Munurin millum rættingarnar hjá "Jens Martin Knudsen"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
ZéroBot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: ru:Кнудсен, Йенс
s r2.7.2+) (bottur leggur aftrat: it:Jens Martin Knudsen
Linja 47: Linja 47:
[[fr:Jens Martin Knudsen (footballeur)]]
[[fr:Jens Martin Knudsen (footballeur)]]
[[hu:Jens Martin Knudsen]]
[[hu:Jens Martin Knudsen]]
[[it:Jens Martin Knudsen]]
[[nl:Jens Martin Knudsen]]
[[nl:Jens Martin Knudsen]]
[[no:Jens Martin Knudsen]]
[[no:Jens Martin Knudsen]]

Endurskoðan frá 21. jan 2013 kl. 08:54

Jens Martin Knudsen (11. juni 1967) var føroyskur fótbóltsspælari til 2007 og er nú venjari. Jens Martin hevur A-venjaraútbúgving.[1]

Í 2012 var útgivin bók við ævisøguni hjá Jens Martini Knudsen við heitinum Maðurin við topphúgvuni[2].

Altjóða fótbólts lívsleiðin

Jens Martin Knudsen man vera heimsins kendasti málmaður í topphúgvu. Hann hevur verið landsliðsmálmaður mong ár og hevur eisini verið málmansvenjari og hjálparvenjari hjá føroyska A-landsliðnum fyri menn.

Sum landsliðsmálmaður hevur Jens Martin Knudsen spælt 65 dystir fyri Føroyar, bara Óli Johannesen hevur spælt fleiri A-landsdystir fyri Føroyar enn Jens Martin.[3]

Fótbólts lívsleiðin (feløg)

Jens Martin Knudsen hevur spælt við føroyskum og útlendskum fótbóltsfeløgum.

Málmansvenjari og hjálparvenjari hjá A-landsliðnum

Jens Martin Knudsen hevur verið málmansvenjari hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum í fleiri ár. 25. januar 2008 varð hann eisini settur sum hjálparvenjari hjá A-landsliðnum, hann avloysti tá John Petersen (fótbóltsleikari).

Ársins málverji

Jens Martin hevur fleiri ferðir verið kosin Ársins málverji í føroyskum fótbólti. T.d. í 2001 og 2002.[4]

Keldur

  1. Football.fo
  2. Holm Johannesen, Uni: Maðurin við topphúgvuni, Sprotin 2012
  3. Football.fo
  4. B68.fo

Útvortis ávísingar