Munurin millum rættingarnar hjá "Madeleine Albright"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Xqbot (kjak | íkøst)
TjBot (kjak | íkøst)
s r2.7.2) (bottur leggur aftrat: jv:Madeleine Albright
Linja 35: Linja 35:
[[it:Madeleine Albright]]
[[it:Madeleine Albright]]
[[ja:マデレーン・オルブライト]]
[[ja:マデレーン・オルブライト]]
[[jv:Madeleine Albright]]
[[ko:매들린 올브라이트]]
[[ko:매들린 올브라이트]]
[[lt:Madeleine Albright]]
[[lt:Madeleine Albright]]

Endurskoðan frá 5. mar 2013 kl. 06:21

Madeleine Albright í 1997.

Madeleine Korbel Albright (15. mai 1937 í Prag, Kekkia) er fødd í Prag í 1937. Familjan, sum var jødisk, flýddi undan nazistunum, og tað mesta av barnaárunum búði Albright í Onglandi. Eftir kríggið var hon nøkur fá ár í Kekkia, og í 1948 búsettist hon í Amerika, 11 ára gomul. Hon tók útbúgving í søgufrøði og bleiv seinri professari.

Í 1993 varð hon útnevnd til ST-ambassadør fyri USA. Í 1996 útnevndi Bill Clinton, forseti, hana sum utanríkisráharra nr. 64 í Amerika – og tann fyrsta kvinnuliga. Hon fór frá í 2001 og starvast nú sum søguprofessari við Georgetown University í Washington DC. Haraftrat er hon virkin í vinnulívinum, m.a. sum ráðgevi. Hon dugir qua sína positión og sítt globala netverk avbera væl at sparka hurðar upp.

Hon hevur skrivað endurminningar við heitinum "Madam Secretary" (2003). Í bókini sigur hon m.a., at kvinnur mugu vera strategiskar, samstarva og netverka og hjálpa hvør aðrari til makt og ávirkan. Netverk – bæði við og uttan menn – er vegurin fram. Tað er Albright, sum eigur nógv brúkta sitatið: "Tað finst eitt serligt pláss í helviti fyri kvinnur, sum ikki hjálpa hvør aðrari".