Munurin millum rættingarnar hjá "Alabama"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
ZéroBot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: pa:ਅਲਾਬਾਮਾ
Linja 156: Linja 156:
[[oc:Alabama]]
[[oc:Alabama]]
[[os:Алабамæ (штат)]]
[[os:Алабамæ (штат)]]
[[pa:ਅਲਾਬਾਮਾ]]
[[pam:Alabama]]
[[pam:Alabama]]
[[pap:Alabama]]
[[pap:Alabama]]

Endurskoðan frá 5. mar 2013 kl. 06:56

Flagg Skjøldur
Land: USA USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Montgomery
Størsta býur: Birmingham
Innlima: 14. desember 1819
Guvernørur: Robert J. Bentley (R)
Vídd: 135,765 km²
Íbúgvar (2011): 4,779,736
fyri km²: 33.84/km²
Tíðarzona: UTC -6/-5/
Heimasíða: www.alabama.com

Alabama (enskt: State of Alabama) er ein lutstatur í Sambandsríki Amerika við umleið 4,7 mió. íbúgvar. Høvuðsstaðurin er Montgomery og størsti býur er Birmingham. Í norðri hevur Alabama mark við Tennessee, í eystri við Georgia, í suðri við Florida, og í vestri við Mississippi. Í 1819 bleiv hann lutstatur í USA. Eyknevni hansara er Gulhamarstaturin (enskt: The Yellowhammer State).

Búskapur

Afroamerikanska fólkið í Alabama er ættað frá afrikonsku trælunum, sum við valdi vórðu fluttir til Alabama at arbeiða í lundunum.

Bummull verður slitin í alt Alabama. Suður móti Meksikohavi er ógvuliga heitt og váligt við hvørt, og tað er veðurlag, sum hóskar bummullini, meðan hon stendur í vøkstri, kulda tolir hon ikki, og tað kann henda, tá ið hann legst við høgætt, at hon kann gera stóran skaða upp á bummullina. Bummullargarðarnir eru oftast ógvuliga stórir í Alabama, og fyrr tørvaði teimum heilt nógv arbeiðsfólk. Nú nýta teir maskinur at heysta bummullina við, og hetta hevur ført við sær, at arbeiðsfólkið á gørðunum er nógv minkað í tali. Fyrr í tíðini høvdu teir trælir, sum teir førdu úr Liberia, í 1863 gjørdust menninir frælsir.

Annars verður nógv av soyabønum dyrkað í Alabama, og suður móti Meksikohavi er so ógvuliga heitt, at har veksur bæði appilsinir, sukurrør, rís og aðrar fruktir. Um summarið liggur hann mest inn av Meksikohavinum, og luftin verður tá bæði slavin og heit. Tá er tað, teir herviligu meldurstormarnir, sum eru lágtrýststormar, taka seg upp og sora alt, sum fyri er.

Sí eisini

 USA