Munurin millum rættingarnar hjá "Colorado"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
ZéroBot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: ay:Colorado suyu
Jotterbot (kjak | íkøst)
Linja 150: Linja 150:
[[nah:Colorado]]
[[nah:Colorado]]
[[nds:Colorado]]
[[nds:Colorado]]
[[new:कोलोरादो]]
[[new:कोलोर्‍याडो]]
[[nl:Colorado (staat)]]
[[nl:Colorado (staat)]]
[[nn:Colorado]]
[[nn:Colorado]]

Endurskoðan frá 17. jan 2013 kl. 14:29

Flagg Skjøldur
Mynd:Colorado seal.jpg
Land: USA USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Denver
Størsta býur: Denver
Innlima: 1. august 1876
Guvernørur: Bill Ritter (D)
Vídd: 269,837 km²
Íbúgvar (2006): 4 301 261
fyri km²: 16.01/km²
Tíðarzona: UTC -7/-6
Heimasíða: www.colorado.gov

Staturin Colorado (enskt: State of Colorado), á føroyskum ofta nevndur Kolorado, er ein lutstatur í Sambandsríki Amerika við umleið 4,3 mió. íbúgvar. Denver er høvuðsstaðurin og størsti býurin. Í 1876 bleiv Colorado lutstatur í USA. Í norðri hevur hann mark við Wyoming og Nebraska, í eystri við Nebraska og Kansas, í suðri við Oklahoma og New Mexico, og í vestri við Utah.

Eyknevni hansara er Hundraðárastaturin (enskt: The Centennial State).

Søga

Indiánarnir

Anasazi mentanin, navnið merkir "tey avgomlu", tók seg upp í Suðurcolorado um 700. Sum tíðin leið, fóru teir at byggja hús síni hvørt oman á annað, bygt varð við fløtum múrsteinum, sum vórðu turkaðir í sólini. Búðirnir vórðu til bygdir ella smáar býir, nevndir puebloir. Um 1100 flutti anasazifólkið niðan í fjøllini, kanska tí at har lá betur fyri at byggja puebloir undir høgum loftum í reystum homrum. Ovast á fjøllunum vóru maismarkirnar, sum teir máttu bera vatn á. Handverkarar gjørdu búnyttur úr leiri og aðrar vakrar prýðislutir av dýrum steini, til dømis turkissteini.

Anasazikonufólkini skapaðu leir við hondunum, tí tá á døgum visti fólkið í Amerika ikki um leirkerahjólið. Tey rullaðu leirlongdir og løgdu tær hvør oman á aðra. Framman fyri hús síni bygdu anasaziar rund halgirúm, nevnd "kivar", við beinkjum fram við veggirnar. Hesi rúmini vóru bara til mannfólk, har teir komu saman at tingast og at biðja til gudar sína. Undirvíst var eisini í hesum rúmum. Kivaveggirnir vóru eisini prýddir við kálkmálningum.

Anasazifólkið helt til í teimum fýra grannaríkjunum: Colorado, Arizona, New Mexico og Utah. Stórar búsetningar vóru til dømis í Mesa VerdeMontezuma County, Colorado), Chaco CanyonSan Juan County, New Mexico) og Canyon de ChellyApache County, Arizona).

 USA