Munurin millum rættingarnar hjá "Snjóhvíta og teir sjey dvørgarnir (1937 filmur)"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
LaaknorBot (kjak | íkøst)
s r2.7.3rc2) (bottur leggur aftrat: nn:Snehvit og de syv dvergene
s r2.7.2) (bottur strikar: nn:Snehvit og de syv dvergene
Linja 78: Linja 78:
[[ms:Snow White and the Seven Dwarfs (filem 1937)]]
[[ms:Snow White and the Seven Dwarfs (filem 1937)]]
[[nl:Sneeuwwitje en de zeven dwergen (1937)]]
[[nl:Sneeuwwitje en de zeven dwergen (1937)]]
[[nn:Snehvit og de syv dvergene]]
[[no:Snehvit og de syv dvergene]]
[[no:Snehvit og de syv dvergene]]
[[pl:Królewna Śnieżka i siedmiu krasnoludków (film)]]
[[pl:Królewna Śnieżka i siedmiu krasnoludków (film)]]

Endurskoðan frá 19. feb 2013 kl. 03:20

Snjóhvíta og teir sjey dvørgarnir
Leikstjórar: David Hand
William Cottrell
Wilfred Jackson
Larry Morey
Perce Pearce
Ben Sharpsteen
Filmsskrivarir: Ted Sears
Richard Creedon
Otto Englander
Dick Rickard
Earl Hurd
Merrill De Maris
Dorothy Ann Blank
Webb Smith
Røddir: Adriana Caselotti
Lucille La Verne
Harry Stockwell
Pinto Colvig
Roy Atwell
Tónleikasmiðir: Frank Churchill
Paul Smith
Leigh Harline
Studio: Walt Disney Productions
Útgávudagur: 21. desember, 1937 (frumsýning)
4 februar, 1938 (USA)
Filmslongd : 83 min.

Snjóhvíta og teir sjey dvørgarnir er ein amerikanskur teknifilmur frá 1937, sum er grundaður á týska ævintýrið Snjóhvíta hjá Brøðrunum Grimm. Teknifilmurin er fyrsti animeraði langfilmur gjørdur í Amerika, og fyrsti filmur framleiddur av Walt Disney Productions.

Snjóhvíta og teir sjey dvørgarnir varð frumsýndur tann 21. desember 1937 á Carthey Circle Theatre og var síðani givin út um allan heim av RKO Radio Pictures 4. februar 1938.

Søgugongd

Í forleikinum verður greitt frá, at Snjóhvíta er ein prinsessa sum býr saman við sínari óndu og fáfongdu stjúkmóðir. Pápin hjá Snjóhvítu er deyður, og stjúkmóðurin hevur tikið yvir ríkið. Stjúkmóðurin óttast vakurleikan hjá Snjóhvítu og spyr tí hvønn dag sín ganda spegil: "Hvør er vakrast av øllum?". Í mong ár svarar ganda spegilin, at stjúkmóðurin er vakrast av øllum.

Men so ein dagin svarar ganda spegilin, at vakrast av øllum er nú Snjóhvíta. Drotningin verður øvundsjúk og gevur einum veiðimanni boð um at fara út í skógin við Snjóhvítu fyri at drepa hana. Sum prógv skal veiðimaðurin hava við sær aftur hjarta hjá Snjóhvítu. Veiðimaðurin hittir Snjóhvítu, men klárar ikki at drepa hana. Ístaðin biður hann hana flýggja út í skógin fyri ongantíð at venda aftur. Heim aftur við sær tekur hann eitt svínahjarta.

Her síggjast seks av teimum sjey dvørgunum

Bangin og vilst hittir Snjóhvíta nøkur skógardýr, sum leiða hana til eina smáttu langt inni í skóginum. Hon tekur sær av óruddiligu smáttuni, av tí at hon heldur, at nøkur foreldraleys børn munna búgva har. Hon finnur seinni útav at 7 dvørgar, sum arbeiða í einum nærliggjandi námi, búgva í smáttuni. Tá dvørgarnir koma heim frá arbeiði, verða teir bangnir, tí teir síggja, at onkur hevur verið í smáttuni. Teir finna Snjóhvítu sovandi tvørtur um 3 lítlar sengur. Snjóhvíta vaknar og greiður frá, hvør hon er, og dvørgarnir bjóða henni vælkomnan í heim teirra. Snjóhvíta verður búgvandi og heldur hús, meðan dvørgarnir arbeiða, syngja, spæla tónleik og dansa í náminum um náttina.

Av tí at ganda spegilin framvegis sigur at Snjóhvíta er vakrast av øllum, veit drotningin at hon ikki er deyð. Við gandi umskapar drotningin seg sjálva til eina gamla gívur og eitrar eitt súrepli við ”sovandi deyða”. Um Snjóhvíta bítur av súreplinum vil hon sovna so djúpt at bert kærleikans fyrsti kossur kann vakja hana. Drotningin ætlar at dvørgarnir síðani skulu halda at hon er deyð og tí jarða hana livandi.

Drotningin ferð til smáttuna meðan dvørgarnir eru úti. Har lokkar hon Snjóhvítu at bíta av súreplinum. Tá Snjóhvíta bítur av súreplinum rópar drotningin ”Nú eri eg tann vakrasta í landinum!” Dvørgarnir, sum júst eru ávaraðir um drotningina av skógardýrunum, jagstra drotningina uppá ein klett. Hon roynir at rulla steinar á teir, men toran slær niður í klettin og drotningin doyr.

Dvørgarnir venda aftur til smáttuna og halda seg finna Snjóhvítu deyða. Teir taka avgerð um ikki at jarða hana soleiðis at teir ikki síggja hana, men ístaðin leggja hana í eina glaskistu á einum berum plássi í skóginum. Eina tíð seinni kemur ein prinsur framvið kistuni. Hann hevur fyrr møtt Snjóhvítu og var vorðin forelskaður í henni. Hugtikin av vakurleika hennara kyssir hann hana og Snjóhvíta vaknar. Dvørgarnir og øll dýrini eru ovurfegin. Prinsurin tekur Snjóhvítu við heim til sína borg.

Keldur