Munurin millum rættingarnar hjá "Burma"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
s r2.7.2) (Bottur: Broytir tl:Birmanya til tl:Myanmar
TjBot (kjak | íkøst)
s r2.7.2) (bottur leggur aftrat: zh-classical:緬甸 broytur: or:ମ୍ୟାନମାର
Linja 238: Linja 238:
[[nov:Myanmar]]
[[nov:Myanmar]]
[[oc:Birmania]]
[[oc:Birmania]]
[[or:ମିଆଁମାର]]
[[or:ମ୍ୟାନମାର]]
[[os:Мьянмæ]]
[[os:Мьянмæ]]
[[pa:ਮਿਆਂਮਾਰ]]
[[pa:ਮਿਆਂਮਾਰ]]
Linja 297: Linja 297:
[[zea:Myanmar]]
[[zea:Myanmar]]
[[zh:缅甸]]
[[zh:缅甸]]
[[zh-classical:緬甸]]
[[zh-min-nan:Myanma]]
[[zh-min-nan:Myanma]]
[[zh-yue:緬甸]]
[[zh-yue:緬甸]]

Endurskoðan frá 6. feb 2013 kl. 05:52

Pyi-daung-zu Myan-ma Naing-ngan-daw
Burma
Flagg Burma
(Flagg Burma)
Skjaldarmerki Burma
(Skjaldarmerki Burma)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: Kaba Ma Kyei
Alment mál Burmesiskt
Høvuðsstaður Naypyidaw
Forseti Thein Sein
Varaforseti Sai Mauk Kham
Fullveldi 4. januar 1948
(frá Stóra Bretland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
676,578 km²
3.06 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2010
 - tættleiki
 
60.280.000
73,9/km²
Gjaldoyra Kyat (K)
Tíðarøki UTC +6:30
Økisnavn á alnetinum .mm
Telefonkota +95

Burma (burmesiskt: Pyi-daung-zu Myan-ma Naing-ngan-daw), eisini nevnt Myanmar, er eitt land í Suðurasia við umleið 60 millionum íbúgvum. Burma hevur mark við 5 lond: Í vesturi hevur Burma mark við Bangladesj og India, í norðri við Kina, í eystri við Laos og Teiland. Burma er sera fátækt land, sjálvt um tað hevur náttúruríkidømi, so er tað eftirland á næstan øllum økjum. Heilsuskipanin í Burma er tann ringasta í heiminum, WHO setti Burma sum nummar 190 á einum lista yvir lond bólkað eftir hvussu góða heilsuskipan tey høvdu. FN hevur boðað frá barnaarbeiði, sølu av menniskjum og manglandi tælufrælsi. Umheimurin veit lítið um Burma, sum hevur staðið í skugganum av máttmiklu grannalondum sínum Fólkalýðveldi Kina, India og Teilandi. Høvuðsstaður er Naypyidaw og høvuðsmálið er burmesiskt. Størsti býur er Rangoon. Við ein vídd á 676,578 km2 er Burma 40. stórsta landi í heiminum.

Søga

Í 16. øld royndu tveir sterkir valdsharrar at byggja eitt stórt ríki í Burma. Fyrst í 16. øld var Burma í nógvum smáríkjum. Í 1531 gjørdist Tabinshwehti (1512 - 1550) kongur í einum ríki, nevnt Toungoo, sunnarlaga í landinum. Frá 1535 tók hann valdið yvir fólkinum, sum helt helt til á Irrawaddy-oyrunum, og hann tók eisini Pegu, høvuðsstaðin í kongsríkinum Mon fyri sunnan og gjørdi hann til høvuðsstað í ríkinum. Stutt eftir tók hann kongsríkið Pagan fyri norðan, men kom ikki so langt, at hann fekk lopið á Teiland, tí hann doyði í bardaga við monfólkið, sum hevði gjørt uppreistur. Í 1551 bardi svágur hansara Bayinnaung uppreisturin niður og arvaði trúnuna. Hann var mætastur av øllum burmesiskum hertakarum og tók Teiland; men meðan hann var á herferð, gjørdu fólk í høvuðsstaðnum Pegu uppreistur og løgdu stórar partar av býnum í oyði. Heimafturkomin knústi hann uppreisturin og endurreisti býin í miklari dýrd.

Tá ið landið fekk sjálvræði frá Stóra Bretland í 1948, løgdu myndugleikarnir seg eftir at føra ein politiskan og búskaparligan avbyrgingarpolitikk, sum hevur gjørt Burma, ið áður var so ríkt, til eitt av fátækastu londum í heiminum. Drúgvi uppreistur fjallafólksins og eirindaleyst hernaðarstýri síðan 1962 hava hildið burtur alla útlendska ávirkan. Hernaðarstýrið var frá 1962 til 2011.

Politikkur

Than Shwe var oddamaður í hernaðarliga einaræðisvaldinum í Burma. Burma var eins og Norðurkorea eitt serstakliga lukkað land. Tað kom serstakliga til sjóndar í 2008, tá ið ein ódn jarðlegði stórar partar av landinum. 100.000 fólk lótu lív, m.a. tí hernaðarvaldið ikki vildi lova neyðhjálparfelagsskapum inn í landið. Than Shwe og stýrið hansara forfylgdi fleiri fólkasløgum í Burma. Fólk í vesturheiminum kenna kanska best Aung San Suu Kyi, ið vann friðarheiðursløn Nobels í 1991 fyri stríð sítt fyri frælsi í Burma. Í 2011 var hernaðarstýrið koyrt frá eftir at val hevði verið í 2010.

Fólkið

Í hálendinum fyri norðan, vestan og eystan búgva mong fólkasløg, til dømis shan-, akha-, karen- og kachinfólkið. Hesi fólk eru meiri enn fjórðingurin av fólkinum í Burma. Flestu teirra búgva í smáum bygdum og liva av sviðjubúnaði. Tey vilja ikki vita av, at fremmand leggja seg uppí, hvussu tey liva. Tað hevur havt við sær, at yvir 200 000 fólk (karenar og onnur fólkasløg) á hesum leiðum hava latið lív í frælsisbardaganum ímóti burmesiska stjórnarherinum.

Miðallívsævin í landinum er 65,28 ár. 10,1 % av fólkinum eru ikki lesifør.

Búskapur

Rangoon
Landslutur í Burma

Nógv náttúrutilfeingi er í Burma; har er ríkiligt av vatni, tí stóra áin Irrawaddi rennur suður ígjøgnum næstan alt landið, og lendið fram við henni er óføra fruktagott. Landaøkið á markinum ímillum Burma, Teiland og Laos verður nevnt Gylti Trýkanturin. Har dyrka fólk dreymsólju, sum er ein av fáu inntøkum teirra. Úr dreymsóljuni verður gjørt opium, sum er virðismikið evni, ið linnar pínu; men tað verður eisini nýtt til at gera harðvunnin drøgg. Tveir triðingar av øllum heroini í heiminum kemur úr Gylta Trýkanti. Dreymsóljan hevur hvítar, ljósareyðar ella purpurlittar blómur og kann gerast einar 120 cm høg. Opium verður gjørt úr plantusevjuni, ið rennur úr fræhylkinum, tá ein flika verður skorin í tað.

Rubinar og safirar eru ímillum mongu aðalsteinarnar, sum verða vunnir út í Norðurburma. Mong halda burmesisku rubinarnar vera teir fagrastu í heiminum, tí at teir hava ein so vakran djúpreyðan lit. Krystallrubinar eru ofta í kálkspatti. Í Burma er eisini nógv silvur, kopar, játa, blýggj, sink og tin, og har er nógv olja og gass.

Tekk er harður viður, men góður at arbeiða og tí nógv eftirspurdur og væl egnaður til dømis til hurðar og vindeygu, húsbúnað og gólv. Í tekktrænum er olja, ið stendur ímóti vatni og verjir væl fyri rusti. Um 70 % av øllum tekkskógi í heiminum veksur í hálendinum í Burma; men so nógv trø verða feld, at verður ikki farið at gróðurseta av nýggjum, er tekkskógurin næstan týndur um 2010.

Handil

Inn- og útflutningurin av vørum skift á ávikavist upprunaland og nýtsluland fyri 2006, sær soleiðis út sambært CIA Factbook:

Útflutningur Innflutningur
1. Teiland 44.2 % Kina 35.7 %
2. India 14.5 % Teiland 20.4 %
3. Kina 6.8 % Singapor 16.6 %
4. Japan 5.6 % Maleisia 4.5 %

Landafrøði

Landslutir

Myndir


Hygg eisini at

Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA