Munurin millum rættingarnar hjá "Tjóðsangur"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
EmausBot (kjak | íkøst)
s r2.7.2+) (Bottur: Broytir hy:Պետական օրհներգ til hy:Օրհներգ
CarsracBot (kjak | íkøst)
s r2.7.2) (bottur leggur aftrat: min:Lagu kabangsaan
Linja 92: Linja 92:
[[map-bms:Lagu kebangsaan]]
[[map-bms:Lagu kebangsaan]]
[[mg:Hiram-pirenena]]
[[mg:Hiram-pirenena]]
[[min:Lagu kabangsaan]]
[[mk:Национална химна]]
[[mk:Национална химна]]
[[ml:ദേശീയഗാനം]]
[[ml:ദേശീയഗാനം]]

Endurskoðan frá 14. feb 2013 kl. 21:13

Føroyar og Italia spældu landsdyst 2. september 2011 á Tórsvølli. Hetta er beint áðrenn dystir, her syngja italiumenn teirra tjóðsang.
"Mítt alfagra land" ella "Tú alfagra land mítt" er tjóðsangurin hjá Føroyum.

Ein tjóðsangur er ein sum oftast ein tjóðskaparsinnaður sangur ella tónleikur, sum skal vera eitt symbol fyri eitt ávíst land til almennar hendingar ella stevnur av ymiskum slag, t.d. verða tjóðsangirnir altíð spældur beint áðrenn ein almennur fótbóltslandsdystur byrjar, og tá heiðursmerkjahandan er á t.d. OL, so hoyrist eitt brot av tónleikinum til tjóðsangin hjá tí landi sum vann gullið. Ein tjóðsangur kann vera formliga viðurkendur sum tjóðsangur av myndugleikunum í einum landi, men hann kann eisini vera uttan formliga viðurkenning, men bert verða brúktur sum tjóðsangur.

Við menningini av tjóðum í 19. øld og 20. øld havt mest sum øll lond valt ein tjóðsang. Í summum londum eru eisini regiónalir tjóðsangir, har lutastatir ella aðrar subtjóðar eindir hava teirra egna almenna ella óalmenna tjóðsang. Summar altjóða sambond, hava eisini teirra egna tjóðsang.

Tjóðsangir eru ofta skrivaðir sum ein hymna ella marsjur. Í Miðamerika brúka tey vanliga meira operalíknandi tónleikaverk. Summi lond brúka eina fanfaru.

Um tjóðsangurin hevur meira enn eitt vers, so er tað vanligt bert at syngja fyrsta versið (í Týsklandi er tað tó triðja versið). Ein tjóðsangur varir í meðal eitt minutt. Í londum, har tað er meira enn eitt alment mál, er tað sum oftast ein versjón á hvørjum av teimum almennu málunum, eitt nú í Belgia, Finlandi, Sveis og Suðurafrika. Tað eru fleiri dømi um lond sum hava felags tjóðarlag. Nevnast kann t.d., at Finland og Estland hava sama tjóðlag, men tjóðarsangirnir hava hvør sín tekst. Tað eru eisini fleiri lond, sum brúka sama tjóðlag, sum Stórabretland, men við øðrum teksti.

Í Føroyum hava vit tjóðsangin Tú alfagra land mítt, sum Símun av Skarði hevur yrkt og sum Peter Alberg gjørdi lagið til. Danmark hevur ein tjóðsang: Der er et yndigt land sum Adam Gottlob Oehlenschläger yrkti í 1823 og ein kongaligan tjóðsang Kong Christian stod ved højen mast, sum Johannes Ewald yrkti í 1779. Í Grønlandi brúka tey tjóðsangin Nunarput utoqqarsuanngoravit sum Henrik Lund hevur yrkt og Jonathan Petersen gjørdi lag til.

Keldur


Slóðir úteftir

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið