Jump to content

Munurin millum rættingarnar hjá "Rannvá B. Andreasen"

369 bytes løgd afturat ,  10 ár síðan
toppskorari
(toppskorari á landsliðnum og hevur spælt flest dystir (saman við Rannvá og Randi))
(toppskorari)
== Lívsleið hennara sum landsliðsleikari ==
Rannvá B. Andreasen hevur spælt 25 A-landsdystir fyri [[Føroyar, A-landsliðið í fótbólti hjá kvinnum|Føroyar]]. Rannvá, [[Randi Wardum]] og [[Malena Josephsen]] spældu allar sín 25. dyst fyri Føroyar, tá [[Føroyar, A-landsliðið í fótbólti hjá kvinnum|føroyska kvinnulandsliðið]] hjá kvinnum leikti vinadyst móti Luksembourg hin [[28. november]] [[2012]]. Føroyar vann dystin 6-0, Rannvá B. Andreasen gjørdi tvey av teimum seks málunum.<ref>[http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=208&Action=1&NewsId=874&PID=487 FSF.fo] Føroyskur stórsigur í Luksembourg</ref> Síðan 2004 hevur føroyska kvinnulandsliðið spælt 25 dystir, og tær tríggjar hava leikt í øllum 25 dystunum. Áðrenn tað hevði Føroyar leikt í undankappingini 1995/1996 har liðið leikti 8 dystir, tá var Rannvá ov ung til landsliðið. Landsliðið helt pausu frá 1996 til 2004. Landsdystir í Oyggjaleikunum telja ikki við sum altjóða skrásettir dystir.<ref>[http://www.kvinnufotbolt.com/index.php?option=com_content&view=article&id=743:leiktu-dyst-nr-25&catid=54:landsliestieindi&Itemid=68 Kvinnufotbolt.com] Leiktu dyst nr 25</ref>
 
== Toppskorari í 1. deild og á landsliðnum ==
[[Rannvá B. Andreasen]] hevur verið toppmálskjútti 11 ferðir í 1. deild kvinnur, og tað er met, fyrstu ferð var í 1997. Hon eigur eisini metið fyri flest skotin mál á [[Føroyar, A-landsliðið í fótbólti hjá kvinnum|føroyska kvinnulandsliðnum]], har hevur hon skotið 17 mál higartil (januar 2013).
 
== Keldur ==