Munurin millum rættingarnar hjá "Narsarsuaq"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
MerlIwBot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat: eu:Narsarsuaq
Makecat-bot (kjak | íkøst)
s r2.6.5) (bottur leggur aftrat: ar:نارسارسواك
Linja 10: Linja 10:
[[Bólkur:Býir og bygdir í Grønlandi]]
[[Bólkur:Býir og bygdir í Grønlandi]]


[[ar:نارسارسواك]]
[[da:Narsarsuaq]]
[[da:Narsarsuaq]]
[[de:Narsarsuaq]]
[[de:Narsarsuaq]]

Endurskoðan frá 2. mar 2013 kl. 05:18

Narsarsuaq flogvøllur stóran týdning bæði fyrr og nú.

Narsarsuaq er ein bygd í Suðurgrønlandi. Narsarsuaq, sum liggur í Narsaq kommunu, er í dag ein altjóða flogvøllur, sum amerikumenn bygdu í 1941. Hetta var fyrsta amerikanska flogstøð í Grønlandi, Blue West One av navni. Flogvøllurin varð nýttur undir øllum seinna heimsbardaga sum millumlendingarstøð á teininum Evropa og Norðuramerika. Umleið 6.000 fólk búleikaðust har tá. Hópur av sjúkrabarakkum vórðu bygdar har frá 1943 til krígslok at hýsa særdum stríðsmonnum frá víðvøllinum í Evropa. Tað er ein misskiljing, tá sagt hevur verið, at sjúkrabarakkirnar eisini vórðu nýttar undir Koreakrígnum, sum vardi frá 1950 til 1953. Í 1958 lótu amerikumenn vøllin frá sær. Í økinum er eitt ótrúliga áhugavert fornminnissavn av lutum, sum amerikumenn brúktu ta tíðina teir vóru har. Í 1959 - aftaná skipið "Hans Hedtoft" fórst - tóku danir yvir tænasturnar í Narsarsuaq. Ístænastan hevur síðani húsast her.

Plássið Narsarsuaq verður ídag nýtt sum altjóða flogvøllur. Hotellið við flogvøllin, sum umframt rekur vanligt hotellvirksemi, verður eisini í stóran mun nýtt til skeiðvirksemi, ráðstevnur o.a. Ídag búgva bert eini 180 fólk í Narsarsuaq, sum eru knýtt til flogvøllin. Har býr eisini onkur føroyingur. Í allari Narsaq kommunu búgva umleið 2.000 fólk.

Sí eisini