Munurin millum rættingarnar hjá "Frakland"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
MerlIwBot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat: min:Parancih
Linja 237: Linja 237:
[[mhr:Франций]]
[[mhr:Франций]]
[[mi:Wīwī]]
[[mi:Wīwī]]
[[min:Parancih]]
[[mk:Франција]]
[[mk:Франција]]
[[ml:ഫ്രാൻസ്]]
[[ml:ഫ്രാൻസ്]]

Endurskoðan frá 7. feb 2013 kl. 19:14

Frakland - Frankaríki
République Française
Flagg Frakland
(Flagg Frakland)
Skjaldarmerki Frakland
(Skjaldarmerki Frakland)
Tjóðarslagorð:
Liberté, Égalité, Fraternité

(franskt: Frælsi, Javnaður, Brøðralag)

Tjóðsangur: La Marseillaise
Alment mál Franskt
Høvuðsstaður Paris
Forseti Nicolas Sarkozy
Forsætisráðharri François Fillon
Fullveldi Verdunavtalan 843
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
675,417 km²
0,26
Íbúgvar
 - tilsamans 2011
 - tættleiki
 
65,821,885
93.59/km²
Gjaldoyra Evro
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .fr
Telefonkota +33

Frakland ella Frankaríki er størsta land í Vesturevropa. Í norðri hevur Frakland mark við Belgia, Luksemburg, í eystri við Týskland, Sveis og Italia, og í suðri við Spania og Andorra. Paris er høvuðstaður Fraklands og aðrir stórir býir er Marseille, Lyon, Nice og Toulouse. Tað var í mai í 2007, at Nicolas Sarkozy tók við sum franskur forseti.

Søga

Í øldir var Frakland kongsveldi. Kongarnir lótu nógvar vakrar borgir byggja, sum til dømis Chenonceaux við ánna Loire. Alt hetta fekk bráðan enda í kollveltingini í 1789. Kongsveldið varð tikið av, og Ludvík 16. kongur og Maria Antoinette drotning vórðu hálshøgd alment. Í 1792 varð Frakland lýst tjóðveldi.

Franska Kollveltingin

Trikolorurin, trílitt flagg í reyðum, bláum og hvítum, var nýggja merkið í franska lýðveldinum.

Franska Kollveltingin var ein fullkomilig uppgerð við feudalu samfelagsskipanina. Síðan 1740 hevði Frakland verið í trimum stórum kríggjum og var avmergjað, og nú, ið grøðin sveik, ruku matvøruprísirnir upp. Kongur hevði einaveldi, og bannað var at finnast at stýrinum. Aðalin, ið enn stýrdi sum skattafrælsir feudalharrar, kroysti enn hægri avgjøld úr fátæku og alsamt ónøgdaru bóndunum, ið oman á alt guldu meginpartin av landsskattinum. Eisini miðalstætturin var ónøgdur. Ímillum teirra, sum tóku undir við kollveltingini, vóru keypmenn, arbeiðarar, hermenn og bøndur. Øll vóru tey samd um, at valdsharrarnir vóru farnir illa við teimum. Vaktur av upplýsingarheimspekini kravdi hann rætt og vald í samfelagnum. Í 1789 stevndi Ludvík 16. kongur stættatinginum saman fyri fyrstu ferð í 150 ár at greiða búskaparstøðuna í landinum. Í stættatinginum var prestastætturin hægst, so aðalstætturin og lægst triðistætturin, har øll hini vóru. Triðistætturin kravdi stættatingið tikið av og tjóðarting sett í staðin. Tá ið kongur og hinir báðir stættirnir noktaðu fyri hesum, kunngjørdi triðistættur, at hann var tjóðarting Fraklands. Stór mannamúgva herjaði á fangahúsið í París, Bastilluna, 14. juli, ið síðan hevur verið tjóðardagur Fraklands. Tjóðartingið gjørdi í skjótari vending nógvar broytingar, ið tóku av feudalskipanina. M.a. viðgitnu yvirlýsingina um mannarættindi og fólkaræðiliga grundlóg, sum var grundað á javnað, frælsi og brøðralag.

So hvørt sum teir víðgongdu kollveltingarmenninir fingu meiri vald, vórðu alt fleiri og fleiri fólk avrættað í falløksini. Tað galt eisini tey, sum høvdu staðið á odda fyri kollveltingini. Víðgongda kvinnurættindastríðskonan Maria Olymp de Gouges, varð avrættað í 1793. Tveir kendir kollveltingarmenn, løgfrøðingurin Georges Jacques Danton og ritstjórin Jacques René Hébert, vórðu avrættaðir eftir boðum frá hægsta kollveltingarmanninum, Maximilien Robespierre, sum sjálvur fekk somu lagnu í 1794. Falløksin, sum læknin J.I. Guillotin gjørdi, gjørdist ímyndin um fronsku kollveltingini. Hon stóð á tí, sum nú er Place de la Concorde í miðbýnum í París. Undir ræðslustýrinum vóru avrættingarnar ein blóðig sjón, sum dró stóra áskoðarafjøld. Hvassa blaðið á falløksini gjørdi, at tann deyðadømdi varð skjótt og menniskjaliga avrættaður. Blaðið fell niður á hálsin á tí deyðadømda, tá ið bøðilin slepti tognum. Høvd og kroppur á tí avrættaða vórðu borin burtur í kurvum og grivin í ómerktum hópgrøvum.

Politikkur

Landið verður stýrt úr høvuðsstaðnum Paris av forseta og fólkavaldari stjórn.

Mentan

Fronsk mentan, t.d. franskur matur og klædnamóti, hevur havt ávirkan um allan heim. Frakland er framkomið og ríkt ídnaðarland, hevur stóran leiklut í altjóða viðurskiftum og var eitt av teimun 6 londum, ið tóku stig til at stovna ES. Seinastu fimti árini er landið vorðið størsta landbúnaðarland í Evropa. Høvuðsgrøðin er hveiti, sukurrøtur, sólblómufræ, súrepli og vínber.

Fraklendingar kunnu erpa sær av at eiga heimsins skjótasta tok, TGV-tokið, sum kann koyra 515 km/t.

Paris, ið er báðumegin Seineá, er høvuðsstaður Fraklands og mentanarligur og polotiskur miðdepil í landinum. Hann er ein tann býurin í heiminum, har flest ferðafólk koma, t.d. at síggja Eiffeltornið, Louvre-savnið og Notre Dame-kirkjuna. Har eru eisini mong onnur kend søvn og stórir handlar og fínar matstovur. Á hvørjum vári sýna gitnastu mótaskaparar í heiminum fram nýggjastu klæði síni.

Landafrøði

Landbúnaðurin hevur stóran týdning í Fraklandi, men flestu garðarnir eru smáir, og nógvir bøndur selja grøðina á gøtumarknaðum.

Frakland er størsta landið í Vesturevropa. Norðureftir og eystureftir hevur Frakland langt mark ímóti bæði Belgia, Týsklandi, Italia, Sveis og Luksemburg. Andorra, Spania og Miðjarðarhav eru sunnanfyri, og vestanfyri er markið Ermarsund og Atlantshav.

Í landinum eru víðar, grønar fløtur og litfargir smáir og stórir býir og bygdir um alt landið. Tær vøkru, nógvu borgirnar minna um ta spennandi og longu søguna. Í Norðurfraklandi er veðurlagið bæði vátligt og kaldligt. Syðri, fram við Miðjarðarhavi, er heitari og nógv turrari. Um summarið kemur hitin í Suðurfraklandi ofta upp um 25 °C (77 °F). Í býunum skugga trøini fyri sólini, og gosvøtn køla luftina. Høgar brekkur eru fram við strondini, og í dølunum eru umstøðurnar góðar til landbúnað. Inni í landinum er nógv fjallalendi, Miðfjøllini, har útkólnað gosfjøll síggjast har og her. Eystanfyri eru Alpurnar við hægsta fjallinum í Evropa, Mont Blanc, og á markinum ímóti Spania eru Pyrineafjøll.

Frakland eigur eisini Miðjarðarhavsoynna Korsika umframt nakrar oyggjar í Kyrrahavi og í Karibia.

Býir

Búskapur

Landbúnaður

Høvuðsvinnuvegurin i Fraklandi er landbúnaður. Í norðara og vestara parti av fronsku fløtuni velta teir mest hveiti og sukurrøtun. Neytum hava teir nógv av, og fronsku neytini bera orð fyri at vera góð. Nógv av mjólkini verður gjørt til ost, og nógvastaðni er tann franski osturin væl umtóktur. Garðarnir eru nú oftast ikki størri enn so, at maður og kona við børnum fáa gjørt tað sum er at gera. Á franska hálendinum og upp móti Pyrenearljøllunum hava teir stór fylgir av seyði og nakað av geitum eisini. Summastaðni í Fraklandi, t. d. rundan um Bordeaux og í landspartinum Champagne eru stórar fløtur avplantaðar við víni. Tað lýggja veðurlagið og tann góði sólargangurin ger, at vinviðjurnar trívast væl, og einki annað land í verðini framleiðir so nógv vín sum Frakland. Teir flyta vín út í stórum. men nógv verður eisini drukkið í landinum, tí teir brúka tað aftur við mati. Í Normandinum ber ikki til at dyrka vin, tí veturin er ov kaldur, men so hava teir stórar súreplagarðar i staðin fyri. Í Rhonedalinum er fult av morberjatrøum á gørðunum, og fólk ala upp nøgd av silkiormum. Suðuri við Miðjarðarhavið dyrka teir nakað av risi og suðurí móti Pyreneunum mais.

Ídnaður

Í eystara parti av Fraklandi er bæði nógv kol og nógv jam, mesta jarnið er vestan fyri Vogesurnar og mesta kolið eystur móti belgiska markinum. Teir stoyta so nógv jarn í Fraklandi, at teir mugu flyta hópin av koli inn úr Týsklandi og Belgia. I teimum stóru verksmiðjunum gera teir m. a. bilar, maskinur, brúgvar, vápn og ymisk amboð. Harafturat flyta teir eisini út ein hóp av jarnbjálkum og skinnarum. Stálskípum smíða teir eisini nógv av. Tó at tað eru nógvar ídnaðarvirkir í Fraklandi, so er ikki so stórt svarðloysi rundan um tey sum í Bretlandi. Summastaðni í Alpunum eru tjúkkar fláir av einum leirslagi, sum teir kalla bauxit; úr hesum gera teir aluminium, og verður tað gjørt við elmegi. Einamest eru fraklendingar gitnir fyri klædnavarur sínar. Teir hava gløgt eyga fyri vakurleika, og sum mótakongamir i París skipa fyri, fara konufólkini um tað mesta av Evropa at ganga klødd. Nógv av tilfarinum er silki, og tó at væl av silki verður framleitt í Fraklandi, so flyta teir nógv inn eisini, og tað mesta av lf er kunstsilkí. Umframt konufólkatoy flyta teir eisini út nógv luktilsi, sum verður gjørt úr blómum.

Fiskiskapur

Fiskiveiðan í Fraklandi er hópin stór. Flestu fiskiførini eru úr Bretagne og Normandinum. Summi skipini eru heilt stór, og teir royna bæði undir Grønlandi, Íslandi og Nýfundlandi í Kanada.

Keldur

Hygg eisini at

Útvortis ávísing

Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA