Munurin millum rættingarnar hjá "Sandvík"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 44: Linja 44:
[[de:Sandvík]]
[[de:Sandvík]]
[[en:Sandvík]]
[[en:Sandvík]]
[[nl:Sandvík]]
[[no:Sandvík]]
[[no:Sandvík]]
[[sv:Sandvík]]
[[sv:Sandvík]]

Endurskoðan frá 17. jan 2007 kl. 16:38

Sandvík
Sandvík á Føroyakortinum.
Postnummar FO 860
Kommuna Hvalbiar kommuna
Markatal -
Íbúgvar (2006) 111

Sandvík er ein bygd i Suðuroy.

Sandvík er niðursetubygd og vóru tað hvalbingar, ið komu hagar um 1815. Tá kallaðist víkin Hvalvík. Bygdin er nevnd í Føroyingasøgu við navninum Sandvík, og har búði Torgrímur illi. Hann var eingin vinmaður við Sigmund Brestisson, ið vildi hava Føroyar at vera skattland Noregs kongs. Tá ið Tróndur í Gøtu við sínum monnum søkti at Sigmundi, noyddist hesin at loypa í havið og svimja alla leið úr Skúvoy til Sandvíkar. Har beindi Tórgrímur fyri honum.

Á frímerkinum frá 2004 sæst Sigmundargjógv, har Sigmundur svam á land

Omanfyri Sigmundargjógv er Ranin og har stendur fyrsti handilin í bygdini, sum var bygdur um 1884-1885. Frá miðøld og fram í 20. øld hevur bygdin itið Hvalvík. Hetta var ikki heppið, tí onnur bygd við sama navni er í landinum. Í 1911 varð tí ásett, at henda bygdin í Suðuroy skuldi fáa sítt gamla navn aftur.

Vestan fyri Sandvík liggur Ásmundarstakkur, ið er ein stórur klettur, sum einaferð var fastur í landinum, men ikki longur. Eitt lítið sindur longur suðuri liggur Tvørgjógv, (Neytakonugjógv) har menn stoyttu neytakonurnar útav tá ið tær ikki kundu brúkast longur, man veit bara um at nýggju konur, ið eru koyrdar útav. Tunnilin til Sandvíkar kom ikki fyrr enn í 1970, men tunnilin er ikki tíðarhóskandi longur.


Brot úr Sandvíkssanginum.

Lag: Højt over fjellet (skjótari tempo) Engedahl & Stordahl: Midnattsolens land.

Sandvík, mín heimbygd, kær tú mær er, prúðasta bygd í føroyum tú er, gitin tú er um landið alt, aldrin tú gloymast skalt.

Kelda

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið