Munurin millum rættingarnar hjá "Thorstein Petersen"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Topper 1 (kjak | íkøst)
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 3 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q738644 (translate me)
Linja 29: Linja 29:
[[Bólkur:Føroyskir løgfrøðingar]]
[[Bólkur:Føroyskir løgfrøðingar]]
[[Bólkur:Varaløgmenn í Føroyum]]
[[Bólkur:Varaløgmenn í Føroyum]]

[[da:Thorstein Petersen]]
[[hu:Thorstein Petersen]]
[[no:Thorstein Petersen]]

Endurskoðan frá 8. mar 2013 kl. 15:03

Thorstein Petersen.

Thorstein Petersen (21. august 18994. mai 1960) var løgfrøðingur, politikari fyri Fólkaflokkin og fyrsti stjóri hjá Sjóvinnubankanum.

Thorstein Petersen varð borin í heim í Havn 21. august 1899. Aftan á barnaskúlagongd fór hann til Danmarkar at taka studentsprógv og lesa løgfrøði við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Tá hann í 1928 hevði staðið løgfrøðisprógv, kom hann aftur til Havnar, har hann setti seg niður sum sakførari. Í 1932 gjørdist hann stjóri í nýstovnaða Sjóvinnubankanum og sat í hesum starvi fram til kreppuna hjá Sjóvinnubankanum í 1951.

Tíðliga kom hann upp í politikk. Hann sat á tingi fyri Fólkaflokkin í Suðurstreymoy 1940-1954, og var fleiri skeið tingformaður. Hann var landsstýrismaður 1950-1951 og fólkatingsmaður 1943-1950, varð aftur valdur á fólkating í 1957, men misti valbærið orsakað av leikluti sínum í Sjóvinnubankamálinum í 1951. Hann doyði 4. mai 1960.

Politiska lívsleiðin

Sí eisini

  • Mohr, Høgni: Men hvar er tann nevin sum slær, Sprotin 2012, ISBN 98-99918-71-80-6

Keldur

  • Løgtingið 150 - Hátíðarrit. Tórshavn 2002, Bind 2, s. 339 (PDF-Download)