Munurin millum rættingarnar hjá "Svøríki"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
J 1982 (kjak | íkøst)
Diupwijk (kjak | íkøst)
→‎Politikkur: när är "nú"? det känns inte helt aktuellt
Linja 35: Linja 35:
== Politikkur ==
== Politikkur ==


Tá ið røtt verður um samfelagsliga vælferðarskipan, sum vissar øllum borgarum landsins mannsømilig kor, hevur Svøríki verið undangonguland. Barnaansingarstovnar, sjúkrahús og ellisheim eru frágera góð. Vinnuloysiðhevur verið eitt hitt lægsta í [[Evropa]], men tað er vaksið nógv í búskaparkreppuni í [[1990-árini|1990-árunum]]. Nú á døgum er 6,1 % av fólkinum er arbeiðsleys. At halda hesari vælferðarskipan uppi gjalda sviar nógvan skatt. Sparingar, ið búskaparkreppan seinastu árini hevur verið atvold til, hava skert tær almennu veitingarnar.
Tá ið røtt verður um samfelagsliga vælferðarskipan, sum vissar øllum borgarum landsins mannsømilig kor, hevur Svøríki verið undangonguland. Barnaansingarstovnar, sjúkrahús og ellisheim eru frágera góð. Vinnuloysið hevur verið eitt hitt lægsta í [[Evropa]], men tað er vaksið nógv í búskaparkreppuni í [[1990-árini|1990-árunum]]. Nú á døgum er 6,1 % av fólkinum arbeiðsleys. At halda hesari vælferðarskipan uppi gjalda sviar nógvan skatt. Sparingar, ið búskaparkreppan í 1990-árunum hevur verið atvold til, hava skert tær almennu veitingarnar.


Sviar leggja sær nær at fara væl um umhvørvið og hava eisini gjørt nógv burtur úr at varðveita søguligar bygningar. Mong friðað øki eru í Svøríki, og nakrir av størstu tjóðargørðunum í [[Evropa]] eru í fjallalendinum í Norðursvøríki. Sviar tala nógv um, at áir og vøtn verða [[Dálking|dálkað]], og Svøríki hevur gingið undan í stríðnum at minka [[dálking]]ina í [[Eystarasalt]]i. Svøríki hevur eisini avmarkað ídnaðarútbygging ymsastaðni fram við strondini. Stórur dentur verður lagdur á at skilja burturkast og húsarhaldsrusk, og Svøríki ger nógv burtur úr endurnýtslu.
Sviar leggja sær nær at fara væl um umhvørvið og hava eisini gjørt nógv burtur úr at varðveita søguligar bygningar. Mong friðað øki eru í Svøríki, og nakrir av størstu tjóðargørðunum í [[Evropa]] eru í fjallalendinum í Norðursvøríki. Sviar tala nógv um, at áir og vøtn verða [[Dálking|dálkað]], og Svøríki hevur gingið undan í stríðnum at minka [[dálking]]ina í [[Eystarasalt]]i. Svøríki hevur eisini avmarkað ídnaðarútbygging ymsastaðni fram við strondini. Stórur dentur verður lagdur á at skilja burturkast og húsarhaldsrusk, og Svøríki ger nógv burtur úr endurnýtslu.

Endurskoðan frá 25. mai 2013 kl. 15:22

Konungariket Sverige
Kongsríki Svøríki
Flagg Svøríki
(Flagg Svøríki)
Skjaldarmerki Svøríki
(Skjaldarmerki Svøríki)
Tjóðarslagorð: För Sverige i tiden
Tjóðsangur: Du gamla, du fria
Alment mál Svenskt
Høvuðsstaður Stokkhólmur
Kongur Carl XVI Gustav
Forsætisráðharri Fredrik Reinfeldt
Fullveldi 1523
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
449 964 km²
8,67
Íbúgvar
 - tilsamans 2012
 - tættleiki
 
9 540 065
20/km²
Gjaldoyra Svensk króna (SEK)
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .se
Telefonkota +46

Svøríki (svenskt: Sverige) er kongaríki í Norðurevropa. Í norðri hevur Svøríki mark við Finnland, og í vesturi við Noreg. Høvuðsstaður er Stokkhólmur. Stórir partar av Svøríki eru skógvaksnir, og har eru mong vøtn, tí at skriðjøklarnir gróvu djúpar lægdir í landið seinastu ístíð. Stór fjallalendi eru í Svøríki. Miðallívsævin í landinum er 80,74 og 1 % av fólkinum eru ikki lesifør.

Søga

Aftaná víkingatíðina, brúkti Svøríki nakrar øldir at berjast við grannarnar, mest við Danmark.

Politikkur

Tá ið røtt verður um samfelagsliga vælferðarskipan, sum vissar øllum borgarum landsins mannsømilig kor, hevur Svøríki verið undangonguland. Barnaansingarstovnar, sjúkrahús og ellisheim eru frágera góð. Vinnuloysið hevur verið eitt hitt lægsta í Evropa, men tað er vaksið nógv í búskaparkreppuni í 1990-árunum. Nú á døgum er 6,1 % av fólkinum arbeiðsleys. At halda hesari vælferðarskipan uppi gjalda sviar nógvan skatt. Sparingar, ið búskaparkreppan í 1990-árunum hevur verið atvold til, hava skert tær almennu veitingarnar.

Sviar leggja sær nær at fara væl um umhvørvið og hava eisini gjørt nógv burtur úr at varðveita søguligar bygningar. Mong friðað øki eru í Svøríki, og nakrir av størstu tjóðargørðunum í Evropa eru í fjallalendinum í Norðursvøríki. Sviar tala nógv um, at áir og vøtn verða dálkað, og Svøríki hevur gingið undan í stríðnum at minka dálkingina í Eystarasalti. Svøríki hevur eisini avmarkað ídnaðarútbygging ymsastaðni fram við strondini. Stórur dentur verður lagdur á at skilja burturkast og húsarhaldsrusk, og Svøríki ger nógv burtur úr endurnýtslu.

Svøríki er fyrsta landið í heiminum í 1972, sum letur transpersónar alment skifta kyn og gevur teimum ókeypis viðgerð til endamálið. Svøríki fær skrásett parlag í 1995. Hetta verður broytt til hjúnalag í 2009, og samstundis sleppa samkynd at ættleiða børn.

Fólkið

Ikki er óvanligt, at svensk húski eiga summarhús - 600 000 summarhús eru í Svøríki. Tey eru bygd úr viði, ofta reyðmálað, og standa niðri við strondina, við vøtnini, í skógunum ella uppi í fjøllunum. Her kunnu troytt býarfólk taka sær av løttum í vikuskiftunum og frítiðini. Vanligt er eisini at leiga útlendskum ferðafólki húsini. Mong útlendsk ferðafólk koma til Svøríkis, helst um summarið.

Mentan

Landslutur í Svøríki

Matur

Svenski serrætturin "smørgåsbord" er annað enn búgvið borð við smurdum breyði. Vanliga er henda máltíð stórt borð við alskyns sløgum av køldum og flógvum viðskera, sum verður etin aftur við breyði, til dømis av sild, laksi, skelfiski, flogfenaði, eggi, osti, viðskera úr kjøti og grønmeti.

Landfrøði

Svøríki er ímillum Noreg og Finnland í Norðurevropa. Svøríki er partur av Skandinavia og Norðurlond. Norðari partur er skógvaksin og kaldur, syðri partur er gott landbúnaðarlendi, og har býr meginparturin av svenska fólkinum. Landið er 1 574 km langt, 499 km, har tað er breiðast, og er fjórðstørsta land í Vesturevropa.

Búskapur

Svøríki hevur mong ár á baki sum ídnaðarland, hevur væl útbúgvið fólk á øllum økjum, og er ímillum framkomnastu ídnaðarlond í heiminum.

Skandinavisku londini og Finnland eru gitin fyri einføldu og reinu sniðini á tí, tey gera, eitt snið, sum er væl umtókt aðrastaðni. Svenskir sniðskaparar komu sær serliga fram í 1960-árunum. Vælumtókt snið hevur gjørt, at svenskir bilar, til dømis Saab og Volvo, ravmagnsamboð, klædnavørur, glasvørur og húsbúni úr svenskum nálaviði eru høgt í metum í útlondum.

Myndir

Hygg eisini at

Ávísing úteftir


Slóðir

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Fyrimynd:Link FA