Munurin millum rættingarnar hjá "Kalifornia"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
s r2.7.2) (Bottur: Broytir tl:Kaliporniya til tl:California
EmausBot (kjak | íkøst)
s r2.7.2+) (bottur leggur aftrat: eml:Califòrgna
Linja 224: Linja 224:
[[diq:Kaliforniya]]
[[diq:Kaliforniya]]
[[el:Καλιφόρνια]]
[[el:Καλιφόρνια]]
[[eml:Califòrgna]]
[[en:California]]
[[en:California]]
[[eo:Kalifornio]]
[[eo:Kalifornio]]

Endurskoðan frá 18. jan 2013 kl. 22:41

Flagg Skjøldur
Land: USA USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Sacramento
Størsta býur: Los Angeles
Innlima: 9. september í 1850
Guvernørur: Jerry Brown (D)
Vídd: 423,970 km²
Íbúgvar (2011): 37 691 912
fyri km²: 83.85/km²
Tíðarzona: UTC -8 / UTC -7
Heimasíða: www.ca.gov

Kaliforniaenskum the State of California) er ein lutstatur í vestri í Sambandsríki Amerika við 37,2 miljónum innbúgvum. Í suðri hevur Kalifornia mark við Meksiko, í norðri við Oregon, í eystri við Nevada og Arizona og í vestri við Kyrrahavið. Í septembur 1850 bleiv Kalifornia 31. lutstatur í USA. Lutstaturin var fyrr partur av Meksiko. Sacramento er høvuðsstaðurin [1], og størsti býurin er Los Angeles.

Landskjálvtar eru vanligir har á leið, og ofta hava teir gjørt stóran skaða.

Landafrøði

Risatrø í Calaveras Big Trees-parkini í Arnold, Norðurkalifornia.

Í Kyrrahavsstrondini flyta stórbýir sum San Francisco og Eureka út fisk, frukt og við um allan heim. Fyri vestan er eisini Hollywood, háborgin hjá filmídnaðinum, og Silicon Valley í Norðurkalifornia, sum er miðdepil fyri hátøkniligari teldumenning. Fjallagarðar ganga fram við strondini. Hægsta fjallið er Whitneyfjøll í Tulare County. Whitneyfjøll er góðar 4.421 metrar høgt.

Golden Gate Bridge í San Francisco. San Francisco er bygdur á 43 heyggjum.

Fjøllini eru skógvaksin, og har vaksa nøkur av størstu trøunum í heiminum, 100 m. høg kunnu tey vera. Fleiri av hesum furutrøunum eru meira enn 7,5 m. í tvørmát, og summi skulu vera eldri enn trý túsund ár. Eystan fyri fjøllini, ið ganga fram við strondini, er ein góður dalur, nevndur Kaliforniadalur. Eystanfyri dalin gongur aftur ein fjallagarður, Sierra Nevada, suður og norður - hetta navnið er spanskt og merkir "kavafjøll".

Skógareldar kosta Kalifornia dýrt. Í Kalifornia er tað ikki óvanligt við skógareldum, hesir plaga vanliga at herja á í september-oktober. Torusláttur er orsøkin til mongu skógareldarnar. Lendið er skróturt, og lítið skal til, at tað festir í.

Inni í statinum er heitt og slætt, har eru ring gróðrarlíkindi. Har býr lítið fólk nú á døgum, hóast kaliforniska upprunafólki, indiánarnir, dugdi at lívbjarga sær í teimum vánaligu umstøðunum.

Jarðfrøði

Fólkið í Kalifornia livir í støðugum ótta fyri jarðskjálvta. Økið er beint á markinum ímillum tvær meginlandaplátur. Tá ið hesar plátur renna saman, skelvur jørðin, og tað kann verða atvold til, at hús og vegir verða oyðiløgd, og stórskaði kann standast av tí. Ilt er at boða frá jarðgerð, skuldu tey komið illa fyri av jarðskjálta. San Andreas-umskaringin sker seg 1207 km. ígjøgnum Kalifornia og fer ígjøgnum býirnar San Francisco og Los Angeles. Hundraðtals aðrar smáar rivur elva til, at tað javnan eru veikir skjálvtar í jørðini.

Djúpasti dalur í USA er í Kalifornia - Deyðadalur (Death Valley), 86 m. lægri enn sjógvurin.

Søga

Gullfepur

Gullfepurin elvdi til miklan fólkavøkstur í býum sum til dømis San Francisco. Fólk úr øllum heiminum búsettu seg har, og havnabýurin á vesturstrondini fekk alheimsligan dám.

Fáar dagar fyri at Guadalupe Hidalgo-sáttmálin, sum fekk frið í lag ímillum Meksiko og USA, skuldi verða undirskrivaður, varð gull funnið í Coloma í meksikanska landslutinum Kalifornia. Landsluturin hoyrdi enn til Meksiko, men amerikanskar flotadeildir og herdeildir høvdu hersett hann í krígnum og høvdu sett á stovn hernaðarstýri. Mánadagin tann 24. januar 1848 funnu tveirgullgravarar ein tugan gullstein í jørðini á einum oydnum lendi í Sacramentodalinum í Norðurkalifornia. Annar teirra skrivaði um hetta í sín dagbók. Sunnudagin skrivaði hann aftur í dagbókina, at nú høvdu teir kannað steinin gjølligari, og teir vóru vísir í, at tað var gull. Hann leggur so glaður afturat: "Vit hava í farnu viku grivið gull fyri meira enn 100 dollarar". Tíðindi, um at gull var finnið í Kalifornia, fóru sum eldur um alt USA og haðani um heimin. Í 1849 tustu túsundtals gullgravarar hagar.

Gullgravarar og aðrir eydnusmiðir tustu nú teir næstu mánaðirnar í stórum tali til Kalifornia, so at hetta áður fámenta landið brádliga uddi av fólki. Tá ið gullið varð funnið, búðu uml. 2000 fólk í Kalifornia, men áðrenn eitt ár var liðið, hevði gullfepurin drigið 92 000 fólk at seta búgv har. Hesi gróvu eftir gulli, eins og vóru tey heilt frá sær sjálvum. Nógv gull varð funnið, og nøkur fá, ið høvdu eydnuna við sær, gjørdust rík eftir stuttari tíð. Sacramentoadlurin var í nøkur ár (1848-1855) satt paradís hjá gullgravarunum. Allastaðni varð grivið og høgt, og fleiri ferðir vóru stórir klumpar funnir.

Men livilíkindini hjá teimum mongu niðursetufólkunum, sum ikki gjørdust rík, vórðu skjótt út av lagi vánalig. Eingi hús vóru at búgva í. Ongar krambúðir vóru, sum matur og annað kundi fáast úr, og ikki vardi leingi, fyrr enn lógloysi valdaði við teirri avleiðing, at byrsan avgjørdi hvørja trætu og hvørt stríð. Tá ið gullfepurin hæsaður av, vóru nógv, sum fóru at leita eftir gulli aðrastaðni. Tó høvdu tey flestu sæð, at Kalifornia var eitt fruktagott land við avbera góðum veðurlagi, og tað vóru tí ikki so fáir gravarar, sum eydnan hevði verið kørg við, ið nú gjørdust dugandi og ágrýtnir landbúnaðarmenn.

Innlima

USA í 1850. 9. september 1850 blívur Kalifornia 31. statur í USA.

Heilt síðani 1776, tá ið USA var vorðið eitt sjálvstøðugt ríki, høvdu amerikanskir eydusmiðir leitað vestureftir inn millum fløturnar og fjøllini. Teir høvdu har skipað ein stat fyri og annan eftir, sum síðani vóru innlimaðir í samveldið. Í byrjanini vóru tað 13 statir, sum høvdu viðtikið Frælsisyvirlýsingina, men í 1849 var USA vaksið til 31 statir.

Til tess at hjálpa teimum nógvu niðursetufólkunum varð ein maður eftir boðum frá stjórnini í Washington DC sendur til Kalifornia at stíla fyri skipanini av einum nýggjum stati, ið kundi verða innlimaður í Sambandsríkið Amerika. Hetta var í 1849. Fyri at sleppa upp í samveldið skuldi ein grundlóg gerast fyri Kalifornia, ið kundi góðkennast av Washington DC. Umboðsmaðurin hjá stjórnini hjálpti niðursetufólkunum at evna eitt lógaruppskot - men stutt vardi, so stakk eitt vandamál seg upp, ið ikki var so lætt at loysa, skuldi nýggi staturin loyva trælahaldi ella skuldi slíkt bannast. Í Kalifornia var tað ymiskt, sum teir hildu um trælahald. Nógvir gullgravarar vóru komnir úr Suðurstatunum og kundu væl hugsað sær at fara undir at dyrka bummull, og tí vildu teir hava loyvi til at halda trælir. Hendingarnar skaptu stóra øsing í Suðurstatunum. Fólk vóru ill um at hava mist rættindini til ein stat, sum kundi gjørst ein frálíkur trælastatur, og varð alment hótt við at siga limaskapin í Sambandsríkinum Amerika upp. Í 1850 eydaðist tað tó stjórnini í Washington DC at smíða eina lóg, sum minkaði um ónøgdina eina tíð - Í Kalifornia skuldi ikki vera trælahald.

Niðursetufólkini, sum vildu hava frælsi og sjálvstýri, kravdu at fáa fólkastýri. Ein stýrisskipanarlóg varð gjørd og løgd fyri kongressina í USA. Hon góðkendi stýrisskipanarlógina, og Kalifornia gjørdist 31. ríkið í USA (9. september 1850). Floymurin av gullkubbum úr Kalifornia helt fram í mong ár.

Fólkið

Katólsk kirkja í San Diego.

Spaniólar vóru fyrstir menn, sum búsettust í Kalifornia. Kyrrahavsstrondin var ikki so væl atkomilig sum hin, og tí kom at vera longur áðrenn nakað munandi av fólki settist niður har. So seint sum í 1848 var heilt lítið av fólki í Kalifornia, men so frættist, at gull var funnið í landinum, og menn tustu til úr øllum ættum - tað mesta kom eftir sjónum, tí í teirri tíðini gingu hvørki jarnbreytir ella vegir eystanífrá til vesturstrondina í USA. Summir funnu gull og gjørdust ríkir eftir stuttari tíð, men teir flestu funnu einki. Teir vórðu kortini verandi, tí teir sóu, at landið var livligt, veðurlagið heitt, jørðin góð, og nógvur fiskur úti fyri strondini.

Í januar 2011 búðu 37 253 956 fólk í Kalifornia. Í amerikanska flagginum eru 50 stjørnur, ein fyri hvørt landið í USA. Vóru stjørnurnar eftir fólkatalinum, hevði stjørnan hjá Wyoming verið tann minsta og stjørnan hjá Kalifornia, sum er fjølmentasta landið, hevði verið einar 60 ferðir størri. Meginparturin av fólkinum er protestantar, og eini 31 % eru katolikkar.

Almenna málið í statinum er enskt [2], men fólkið í Kalifornia er ættað úr mongum londum - har eru afroamerikanar (6,7 %), latínoamerikanar (36,6 %), indiánar (1,2 %), ásiatar (12,5 %) og evropear (42,3 %) [3]. Eisini eru stórir spanskttalandi minnilutar í Suðurkalifornia. Tey flestu hava amerikanskan ríkisborgararætt. Tann spanskttalandi parturin av íbúgvum er í stórum vøkstri bæði í nøgd og búskapi. Meksikanskur matur og tónleikur er væl dámdur. Kalifornia er fjølmentað samfelag.

At standa á brimfjøl er væl dámd kalifornisk ítrótt. Í nógvum býum eru javnan kappingar. Hjá nógvum ungdómi fer øll frítíðin at standa á brimfjøl. Heita veðurlagið og mongu sólardagarnir gera, at nógvir kalifornar eru stóran part av frítíðini við strondina.

Búskapur

Vindmylnur í Kalifornia vera meira og meira nýttar sum orkukelda.

Tá ið gull varð funnið tætt við sagvirkið hjá sveisiska niðursetumanninum John Sutter í 1848, tustu gullgravarar hagar. Teir skolaðu áareyrin og vónaðu at gull var í honum. Summir vórðu hepnir, aðrir ikki. Sutter fór á heysin av øllum virkseminum, sum var á ognum hansara, og rýmdi til Pennsylvania í 1873.

Góð mold, nógv sól og ríviligt av vatni, veitt úr áunum, ið renna úr Sierra Nevada-fjøllum, gera, at Kalifornia er fremsta landbúnaðarríki í USA. Her verða dyrkað fleiri enn 40 % av allari frukt og øllum grønmeti, ið verða etin í USA, m.a. ferskur, appilsinir, jarðber, artiskokk og rósukál. Kalifornia er gitið fyri sítt góða vín. Napadalur norðan fyri San Francisco er gitið vínlendi. Meksikanarar fara ofta ólógliga norður um markið til Kalifornia at arbeiða í fruktlundunum.

Í 1848 varð gull funnið í Kalifornia, og skjótt tusti fólk hagar úr øllum ættum at vinna sær ríkidømi. Nú búgva næstan 37 mió. fólk í Kalifornia, og tað er fjølbygdasta landið í Amerika. Ferðavinnan er týdningarmikil, og har er nógvur hátøkniídnaður. Silicon Valley, tey rópa, er heimsins miðdepil í teldutøkni. Í Kalifornia er eisini heitt og góður sólargangur, og har veksur nógv frukt.

Av tí at luftin í Kalifornia er so turr, og sólin sær at kalla hvønn dag, ber sera væl til at taka filmir upp har [tørvar keldu]. Hetta gera teir í tí viðgitna filmbýnum Hollywood í L.A.; haðani verða filmir sendir um allan heim.

Ferðavinna

Mynd av Catalinaoynni. Hagar fara nógv ferðafólk at hyggja at alskyns litfogrum dýrum og fiskum.

Ferðavinnan hevur búskaparligan týdning. Seinastu árini hevur Kalifornia ment seg nógv sum ferðavinnustatur. Gongst ferðavinnuni væl, og tað eydnast at fáa fleiri ferðafólk til Kalifornia, og eydnast tað samstundis at fáa hesi at leggja meiri pening eftir seg í statinum, gevur tað nógvar ágóðar - fyrst og fremst beinleiðis inntøkur, men eisini fleiri arbeiðspláss, og tey ferðandi skapa soleiðis grundarlag fyri eini meiri fjølbroyttari matstovuvinnu og upplivingarbúskap yvirhøvur. 900 000 arbeiðir í ferðavinnuni í Kalifornia, tað er meiri enn nakra aðrastaðni í USA [4]. Nógv fólk liva av ferðavinnu, tí í Kalifornia eru stórar og góðar strendur, sum draga ferðafólk til landið.

Ógvuliga mong ferðafólk koma til Disneyland í Anaheim. Disneyland hevði 15,9 milliónir ymisk vitjandi í 2009[5].

Mest er tað heita veðrið, strendurnar og víkurnar, sum draga fólk higar. Flestu ferðafólk, ið koma til Kalifornia eru amerikanar. 13,4 milliónir útlendsk ferðafólk koma eisini til Kalifornia á hvørjum ári at njóta góða veðrið [6]. Streymurin av ferðafólki er støðugur alt árið – serliga frá apríl og til august. Her eru eisini 90 000 útlendsk universitetslesandi frá øllum heiminum [7]. Hesi síggjast aftur í býarlívinum, á strondini og á barrum og teim mongu diskotekunum í náttarlívinum.

Flestu ferðafólk koma úr grannastatunum í USA. Um allan heim verður flogferðsla alsamt meira liberaliserað, og tað merkir príslækkingar innan økið. Bíligir flogferðaseðlar hava gjørt, at nógvir amerikanar fara til Kalifornia at ferðast. Lýtt veður og vøkur, stórfingin náttúra gera, at fólk eru nógv úti, og at nógv frítíðarvirksemi eisini er uttandura í Kalifornia. Ferðavinnan gevur eitt munagott íkast til kaliforniska búskapin. Inntøkurnar frá fólki búsitandi uttanlanda, sum ferðast til Kalifornia, tátta í $ 95.1 billiónir í 2010[8]. Øll eru eisini samd um, at tað ber væl til at vaksa munandi um hesar inntøkur við at vaksa um ferðavinnubúskapin.

Í 2010 hava verið yvir 20 milliónir vitjandi. Nógv tey flestu eru úr USA, meðan restin av top-listanum er Meksiko, Kanada, Japan, Bretland, Suðurkorea og Týskland [9].

Áhugavert at vitja: Hollywood (t.d. Walk of Fame), Beverly Hills, Santa Monica Beach, Catalinaoy, Golden Gate Bridge, Disneyland, Sierra Nevada, Yosemite National Park, Big Sur, Alcatrazoy, San Diego Zoo, Tahoevatn.

Landbúnaður

Í Kalifornia driva teir ógvuliga nógv upp á at dyrka frukt. Sólargangurin er góður og moldin við, so trøini trivast av tí besta. Men summarið er so turt, at vatn má veitast til trøini, og longu spaniólarnir, sum høvdu havt frukttrø við sær úr Spania, byrgdu hyljar og veittu vatn oman á bøin. Nú eru stórar byrgingar gjørdar uppi í fjøllunum, og alt vatnið í áunum verður brúkt til at veita til akrarnar og urtagarðarnar. Vatnið fer í langar gryvjur ella rør, og bøndurnir ella urtagarðsmenninir kunnu so keypa tað frá teimum feløgunum, sum hava lagt rørini og grivið gryvjurnar.

Politikkur

Ár Republikanarnar Demokratarnar
Valúrslitið 1960-2008
2008 36.91% 5,011,781 60.94% 8,274,473
2004 44.36% 5,509,826 54.40% 6,745,485
2000 41.65% 4,567,429 53.45% 5,861,203
1996 38.21% 3,828,380 51.10% 5,119,835
1992 32.61% 3,630,574 46.01% 5,121,325
1988 51.13% 5,054,917 47.56% 4,702,233
1984 57.51% 5,467,009 41.27% 3,922,519
1980 52.69% 4,524,858 35.91% 3,083,661
1976 49.35% 3,882,244 47.57% 3,742,284
1972 55.01% 4,602,096 41.54% 3,475,847
1968 47.82% 3,467,664 44.74% 3,244,318
1964 40.79% 2,879,108 59.11% 4,171,877
1960 50.10% 3,259,722 49.55% 3,224,099

Umhvørvisfelagsskapir sum Greenpeace, hava fingið stóra undirtøku ímillum manna og hava gjørt umhvørvismál til stórtíðindi. Í 2004 viðtók staturin Kalifornia, at bensinnýtslan skuldi verða minkað heili 30 % í 2016. Vindmylnur í Kalifornia vera eisini meira og meira nýttar sum orkukelda.

Statirnir Iowa, Vermont og New Hampshire góðkentu í 2009 samkynd hjúnarbond, meðan Kalifornia atkvøddi ímoti teimum. 13,7 prosent av fólkinum livir í fátækradømi (2012). 10,2 prosent av fólkinum er arbeiðsleys og miðallívsævin í lutstatinum er 80,2.

Jerry Brown (f. 7. apríl 1938) í San Francisco) er guvernørur [10]. Hann umboðar Demokratarnar.

Marijuana er lógligt í Kalifornia um tú einans hevur læknaváttan [11].

Deyðarevsing

Í Kalifornia er deyðadómur. Umleið 724 deyðadømdir fangar eru í fongslum í Kalifornia, men eingin fangi er avrættaður síðani 2005. Í 2012 verður fólkaatkvøða í Kalifornia um at seta deyðarevsing úr gildi, men sambært meiningakanningunum er ein meiriluti fyri at varðveita hana [12].

Kelduávísingar

  1. http://www.50states.com/tools/thelist.htm
  2. http://www.leginfo.ca.gov/.const/.article_3
  3. http://quickfacts.census.gov/qfd/states/06000.html
  4. http://www.beachcalifornia.com/stats2.html
  5. http://www.disneylandvacationtips.com/disneyland-attendance.html
  6. http://traveltips.usatoday.com/major-tourist-attractions-california-12914.html
  7. http://www.bridgesinternational.com/international_student_facts/
  8. http://tourism.visitcalifornia.com/Research/California-Statistics-and-Trends/
  9. http://tourism.visitcalifornia.com/Research/International-Visitor-Profiles/
  10. http://www.sfgate.com/jerry-brown/
  11. http://www.huffingtonpost.com/2011/10/26/obama-administration-medical-marijuana-crackdown-california_n_1033482.html
  12. http://www.latimes.com/news/local/la-me-poll-death-penalty-20121026,0,7370020.story

Sí eisini

 USA