Munurin millum rættingarnar hjá "Tinganes"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
TjBot (kjak | íkøst)
s r2.7.2) (bottur leggur aftrat: nds:Tinganes
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 16 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q513509 (translate me)
Linja 13: Linja 13:


[[Bólkur:Tórshavn]]
[[Bólkur:Tórshavn]]

[[be:Паўвостраў Тынганес]]
[[be-x-old:Тынганэс]]
[[da:Tinganes]]
[[de:Tinganes]]
[[en:Tinganes]]
[[hu:Tinganes]]
[[is:Þinganes]]
[[it:Tinganes]]
[[nds:Tinganes]]
[[nl:Tinganes]]
[[no:Tinganes]]
[[os:Тинганес]]
[[pl:Tinganes]]
[[pt:Tinganes]]
[[ru:Тинганес]]
[[sv:Tinganes]]

Endurskoðan frá 7. mar 2013 kl. 23:31

Tinganes. Nes millum Eysturu Vág og Vestaru Vág í Tórshavn, har ting hevur verið hildið frá fornari tíð.

Tinganes, har Landsstýrið heldur til, býtir Havnina í tveir partar. Í Tinganes og á Reyni eru eisini tey elstu húsini í Havn. Býráðið og Landsstýrið gera nógv fyri at varðveita henda býarpart. Í miðøld eru handilsbygningarnir hjá kongliga einahandlinum bygdir í Tinganesi. Gomlu bygningarnir í Tinganesi hýsa í dag Føroya Landsstýri. Munkastovan í tveimum hæddum á múraðari grund, 4,5 metrar breið og 5,5 metrar long, múrarnir eru 1,5 metrar tjúkkir. Eysturendin er bygdur áfastur við vesturendan á Leigubúðini. Kjallararnir undir henni eru múraðir við skilpi júst sum í Kirkjubø. Stokkastovan í Tinganesi er í tí líki, hon nú er, neyvan eldri enn frá 1600-árunum.

Í Tinganesi eru gamlir bygningar. Ytsi oddin á nesinum var fyrr eitt sker, leyst frá landi. Úti á hesum skerinum var tingið sett. Har var tað, at Sigmundur Brestisson um ár 998 fyrstu ferð boðaði kristindómin í Føroyum, og her varð Karl hin Mørski dripin, hann, sum var komin higar til Føroya at krevja inn skattir fyri norska kongin Ólav Halga. Seinni varð skerið gjørt landfast, og har um vegir bygdu teir monopolhandilin (kongahandilin), sum tá var einasti handil í Føroyum. Har úti stendur enn tað gamla húsið Munkastovan, sum man vera elsta húsið í Tórshavn, og har er hitt illa gitna fangahúsið Portugálið við spískasteini í kjallaranum. Hin gamla Havnarbygdin stóð mest á Tinganesi, har var tættbygt, húsini vóru yvirhøvur smá, og túnini krókut og trong, og nakað so er har enn.

Myndasavn