Munurin millum rættingarnar hjá "Rannvá B. Andreasen"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Linja 9: Linja 9:
== Slóðir ==
== Slóðir ==
* [http://www.faroesoccer.com/player.php?teamID=3502&playerID=1448 Rannvá B. Andreasen á Faroesoccer.com]
* [http://www.faroesoccer.com/player.php?teamID=3502&playerID=1448 Rannvá B. Andreasen á Faroesoccer.com]
* [http://www.uefa.com/womenseuro/teams/player=42483/index.html Rannvá Andreasen á UEFA.com]
* [http://www.uefa.com/womenseuro/teams/player=42483/index.html Rannvá Andreasen á UEFA.com Women's Euro]
* [http://www.uefa.com/teamsandplayers/players/player=42483/profile/index.html Rannvá Andreasen á UEFA.com Teams and Players]


{{DEFAULTSORT:Andreasen, Rannvá B}}
{{DEFAULTSORT:Andreasen, Rannvá B}}

Endurskoðan frá 6. jan 2013 kl. 20:11

Rannvá Biskopstø Andreasen (fødd 10. november 1980) er ein føroyskur fótbólsleikari. Hon spælir við og føroyska kvinnulandsliðnum. Hon hevur skorað sera nógv mál fyri KÍ og hevur fleiri ferðir fingið gylta skógvin, tí hon hevur verið toppskorari. Hon var vald til ársins leikara 2010 í kvinnufótbólti í sendiningi Hvonn Live hjá Rás 2. Hon var ársins toppskjútti við 27 málum.[1] Í 2003 skoraði hon 55 mál tilsaman, harav vóru 6 mál skotin í steypakappingardystum og eitt mál í undanumfari í bólki 8 móti FC Codru. Í 2012 skeyt hon í alt 37 mál, harav vóru 31 í landskappingini, 4 í steypakappingini og 2 mál í undanumfari, bólki 6 móti Ada Velpoje.[2]

Lívsleið hennara sum landsliðsleikari

Rannvá B. Andreasen hevur spælt 25 A-landsdystir fyri Føroyar. Rannvá, Randi Wardum og Malena Josephsen spældu allar sín 25. dyst fyri Føroyar, tá føroyska A-landsliðið hjá kvinnum leikti vinadyst móti Luksembourg hin 28. november 2012. Føroyar vann dystin 6-0, Rannvá B. Andreasen gjørdi tvey av teimum seks málunum.[3] Síðan 2004 hevur føroyska kvinnulandsliðið spælt 25 dystir, og tær tríggjar hava leikt í øllum 25 dystunum. Áðrenn tað hevði Føroyar leikt í undankappingini 1995/1996 har liðið leikti 8 dystir, tá var Rannvá ov ung til landsliðið. Landsliðið helt pausu frá 1996 til 2004. Landsdystir í Oyggjaleikunum telja ikki við sum altjóða skrásettir dystir.[4]

Keldur

  1. Kvinnufotbolt.com Rannvá ársins leikari
  2. Faroesoccer.com Rannvá B. Andreasen
  3. FSF.fo Føroyskur stórsigur í Luksembourg
  4. Kvinnufotbolt.com Leiktu dyst nr 25

Slóðir