Munurin millum rættingarnar hjá "Italia"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
MerlIwBot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat: bxr:Итаали
MerlIwBot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat: pag:Italia
Linja 231: Linja 231:
[[os:Итали]]
[[os:Итали]]
[[pa:ਇਟਲੀ]]
[[pa:ਇਟਲੀ]]
[[pag:Italia]]
[[pam:Italia]]
[[pam:Italia]]
[[pap:Italia]]
[[pap:Italia]]

Endurskoðan frá 31. jan 2013 kl. 00:18

Rebubblica italiana
Flagg Italia
(Flagg Italia)
Skjaldarmerki Italia
(Skjaldarmerki Italia)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: Fratelli d'italia
Alment mál Italskt
Høvuðsstaður Rom
Forseti Giorgio Napolitano
Forsætisráðharri Mario Monti
Fullveldi 17. mars 1861
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
301.230 km²
2,4
Íbúgvar
 - tilsamans 2006
 - tættleiki
 
58 133 509
197,5/km²
Gjaldoyra Evro
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .it
Telefonkota +39

Italia (italskt: Repubblica Italiana) er lýðveldi í Evropa. Italia hevur mark við Frakland, Sveis, Eysturríki, Slovenia, San Marino og Vatikan Býur. Høvuðsstaður er Rom, og londinum hevur umleið 60 mió íbúgvar. Høvuðsmálið er italskt. Flestu fólk í Italia eru katolikkar.

Søga

Italia er land við ríkari søgu, og serliga tvey tíðarskeið: Rómverjatíðin í fornøld og endur reinartíðin, sum tók seg upp í 15. øld, hava veitt landinum dýran mentanararv. Hóast Italia nú á døgum er av fremstu ídnaðarlondum í heimunum, er stórur munur á ríku ídnaðarøkjunum fyri norðan og fátakækaru landbúnaðarøkjum fyri sunnan. Stóri búskaparligi munurin elvir til spenning í landinum og er ein av atvoldunum til mongu stjórnarskiftini.

Stóran part av søgu sínari hevur Italia verið sundurbýtt land. Fyrstu ferð ríkið varð sameint var í rómverjatíðini, tá ið máttmikla Rómverjaríkinum. Í miðøld var landið býtt sundur í mong ríki, og tað varð ikki savnað aftur fyrr enn í 1870.

Jarðskjálvti 2008

Mánadagin 6. apríl í 2009 varð Abruzzo-landsparturin í Italia raktur av einum jarðskjálvta, ið varð máldur til 6,3 á richterstiganum. 308 fólk lótu lív. Skjálvtin legði m.a. í oyði søguliga miðbýin í landspartahøvuðsstaðnum L’Aquila, ið varð harðast rakti býurin í landspartinum.

Landfrøði

Stivlaskapaða landið er norðan úr høgu, jøkulklæddu Alpunum suður í turra, heita fjallalendið, langt suðuri í Miðjarðarhavi. Sardinia og Silkioy, ið eru størstu oyggjar í Miðjarðarhavi, hoyra báðar til Italia. Beint sunnan fyri Sikiloy er lítla sjálvstøðuga oyggjalandið Malta. Á italska meginlandinum eru tvey smá ríki, San Marino og Vatikanríkið. Róm, eisini kallaður tann ævigi býurin, er høvuðsstaðurin. Navnið tann ævigi ber hann av sonnum.

Størri býir

Hygg eisini at

Útvortis ávísing

Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA