Munurin millum rættingarnar hjá "Sandvík"
s r2.7.2) (bottur leggur aftrat: eo:Sandvík |
s Bot: Migrating 12 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q1025816 (translate me) |
||
Linja 68: | Linja 68: | ||
[[Bólkur:Bygdir í Føroyum]] |
[[Bólkur:Bygdir í Føroyum]] |
||
[[Bólkur:Suðuroy]] |
[[Bólkur:Suðuroy]] |
||
[[da:Sandvík]] |
|||
[[de:Sandvík]] |
|||
[[en:Sandvík]] |
|||
[[eo:Sandvík]] |
|||
[[hu:Sandvík]] |
|||
[[nl:Sandvík]] |
|||
[[no:Sandvík]] |
|||
[[os:Санвуйк]] |
|||
[[pt:Sandvík]] |
|||
[[ro:Sandvík]] |
|||
[[sk:Sandvík]] |
|||
[[sv:Sandvík]] |
Endurskoðan frá 8. mar 2013 kl. 14:05
| ||
Postnummar | FO 860 | |
Kommuna | Hvalbiar kommuna | |
Markatal | - | |
Íbúgvar (2009) | 95 | |
Sandvík er ein bygd í Suðuroynni. Sandvík er niðursetubygd og vóru tað hvalbingar, ið komu hagar um 1815. Tá kallaðist víkin Hvalvík, seinni varð navnið broytt til Sandvík. Sandvík er norðasta bygdin í Suðuroynni. Nærmasta grannabygd er Hvalba. Hesar báðar bygdir vóru bundar saman við einum tunnli í 1969. Sandvíkartunnilin er 1500 metrar langur, hann hevur eina koyribreyt og fleiri møtipláss. Tunnilin er 2,8 metrar høgur og er hann lægsti tunnil í Føroyum.[1]
Víkingabygd
Sjálvt um Sandvík er niðursetubygd, so hava fólk tó búð í Sandvík í Víkingatíðini. Bygdin er nevnd í Føroyingasøgu við navninum Sandvík, og har búði Torgrímur illi. Hann var eingin vinmaður við Sigmund Brestisson, ið vildi hava Føroyar at vera skattland Noregs kongs. Tá ið Tróndur í Gøtu við sínum monnum søkti at Sigmundi, noyddist hesin at loypa í havið og svimja alla leið úr Skúvoy til Sandvíkar. Har beindi Tórgrímur fyri honum og tók gullringin, sum Sigmundur hevði um armin.
Sandvík ella Hvalvík
Sandvík var ikki bygd aftur fyrrenn millum 1813-1816. Frá miðøld og fram í 20. øld hevur bygdin itið Hvalvík. Hetta var ikki heppið, tí onnur bygd við sama navni var í Føroyum. Í 1911 varð tí ásett, at henda bygdin í Suðuroy skuldi fáa sítt gamla navn, Sandvík, aftur.
Húsið uttan Ánna
Í 1866 bygdi Niels Jacob Olsen húsini Uttan Ánna, sum í dag er forminnissavn. Húsini eru tey fyrstu, sum eru bygd uttan fyri ta stóru ánna, ið rennur mitt gjøgnum bygdina.
Onnur gomul hús
Fleiri gomul hús og bygningar eru í bygdini, m.a. er ein gomul smiðja, sum Tummas Thomsen átti. Eisini er ein gamal handil fra 1877, sum var úthandil hjá handilsmonnunum á Tvøroyri. Tað var Jens Marius Nielsen, sum var seinasti handilsmaður har.
Ásmundarstakkur
Vestan fyri Sandvík liggur Ásmundarstakkur, ið er ein stórur klettur, sum einaferð var fastur í landinum, men ikki longur. Eitt lítið sindur longur suðuri liggur Tvørgjógv (Neytakonugjógv), har níggju neytakonur gingu seg útav í mjørka. Tunnilin til Sandvíkar kom ikki fyrr enn í 1970, men tunnilin er ikki tíðarhóskandi longur.
Brot úr Sandvíkssanginum
Lag: Højt over fjellet (skjótari tempo) Engedahl & Stordahl: Midnattsolens land.
- Sandvík, mín heimbygd, kær tú mær er,
- prúðasta bygd í føroyum tú er,
- gitin tú er um landið alt,
- aldrin tú gloymast skalt.
Myndir
-
Minnisvarði í Sandvík til minnis um rithøvundan Martin Joensen
-
Minnisvarði til minnis um Sigmund Brestisson. Søgnin sigur, at hann bleiv dripin í Sandvík.
-
Sandvík, sæð frá staðnum beint við tunnilsmunnan á Sandvíkstunnlinum
-
Sandvíkar kirkja
-
Ásmundarstakkur
-
Brúgvin um Glyvrabergsgjógv til Rituskor
-
Neyst í Sandvík
Keldur
- Faroestamps.fo - Sandvík.
- Blað 1 - Des. 2006 - 8 flokkur í Hvalba.
- Landsverk.fo
Slóðir úteftir
- hvalba.fo, Hvalbiar kommuna.
- Myndir úr Sandvík á Flickr.com