Munurin millum rættingarnar hjá "Mykines"
s →Søga |
s Bot: Migrating 29 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q213372 (translate me) |
||
Linja 79: | Linja 79: | ||
[[Bólkur:Mykines|*]] |
[[Bólkur:Mykines|*]] |
||
[[be:Востраў Мічынес]] |
|||
[[be-x-old:Мічынэс (востраў)]] |
|||
[[cs:Mykines]] |
|||
[[da:Mykines]] |
|||
[[de:Mykines]] |
|||
[[el:Μυκήνες (Φερόες)]] |
|||
[[en:Mykines]] |
|||
[[eo:Mykines]] |
|||
[[es:Mykines]] |
|||
[[fi:Mykines]] |
|||
[[fr:Mykines]] |
|||
[[gv:Mykines, Ellanyn ny Geyrragh]] |
|||
[[he:מייקינס]] |
|||
[[hu:Mykines]] |
|||
[[id:Mykines]] |
|||
[[is:Mykines]] |
|||
[[it:Mykines (Fær Øer)]] |
|||
[[ja:ミキネス島]] |
|||
[[nl:Mykines (Faeröer)]] |
|||
[[nn:Mykines]] |
|||
[[no:Mykines]] |
|||
[[os:Мичинес]] |
|||
[[pl:Mykines]] |
|||
[[pt:Mykines]] |
|||
[[ro:Insula Mykines]] |
|||
[[ru:Мичинес (остров)]] |
|||
[[sk:Mykines]] |
|||
[[sv:Mykines]] |
|||
[[vi:Mykines]] |
Endurskoðan frá 6. mar 2013 kl. 23:39
Mykines | |
---|---|
Landafrøði
| |
Vídd | 10,0 km² |
Vatn | 0,0 %
|
Umsiting | |
Land | Føroyar |
Íbúgvalæra | |
Fólkatal | 17 [1] (2011) |
Íbúgvatættleiki | 1,9 /km² |
Mykines er vestasta oyggj í Føroyum og har búgva 11 fólk. Mykines er við sínum umleið 11 km2 eyðkend við sínum ríka fuglalívi. Her heldur súlan til saman við ørgrynnu av lunda og øðrum fugli. Oyggin er fevnd av lívi og ljóði allan sólarringin. Millum Mykines og Vágar er Mykinesfjørður, og hólmurin er skildur frá oynni av Hólmgjógv, men millum hólmin og oynna er brúgv. Súlan syglir summarhálvuna. Um veturin er tað tyrlan, ið røkir farleiðina. Tyrlan flýgur hvønn mikudag, fríggjadag og sunnudag, alt árið við fólki og farmi.
Mykines er umleið 11 ferðkilometrar til støddar og er tann oyggin, ið liggur longst vestur í Føroyum. Á henni búgva umleið 10-15 fólk (2006), hóast har eru eini 40 hús. Ein skúli er á oynni, bygdur í 1894 og ein kirkja, bygd í 1879. Hóast fá fólk búgva á oynni, so koma nógv fólk har um summari og fyri 60 árum síðani búgu millum 160-180 fólk har. Har er nógvur fuglur og eisini ganga yvir 1000 seyðir har.
Mykines er eisini kendar orsakað av málaranum Sámal Joensen-Mikines, ið man verða ein av teimum kendastu í Føroyum og blívur oftani bara nevndur Mikines. Hann var føddur í 1906, livdi í Innistovu og í dag er verksmiða hansara eitt gistingarhús og eitur Kristianshús. Mikines hevur málað yvir 25 málningar og eru teir sera eftirspurdir í Føroyum.
Søga
Fyrstu ferð navnið kemur fram er í miðalaldarbrævinum, "Skipan um tingfaratoll" frá umleið 1400. Í jarðar- og roknskaparbókunum frá 1584, sum eru skrivaðar á donskum, finna vit formin Myggennes. Navnið Mykines hevur verið nógv umrøtt millum granskarar. Ósemja er um, hvat navnið merkir.
Plantufrøðingurin Jóhannes Jóhansen vísir í sínum kanningum á, at menn eru byrjaðir at dyrka havra í Mykinesi umleið ár 650 – "menn" vil í hesum føri óiva siga keltar, serliga munkar og eremittar. Tað norrøna landnámið kom umleið 2 øldir seinni og er sermerkt við at dyrka bygg. Innanfyri hesar báðar øldir hava keltar búðsett seg í Føroyum, og hava millum annað lagt eftir seg staðarnøvn.
Mykines hevur – eins og hinar útoyggjarnar – verið fyri stórum broytingum. Tað mesta av fólkinum er flutt inn á fastlandið. Ein orsøk til hesa fráflyting er, at einki var at forvinna á útoyggjunum. Fyri at fáa eina fatan av, hvussu ógvislig hendan minking í fólkatali hevur verið innan fyri eitt stutt áramál, skulu nevnast nøkur íbúgvaratøl. Í 1930 búðu umleið 200 fólk í Mykinesi, í 1979 vóru 35 fastbúgvandi og í 1999 búðu 7 fólk har versturi. Innanfyri 70 ár er fólkatalið minkað niður í nærum einki. Men eina ferð hevur ríkt felags- og bygdalív verið har – tað ber kirkja, skúli, dansistova og svimjihylur boð um.
Í september 1970 rendi eitt flogfar hjá Icelandair við 34 fólkum umborð á fjallið Knúk. Flogskiparin og 7 ferðafólk doyðu[2].
Vinnuvegir
Vinnuliga virksemi í Mykinesi er landbúnaður, 3 kongsfestir eru. Hóast landbúnaðurin er ein uppløgd vinnugrein í Mykinesi, eru eisini serliga góðir møguleikar í einari komandi ferðavinnu. Mykines er væl umtókt ferðamál, bæði hjá føroyingum og útlendingum. Umleið 10.000 ferðafólk eru í Mykinesi um árið. Ferðafólkastreymurin til Mykinesar er vaksandi men verður hendan vinna málrættað og samskipað kann hon gerast inntøkugrundarlag bæði hjá íbúgvunum og hjá kommununi. Av øðrum virksemi er umsiting av strandferðsluni, posti, tyrlupalltænasta, SEV, o.l. Hartil er Kristianshús, sum veitur innivist og tænastur til vitjandi. Arbeitt verður í løtuni við at byggja gistingarhús, savn og atelier. Hetta er eitt tiltak, ið er málrættað ferðavinnuni. Mykines er á allan hátt eitt náttúruvakurt stað. Og serstakliga áhugaverd hjá ferðafólki at vitja. Tað er serliga Mykineshólmur við og súlunum og vitanum, eins og tað stóra og lætt atkomiliga lundalandið sum dregur. Náttúran er fjølbroytt og stórbar, fuglameingið er stórt eins og plantulívið. Bygdin er gomul og hevur eina ríka søgu. Alt umhvørvið ber boð um eina gamla sagnbundna oyggj, har fólkið hevur búleikast undir serliga óhøgligum korum.
Fólkatalsfrøði
Fólkavøkstur í Mykines síðan 1769
Ár | Fólkatal |
---|---|
1769 | 61 |
1801 | 75 |
1834 | 93 |
1840 | 95 |
1845 | 99 |
1850 | 100 |
1855 | 111 |
1870 | 114 |
1890 | 154 |
1925 | 179 |
1940 | 170 |
2003 | 19 |
Keldur
- ↑ http://www.hagstova.fo/portal/page/portal/HAGSTOVAN/Hagstova_Foroya/Hagtalsgrunnur/ibugvav_val/FOLKBYGDAR
- ↑ Dimmalætting 22. februar 2013