Munurin millum rættingarnar hjá "FLOT"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
sNo edit summary
Addbot (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 14: Linja 14:
[[Bólkur:Svimjing í Føroyum]]
[[Bólkur:Svimjing í Føroyum]]
[[Bólkur:Føroysk svimjifeløg]]
[[Bólkur:Føroysk svimjifeløg]]

[[da:FLOT]]

Endurskoðan frá 15. apr 2013 kl. 05:27

FLOT er svimjifelagið hjá íbúgvarunum í Nes Sóknar kommunu og Runavíkar kommunu. Felagið varð stovnað 2. apríl í 1984, og eftir at hava verið niðurlagt, varð tað endurstovnað í 1992. Síðani hevur felagið verið virkið og hevði í 2005 umleið 80 virknar limir.

Venjingin fer fram í svimjihylinum í Tofta Skúla, sum er 16,67 m til longdar.

Birita Debes

Ein av svimjarunum hjá FLOT, sum hevur klárað seg sera væl í 2010, er Birita Debes. Hóast hon var juniorur í 2010, so setti hon fleiri føroysk senior met. Eitt av metunum setti hon, tá hon sum fyrsta føroyska kvinnan vann gull á norðurlendsku svimjistevnuni. Tað gjørdi hon á NJM stevnuni í Kastrup í Danmark 11. desember 2010, hon vann gull í 100 metrar ryggsvimjing .[1]

Keldur

  1. Svimjing.com

Útvortis ávísing