Munurin millum rættingarnar hjá "Mikkjal á Ryggi"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Topper 1 (kjak | íkøst)
s →‎Keldur: Løgtingið 150
Addbot (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 22: Linja 22:
[[Bólkur:Føroyskir politikarar|Ryggi, Mikkjal á]]
[[Bólkur:Føroyskir politikarar|Ryggi, Mikkjal á]]
[[Bólkur:Føðingar í 1870-árunum|Ryggi, Mikkjal á]]
[[Bólkur:Føðingar í 1870-árunum|Ryggi, Mikkjal á]]

[[no:Mikkjal á Ryggi]]

Endurskoðan frá 15. apr 2013 kl. 02:00

Mikkjal á Ryggi.

Mikkjal Dánjalsson á Ryggi (f. 17. oktober 1879 í Miðvági - d. 20. oktober 1956 í Tórshavn) var lærari búsitandi í Gásadali. Foreldur: Dánjal Pauli Michelsen og Maren Margrethe Petersen (1856-1897). Hann var føddur í Miðvági. Hann fór, ungur, tveir vetrar til Danmarkar á fólkaháskúla. Hóast hann ikki var læraralærdur, starvaðist hann í mong ár sum lærari. Hann var virkin í politikki, bæði í sóknarstýrinum og í løgtinginum, har hann umboðaði Sjálvstýrisflokkin í 1920-árunum.

Rithøvundastarv hansara fevnir millum annað um yrkingar, sálmaskaldskap, bygdarsøgu og skúlabøkur. Hann var okkara ídnasta sálmaskald. Hann skrivaði fyrstu føroysku bygdarsøguna. Hann lýsti arbeiðslívið bæði á sjógvi og landi. Hansara tokki til náttúruna sást aftur í skúlabókum um dýra og fuglalívið – umframt í hansara landalæru og í sálmum hansara og sangum yvirhøvur. Yrkingin Lítla hara stóð í savninum „Yrkingar,“ sum kom út í 1954.

Útgivið

Kelda

  • Løgtingið 150 - Hátíðarrit. Tórshavn 2002, Bind 2, s. 345 (PDF-Download)