Munurin millum rættingarnar hjá "Bøur"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
ZéroBot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: es:Bøur
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 14 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q855276 (translate me)
Linja 47: Linja 47:
[[Bólkur:Bygdir í Føroyum]]
[[Bólkur:Bygdir í Føroyum]]
[[Bólkur:Vágar]]
[[Bólkur:Vágar]]

[[da:Bøur]]
[[de:Bøur]]
[[en:Bøur]]
[[eo:Bøur]]
[[es:Bøur]]
[[fr:Bøur]]
[[hu:Bøur]]
[[nl:Bøur]]
[[nn:Bøur]]
[[no:Bøur]]
[[os:Бёвур]]
[[pl:Bøur]]
[[ro:Bøur]]
[[sv:Bøur]]

Endurskoðan frá 8. mar 2013 kl. 03:03

Bøur
Bøur á Føroyakortinum.
Postnummar FO 386
Kommuna Sørvágs kommuna
Markatal 18
Íbúgvar (2005) 70

Bøur er ein bygd í Føroyum, ið er í Vágum vestan fyri Sørvági á norðara armi á Sørvágsfirði.

Tey gomlu húsini í bygdini liggja í einum trunka við smølum túnum ímillum, og vestast stendur hugnaliga kirkjan, sum er bygd í 1865. Útsýnið út móti Tindhólmi, Gáshólmi og Drongunum er helst tað stórbærasta og vakrasta í Føroyum. Fram við strondini er ein lítil sandur, og síðan 1972 er loyvt at drepa grind her.

Bøur er gomul bygd, nevnd í Hundabrævinum frá um 1350, men er helst væl eldri. Hon er eisini gomul kirkjubygd, og í skrivligum keldum er nevnt, at kirkja var í Bø í 1710. Nær fyrsta kirkjan í Bø varð bygd er ikki greitt.

Eiriksboði

Tann kendasta søgnin úr Bø er um arvastríð. Tveir brøður, Símun og Eirikur, áttu alla jørðina í bygdini í felag, og Eirikur strongdi á at fáa býtt teirra millum. Tað endaði við, at Eirikur drap Símun og fór til bispin í Kirkjubø at lýsa víggið. Bispur lovaði honum fyrigeving, um hann gav kirkjuni og bispi góðar bøtur. Eirikur játtaði, og semjan varð skorin á eitt trækelvi. Eirikur so vestur aftur, og komin inn um Sund, helt hann seg vera komnan úr øllum vanda, men tá reistist ein boði seg og holvdi bátin, og Eirikur druknaði. Boðin eitur Eiriksboði og liggur innan fyri Tindhólm stutt úr landi.

At stjala eld

Eigindómurin í bygdini er 18 merkur innan- og uttangarðs, og av hesum eru 13¼ mørk kongsjørð og 4¾ mørk óðalsjørð. Ein søgn sigur frá, hvussu tað bar til, at meginparturin av jørðini fór undir kong. Tá hevur bygdin verið lítil, kanska bert tann eini garðurin. Eldurin á grúgvuni var útkólnaður, og fyri at fáa eld aftur mátti farast í grannabygdina at biðja lív,og hetta var hildið at vera skomm. Ein arbeiðskona var send inn til Sørvágs við ílæti at bera eld í. Eingin var inni, og hon tók nakrar gløður av grúgvuni og fór so rennandi aftur til Bíggjar. Men tá ið hon kom nakað áleiðis, fór at rúka úr ílætinum, og hetta var sætt úr Sørvági og meldað til myndugleikarnar. Tá fór henda jørðin undir kong.

Myndasavn

Kelda

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið