er gestur í Brunsj
- ↑ Aktuelt.fo Hallur Joensen herðaklapp frá Norðoya Sparikassa