Munurin millum rættingarnar hjá "Zlatan Ibrahimović"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Heiður
Diupwijk (kjak | íkøst)
→‎Heiður: putsar.
Linja 14: Linja 14:


;Juventus
;Juventus
* [[Serie A]] (2): [[Serie A 2004–0|2004–05]], [[Serie A 2005–06|2005–06]] (misti tó báðir prísirnir aftur orsakað av [[Italska fótbóltsgølan 2006|Italisku fótbóltsgøluni 2006 |''Calciopoli'' gøluni]])
* [[Serie A]] (2): [[Serie A 2004–0|2004–05]], [[Serie A 2005–06|2005–06]] (misti tó báðir prísirnir aftur orsakað av [[Italska fótbóltsgølan 2006|italisku fótbóltsgøluni ''Calciopoli'' 2006]])


;Internazionale
;Internazionale

Endurskoðan frá 25. mai 2013 kl. 15:32

Ibrahimović á svenska landsliðnum í dysti móti Onglandi

Zlatan Ibrahimović (føddur 3. oktober 1981) er ein svenskur fótbóltsleikari, sum í løtuni (2013) spælir sum álopsleikari við franska Ligue 1 felagnum Paris Saint-Germain og á svenska landsliðnum, har hann eisini er liðskipari. Hann byrjaði sína fótbóltslívsleið í svenska felagnum Malmö FF, meðan Roland Andersson var venjari har. Hann fekk so sáttmála við Ajax og gjørdist eitt kent navn, venjari var Ronald Koeman. Seinni fekk hann sáttmála við italska felagið Juventus, hann varð seldur til Juventus fyri 16 milliónir €. Í 2006 skrivaði hann undir sáttmála við rivalarnir hjá Juventus, FC Internazionale, har hann vann heiðurslønir sum t.d. Oscar del Calcio og svenska Guldbollen, hetta tíðarskeiðið spældi hann 88 dystir við Internationale og gjørdi 57 mál. Hann varð valdur til UEFA ársins lið bæði í 2007 og 2009. Á sumri 2009 varð hann seldur til Barcelona fyri 69 €, sum er næst hægsta upphæddin, ið nakar fótbóltsleikari er blivin seldur fyri. Í 2009 til 2011 spældi hann við FC Barcelona, tó var hann lántur út til A.C. Milan, har hann helt fram við kontrakt í 2011-12.

Frá 2001 til mars 2013 hevði hann spælt 87 A-landsdystir fyri Svøríki og skorað 39 mál.

Í 2012 var hann av enska blaðnum The Guardian á einum topp-100 lista mettur at vera fimmt besti fótbóltsleikari í heiminum.[1]

Heiður

Feløg

Ajax
Juventus
Internazionale
Barcelona
AC Milan
Paris Saint-Germain

Sum einstaklingur

Keldur

  1. Guardian.co.uk
  2. bbc.co.uk Zlatan Ibrahamovic: Paris St-Germain striker wins award