Munurin millum rættingarnar hjá "Richard Harris"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Makecat-bot (kjak | íkøst)
s r2.7.3) (bottur leggur aftrat: zh:李察·哈里斯
Makecat-bot (kjak | íkøst)
s r2.6.5) (bottur leggur aftrat: vi:Richard Harris
Linja 139: Linja 139:
[[tr:Richard Harris]]
[[tr:Richard Harris]]
[[uk:Річард Гарріс]]
[[uk:Річард Гарріс]]
[[vi:Richard Harris]]
[[zh:李察·哈里斯]]
[[zh:李察·哈里斯]]

Endurskoðan frá 23. feb 2013 kl. 05:42

Richard St. John Harris
Føddur 1. oktober 1930
Limerick Írland
Doyði 25. oktober 2002
London Bretland
Útbúgving sjónleikari
Yrki sjónleikari, sangari, sangskrivari, leikstjóri, filmprodjúsari, og rithøvundur
Trúgv Katolikk
Hjúnafelagi Elizabeth Rees-Williams (1957–1969)
Ann Turkel (1974–1982)
Børn Damian Harris
Jared Harris
Jamie Harris

Richard St. John Harris (* 1 Oktober 1930 í Limerick í Írlandi – † 25 Oktober 2002 í London í Bretlandi) var ein Írskur sjónleikari, sangari, sangskrivari, leikstjóri, filmprodjúsari, og rithøvundur.

Yngru árini

Richar Harris var nr. fimm av nýggju systkjum í eini miðalstættar katólskari familju. , pápin Ivan Harris átti eina mjølmyllu. Hann gekk í skúla í Jesuittaskúlanum Crescent College í Limerick. Sum ein talentríkur rugbyspælari, var hann við á fleiri rugbyliðum í býnum har hann m.a. vann eina Munster Senior Cup medalju í 1954 við Garryowen. Richard hevði ambitiónir um at koma á á írska rugbylandsliðið, men tuberklar settu eina forðan fyri hesum, men hann var verðandi ein íðin rugbyfjeppari til sín doyggjandi dag. Eftir at vera komin yvir tuberklasjúkuna avgjørdi Richard Harris at fara á sjónleikaraskúla í London, har hann slapp inn á London Academy of Music and Dramatic Art (LAMDA) at læra sjónleik.

Karriera

Harris byrjaði sína filmskarrieru í 1958 í filminum Alive and Kicking. Hann hevði eisini ein minniligan leiklut í filminum The Guns of Navarone.

Í 1962 spældi Harris's í filminum Mutiny on the Bounty, saman við Trevor Howard og Marlon Brando.

Fyrsti høvuðsleiklutur hjá Harris var í filminum This Sporting Life í 1963, sum tann beiski ungi kolanámsarbeiðarin, Frank Machin, ið gerst ein kendur rugby spælari. Fyri hendan leiklutin vann Harris prísin best actor í 1963 á Cannes Film Festivalinum. Eftir hetta hevði hann fleiri leiðandi leiklutir ígjøgnum 1960'ini.

I 1970'unum hevði hann hetjuleiklutin í spenningsfilmunum "Golden Rendevous" og "The Cassandra Crossing" og eisini eru filmarnir "A man called Horse" og "A Man called Horse returns" kendir frá hesum tíðarskeiði.

Flestu kenna Richard Harris sum Albus Dumbledore i tveimum teimum fyrstu filmunum í filmsrøðini Harry Potter. Han bleiv seinnu árini útvaldur til nógvar ymsar leiklutir, t.d. Sulla í Julius Cæsar, Dr. Andreas Tork í Frøken Smillas fornemmelse for sne og ikki minst Marcus Aurelius í stórfilminum Gladiator.

Í 1968 hevði hann eitt tónleikahitt við lagnum "MacArthur Park".

Richard Harris doyði av krabbameini stutt áðrenn upptøkurnar til tann triðja Harry Potter-filmin Harry Potter og Fangin frá Azkaban byrjaðu.

Minnisvarðar

30 September 2006 varð ein bronzu standmynd av einum ungum Richard Harris ið spælir racquetball í Kilkee í Co. Clare avdúkað av sjónleikaranum Russel Crowe ið var persónligur vinur við Richard og spældi saman við honum í filminum Gladiator frá 1999.

Ein onnur standmynd ið avmyndar Richard Harris sum King Arthur í filminum Camelot er reist í Bedford Row í Limerick, hendan standmynd hevur fingið nógva mótstøðu, tí fólk í Limerick meta at hon als ikki líkist Richard Harris.

The Richard Harris Award for Outstanding Contribution by an Actor er ein 'British Independent Film' Prísur ið varð innførdur í 2003 og er uppkallaður eftir Richard Harris.

Við BAFTA handanina í 2009, ognaði Mickey Rourke sín 'Best Actor award' til Harris, ið hann segði var ein "góður vinur og ein framúrskarandi sjónleikari."

Filmografi

Discografi

Albummir

  • Camelot (Motion Picture Soundtrack) (1967)
  • A Tramp Shining (1968)
  • The Yard Went On Forever (1968)
  • My Boy (1971)
  • The Richard Harris Love Album (1972)
  • Slides (1972)
  • His Greatest Performances (1973)
  • Jonathan Livingston Seagull (1973)
  • The Prophet (1974)
  • I, in the Membership of My Days (1974)
  • Camelot (Original 1982 London Cast recording) (1982)
  • Mack The Knife (Original Soundtrack) (1989)
  • The Apocalypse (2004) the story of John the Apostle on Island named Patmos

Singles

  • "Here in My Heart (Theme from This Sporting Life)" (1963)
  • "MacArthur Park" (1968)
  • "Fill the World With Love" (1969)
  • "Ballad of A Man Called Horse" (1970)
  • "Morning of the Mourning for Another Kennedy" (1970)
  • "Go to the Mirror" (1971)
  • "My Boy" (1971)
  • "Turning Back the Pages" (1972)
  • "Half of Every Dream" (1972)
  • "Trilogy (Love, Marriage, Children)" (1974)
  • "The Last Castle (Theme from Echoes of a Summer)" (1976)
  • "Lilliput (Theme from Gulliver's Travels)" (1977)

Fløguútgávur (CD)

  • Camelot (Original 1982 London Cast Recording) (1988)
  • Mack the Knife (Motion Picture Soundtrack) (1989)
  • Tommy (studio recording) (1990)
  • Camelot (Motion Picture Soundtrack) (1993)
  • A Tramp Shining (1993)
  • The Prophet (1995)
  • The Webb Sessions 1968–1969 (1996)
  • MacArthur Park (1997)
  • Slides/My Boy (2 CD Set) (2005)
  • My Boy (2006)
  • Man of Words Man of Music The Anthology 1968–1974 (2 CD Set) (2008) *

Slóðir úteftir