Munurin millum rættingarnar hjá "Idaho"
s r2.7.3) (bottur leggur aftrat: co:Idaho |
s r2.7.3) (bottur leggur aftrat: new:आइदाहो |
||
Linja 146: | Linja 146: | ||
[[nah:Idaho]] |
[[nah:Idaho]] |
||
[[nds:Idaho]] |
[[nds:Idaho]] |
||
[[new:आइदाहो]] |
|||
[[nl:Idaho]] |
[[nl:Idaho]] |
||
[[nn:Idaho]] |
[[nn:Idaho]] |
Endurskoðan frá 18. jan 2013 kl. 01:25
Flagg | Skjøldur |
---|---|
Land: | USA |
Alment mál: | Enskt |
Høvuðsstaður: | Boise |
Størsta býur: | Boise |
Innlima: | 3. juli 1890 |
Guvernørur: | C.L. "Butch" Otter (R) |
Vídd: | 216,632 km² |
Íbúgvar (2011): | 1 567 582 |
fyri km²: | 6.04/km² |
Tíðarzona: | UTC -8 / -7 / -6 |
Heimasíða: | www.idaho.gov |
Idaho (enskt: State of Idaho) er ein lutstatur í Sambandsríki Amerika við umleið 1,5 mió. íbúgvar. Høvuðsstaðurin og størsti býurin er Boise. Í norðri hevur hann mark við Kanada (British Columbia), í eystri við Montana og Wyoming, í suðri við Utah og Wyoming, og í vestri við Washington og Oregon. Í 1890 bleiv hann lutstatur í USA.
Eyknevni hansara er Gimsteinstaturin (Enskt: The Gem State).
Landalæra
Náttúra
Eystast móti fjøllunum ganga stór fylgi av neytum, hetta eru kjøteyt, og eru tey hálvvill. Fyrr høvdu teir menn á rossbaki at ansa eftir teimum. Har er eisini nógv til av seyði og rossum. Landslagið í Klettafjøllum í Eystur-Idaho er sera vakurt, og summastaðni hava teir friðað stórar víddir, so har má ikki mannahond koma at. Her kanst tú síggja brøtt fjøll, gjáir, dimmar, líðir, vøkur vatn, har tað yður av sílum, sum tú kanst fiska, heitar goskeldur, risatrø og ikki at gloyma - spakar visundar og bjarnir.
Á hesum friðaða landi gongur nøgd av dýrum, sum sjálvsagt eisini eru friðað. Har eru bjarnir, bævrar, vísundar, o.o. Gitnasta av hesum parkunum, teir kalla, er Yellowstone National Park, sum er størri enn Sæland. Til at gera tað meira atkomiligt hava teir lagt bilvegir gjøgnum parkirnar og bygt gistingarhús í teimum.