Munurin millum rættingarnar hjá "Agnar Artúvertin"
EileenSanda (kjak | íkøst) |
EileenSanda (kjak | íkøst) |
||
Linja 37: | Linja 37: | ||
==Slóðir úteftir== |
==Slóðir úteftir== |
||
* [http://www.rit.fo/support Rit.fo (Rithøvundafelag Føroya, Limir)] |
* [http://www.rit.fo/support Rit.fo (Rithøvundafelag Føroya, Limir)] |
||
{{DEFAULTSORT:Artúvertin, Agnar}} |
|||
[[Bólkur:Føroyskir rithøvundar]] |
[[Bólkur:Føroyskir rithøvundar]] |
Endurskoðan frá 10. feb 2013 kl. 20:25
Agnar Artúvertin (fyrr: Agnar Jógvansson) (føddur í Havn 21. desember 1979) er ein føroyskur rithøvundur, týðari og ummælari.[1] Hann týðir og skrivar stuttsøgur.
Agnar Artúvertin er uppvaksin í Kardamummubýnum í Havn. Seytjan ára gamal fór hann at yrkja og skriva, árið eftir at týða. Í 2000 varð ein søga hansara prentað í Varðanum, og ein onnur týdd til eitt svenskt tíðarrit.
Eitt tíðarskeið livdi hann av at rættlesa og umseta stuttar tekstir fyri føroysk, norsk og írsk tíðarrit. Hann er bachelorur í evropeiskum heimspeki og bókmentum frá Cambridge 2006, og verður væntandi kandidatur í vitanarmiðlan frá Keypmannahavn.
Nakrar týðingar, yrkingar og søgur eru prentaðar í Outsider Magasin, og tríggjar søgur í Vencli. Eisini er nakrar greinar, søgur, yrkingar og týðingar prentaðar í Dimmalætting.
Í 2012 gjørdist Agnar Artúvertin ritstjóri á føroyska tíðarritinum Varðanum.[2]
Útgávur
- Føroytraga, egið forlag, 2004
- Umskapanin, forlagið Eksil, 2007 (týðing)
- Søgur úr Túsund og einari nátt (týðing), forlagið Gwendalyn (2008)
- Smettihjartað og aðrar søgur (týðing), forlagið Gwendalyn (2008)
- Hálsketan og aðrar stuttsøgur (týðing), forlagið Gwendalyn (2008)
- Jahve kemur aftur. Yrkingar. 2009
- Sporvognurin. Skaldsøga. Forlagið Gwendalyn (2011)
Søgur, yrkingar og annað, sum er útgivið í Vencili
- Hundurin (stuttsøga). Nr. 2/2007, s. 61-62.
- Pestin (stuttsøga). Nr. 2/2007, s. 63-66.
- Søgan um Louis VI (stuttsøga). Nr. 2/2007, s. 67-74.
- Prometevs kvøður (yrking). Nr. 5/2008, s. 37.
- Eg minnist onki (yrking). Nr. 5/2008, s. 38-39.
- 1922 (yrking). Nr. 5/2008, s. 40-41.
- Paris (yrking). Nr. 6/2009, s. 97.
- Hann, ið týndi mannaættina. Nr. 6/2009, s. 93-96.
Týðingar í Vencili
- Tvær yrkingar / Charles Bukowski. Nr. 9/2010, s. 59-63.[3]
Keldur
- ↑ Listinblogg.dk Agnar Artúvertin ummælir Hanus Kamban
- ↑ Oyggjatidindi.com Agnar Artúvertin ritstjóri á Varðanum
- ↑ Vencil.wordpres.com, Agnar Artúvertin