Munurin millum rættingarnar hjá "Kombikk"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
EmausBot (kjak | íkøst)
s r2.7.2+) (bottur broytur: pt:Gasterosteus aculeatus
{{Commonscat|Gasterosteus aculeatus}}
Linja 20: Linja 20:


== Kelda ==
== Kelda ==
{{Commonscat|Gasterosteus aculeatus}}

* [http://www.stamps.fo/ stamps.fo]
* [http://www.stamps.fo/ stamps.fo]



Endurskoðan frá 15. jan 2013 kl. 01:39

Kombikk

Støða

Lower risk
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Actinopterygii
Hópur: {{{hópur}}}
Ætt: Gasterosteus
Familja: Gasterosteidae
Slag: G. aculeatus

Kombikk (frøðiheiti - Gasterosteus aculeatus) finnast úr fjøruni og í hyljum langt uppi í fjøllunum. Hesin lítli (sjaldan meiri enn 6 cm) fiskur, við trimum hvøssum píkum fyri fjaðrar á rygginum, er tann tolnasti fiskur, hvat salti og hita viðvíkur, á okkara leiðum. Hann trívist í reinum vatni eins væl og søltum sjógvi og har hitin er úr 0 °C til 21 °C. Men best dámar honum, tá tað er grunt við nakað av gróðri og lítlum røringi, til dømis í áarhyljum.

Millum kombikk er tað kallfiskurin, ið ansar eggunum. Tíðliga á vári skiftir hann lit og byggir eitt reiður úr ymsum planturestum, sum hann límar saman við sevju úr nýrunum. Hagar lokkar hann kvennfiskar, ein ella fleiri, at gýta. Tá reiðrið er fult, 300-1000 egg, aktar hann reiðrinum til eggini klekjast, meðan hann við fjaðrunum alla tíðina rørir reinan sjógv at reiðrinum. Kombikk hava stóran týdning sum føðikelda hjá sjófugli fram við landi og smáfiski. Kombikk verða tí oftast ikki eldri enn 1-1½ ár og í rárasta føri 4 ár.

Kelda

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið