Munurin millum rættingarnar hjá "Kári P. Højgaard"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 7 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q1062961 (translate me)
Linja 54: Linja 54:
[[Bólkur:Innlendismálaráðharrar í Føroyum]]
[[Bólkur:Innlendismálaráðharrar í Føroyum]]
[[Bólkur:Løgtingslimir]]
[[Bólkur:Løgtingslimir]]

[[cs:Kári P. Højgaard]]
[[da:Kári P. Højgaard]]
[[de:Kári P. Højgaard]]
[[en:Kári P. Højgaard]]
[[hu:Kári P. Højgaard]]
[[no:Kári P. Højgaard]]
[[sv:Kári P. Højgaard]]

Endurskoðan frá 8. mar 2013 kl. 23:05

Kári P. Højgaard
Kári P. Højgaard

Kári Páll Højgaard (føddur 21. juli 1951 á Strondum) er føroyskur politikari, valdur á Føroya Løgting í 2001 fyri Sjálvstýrisflokkin og í løtuni (november 2011) er hann innlendismálaráðharri. Kári er limur í Útnorðurráðnum, har hann eisini var formaður í tíðarskeiðnum 2008-09 og aftur í 2011-12. Hann hevur verið annar fasti limur í Norðurlandaráðnum. Áðrenn hann gjørdist politikari arbeiddi hann sum postmaður í Eysturoynni frá 1971, áðrenn tað var hann nøkur ár til skips.

Lívsleiðin í politikki

Løgtingslimur

Hann varð varamaður á Føroya Løgtingi frá 26. mai 2001 til 30. apríl 2002. Løgtingsmaður frá 30. apríl 2002.[1]

Formaður Sjálvstýrisfloksins

Kári P. Højgaard varð valdur til formann fyri Sjálvstýrisflokkin í 2002. Hann var formaður til oktober 2010, tá Kári á Rógvi gjørdist nýggjur formaður.[2] Á løgtingsvalinum 29. oktober 2011 fekk flokkurin bara eitt tingfólk valt, og tað var Kári P. Højgaard. Flokkurin helt aðalfund 10. november 2011 og valdi Kára P. Højgaard til formann.[3] Sambært viðtøkum felagsins skal formaðurin veljast millum tinglimir ella landsstýrisfólk floksins, flokkurin fekk eitt landsstýrisfólk, men aðalfundurin varð hildin mitt undir telvingini av landsstýrissessum, so onki var endaliga avgjørt tá. Kári P. Højgaard hevur verið formaður Sjálvstýrisfloksins hesi tíðarskeið:

  • 2002 - oktober 2010
  • november 2011 -

Limur í Útnorðurráðnum

Kári P. Højgaard gjørdist formaður í Útnorðurráðnum í august 2008.[4] Formansposturin skiftir á hvørjum ári millum tey trý londini. Í løtuni (nov. 2011) er hann aftur formaður í Útnorðurráðnum.[5] Føroya Løgting valdi hesi til limir í Útnorðurráðnum í 2008:

Nevndarsessir á Føroya Løgtingi

  • 2008–2012 Limur í Vinnunevndini
  • 2004–2008 Formaður í Landstýrismálanevndini
  • 2004–2008 Limur í Fíggjarnevndini
  • 2002–2004 Limur í Fíggjarnevndini
  • 2002–2004 Limur í Mentanarnevndini
  • 2001–2002 Limur í Fíggjarnevndini

Býráðslimur og varaborgmeistari

Kári P. Højgaard var býráðslimur í Runavíkar Býráð 1989-2008. Hann var varaborgarstjóri í tíðarskeiðnum 2005-08. Hann stillaði ikki upp aftur til býráðvalið í 2008.

Keldur

  1. Sjálvstýri.fo
  2. Portal.fo, Kári P. Højgaard tekur seg aftur sum formaður.
  3. Aktuelt.fo, Nú er Kári aftur formaður í Sjálvstýrisflokkinum
  4. Portal.fo, Kári P. Højgaard formaður í Útnorðurráðnum.
  5. Vestnordisk.is

Útvortis ávísingar

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið