Munurin millum rættingarnar hjá "Hallur Joensen"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Linja 9: Linja 9:
* 2009 - ''Smile''
* 2009 - ''Smile''
* 2011 - ''Enn stendur hurð mín opin''. 13 sangir. 11 av sangunum hava føroysk upprunaløg. [[Jákup Zachariassen]] hevur gjørt 10 av hesum løgum, og eitt av løgunum hava Jákup Zachariassen og Kristoffer Mørkøre gjørt saman. Tvey cover-løg eru á fløguni. Tekstirnir hava [[Martin Joensen (yrkjari og tónleikari)|Martin Joensen]], [[Niclas Johannesen]], [[Jákup Zachariassen]] og [[Steintór Rasmussen]] skrivað.<ref>[http://birkblog.blogspot.dk/2011/03/in-town-like-this.html Birkblog.blogspot.dk] In a Town This Size - Slatur úr Føroyum!</ref>
* 2011 - ''Enn stendur hurð mín opin''. 13 sangir. 11 av sangunum hava føroysk upprunaløg. [[Jákup Zachariassen]] hevur gjørt 10 av hesum løgum, og eitt av løgunum hava Jákup Zachariassen og Kristoffer Mørkøre gjørt saman. Tvey cover-løg eru á fløguni. Tekstirnir hava [[Martin Joensen (yrkjari og tónleikari)|Martin Joensen]], [[Niclas Johannesen]], [[Jákup Zachariassen]] og [[Steintór Rasmussen]] skrivað.<ref>[http://birkblog.blogspot.dk/2011/03/in-town-like-this.html Birkblog.blogspot.dk] In a Town This Size - Slatur úr Føroyum!</ref>
* 2013 ''Hallur - With Stars And Legends'' (kemur út mánadagin 3. juni 2013).<ref>[http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2013/05/29/hallur-joensen-er-gestur-i-brunsj Kringvarp.fo] Hallur Joensen er gestur í Brunsj</ref>
* 2013 ''Hallur - With Stars And Legends'' (kemur út mánadagin 3. juni 2013).<ref>[http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2013/05/29/hallur-joensen-er-gestur-i-brunsj Kringvarp.fo] Hallur Joensen er gestur í Brunsj</ref> Fleiri kendir gestasangar eru við á fløguni, t.d. [[Bellamy Brothers]], [[Charlie Pride]] og [[Dawn Sears]].


== Heiðurslønir, tilnevningar o.a. ==
== Heiðurslønir, tilnevningar o.a. ==

Endurskoðan frá 30. mai 2013 kl. 23:09

Hallur Joensen í 2010

Hallur Joensen (føddur 1967 í Klaksvík) er ein føroyskur country sangari, sum er kendur bæði í Føroyum og uttanlanda.

Lívsleið innan tónleik

Hallur gav út sína fyrstu fløgu í 2008, hon hevði heitið Pickin’ Time In Nashville og gjørdist mest selda fløga í Føroyum í 2008. Hann hevur síðan givið út aðrar tónleikaútgávur og hevur verið rættiliga virkin tónleikari. Hann hevur fleiri ferðir verið at sæð á útlendskum hitt-listum. Hallur hevur framført sínar sangir bæði á føroyskum og útlendskum tónleikafestivalum, eitt nú á G! Festivalinum[1] og á Summarfestivalinum.[2] Í 2011 framførdi hann á Silkeborg Country Festival.[3] Hann hevur fleiri ferðir samstarva við Kristinu Bærendsen, tey hava fleiri ferðir framført sangir saman, t.d. sangin Um tú hevur tað sum eg[4]. Hallur syngur ikki bara nýggj løg men eisini coverløg, harav nøkur eru umsett til føroyskt. Nakrir av kendastu sangunum, sum Hallur Joensen syngur eru: Kyss ein eingil hvønn morgun og Gyltu ljósakrúnurnar. Sangurin Kiss ein eingil hvønn morgun er umsettur úr enskum. í desember 2009 varð Charley Pride í Føroyum og tá framførdu hann og Hallur Joensen sangin Kyss ein eingil hvønn morgun saman. Charley Pride sang á enskum (Kiss an angel good morning) og Hallur sang á enskum og føroyskum.[5] Teir sungu eisini Gyltu ljósakrúnurnar saman á somu konsert, tað fortaldi Hallur fyri áskoðarunum á Silkeborg Country Festival 2011, beint áðrenn hann sang sangin á føroyskum.

Tónleikaútgávur

Heiðurslønir, tilnevningar o.a.

  • Í desember 2009 fekk Hallur eitt herðaklapp frá Norðoya Sparikassa, herðaklappið var á 25.000 kr.[9]
  • Hallur varð tilnevndur tað føroysku Planet Awards 2010, sum ársins mannligi sangari. (Vann ikki)

Keldur

  1. Gfestival.fo
  2. Summarfestivalur.fo Summarfestivalur 2008
  3. Youtube.com Hallur framførir á Silkeborg Country Festival 2011
  4. Youtube.com - Um tú hevur tað sum eg - saman við Kristinu Bærendsen
  5. Kiss ein eingil hvønn morgun - saman við Charlie Pride í 2009
  6. Hallurjoensen.com
  7. Birkblog.blogspot.dk In a Town This Size - Slatur úr Føroyum!
  8. Kringvarp.fo Hallur Joensen er gestur í Brunsj
  9. Aktuelt.fo Hallur Joensen herðaklapp frá Norðoya Sparikassa

Slóðir