Munurin millum rættingarnar hjá "Pennsylvania"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
LaaknorBot (kjak | íkøst)
s r2.7.3rc2) (bottur leggur aftrat: ay:Pennsylvania suyu
KamikazeBot (kjak | íkøst)
s r2.7.3) (Bottur: Broytir sco:Pennsylvania til sco:Pennsylvanie
Linja 168: Linja 168:
[[sah:Пеннсүлваниа]]
[[sah:Пеннсүлваниа]]
[[scn:Pennsylvania]]
[[scn:Pennsylvania]]
[[sco:Pennsylvania]]
[[sco:Pennsylvanie]]
[[se:Pennsylvania]]
[[se:Pennsylvania]]
[[sh:Pennsylvania]]
[[sh:Pennsylvania]]

Endurskoðan frá 4. jan 2013 kl. 14:39

Flagg Skjøldur
Land: USA USA
Alment mál: Onki
Høvuðsstaður: Harrisburg
Størsta býur: Philadelphia
Innlima: 12. desember 1787
Guvernørur: Tom Corbett (R)
Vídd: 119 283 km²
Íbúgvar (2011): 12 702 379
fyri km²: 105.80/km²
Tíðarzona: UTC -5/-4
Heimasíða: www.pa.gov

Samveldið Pennsylvania (enskt: Commonwealth of Pennsyvania) er lutstatur í Sambandsríki Amerika við umleið 12,2 mió. íbúgvar. Høvuðsstaðurin er Harrisburg og størsti býurin er Philadelphia. Í 1787 bleiv Pennsylvania lutstatur í USA. Í norðri hevur hann mark við New York, í eystri við New Jersey, í suðri við Delaware, Maryland og West Virginia, og í vestri við Ohio og West Virginia. Í útnorðri liggur Erievatn. Eyknevni hansara er Lokasteinstaturin (enskt: The Keystone State).

Høvuðsmálið í Pennsylvania er enskt. Eisini eru stórir týskttalandi minnilutar í Pennsylvania.

Søga

Indiánarnir

Indiánarnir í Pennsylvania búðu í rætthyrntum træhúsum. Teir vóru í hjartarskinsklæðum, sum ofta vóru prýdd við perlum.
Ovurstór stálverk í Pennsylvania. Myndin er tikin tætt við Bethlehem, Pennsylvania.

Tá ið evropearar komu til Pennsylvania, vóru mangar ymiskar indiánamentanir har, og hildið verður, at har búði eini 300.000 fólk íalt. Miðskeiðis í 18. øld vóru tey nógv fækkað, m.a. av pokum. Mangir indiánar doyðu eisini í stríðnum við niðurlendskar, bretskar og franskar niðursetumenn eystantil. Fyrstu árini var sum oftast gott vinalag og samstarv ímillum indiánar og niðursetumenninar. Men protestantiskir og katólskir niðursetumenn royndu at umvenda indiánarnar til kristna trúgv og at fáa teir aty liva og hugsa sum evropearar. Tað vildu teir ikki, og tá hildu niðursetumenninir einki skeivt vera í at drepa teir.

Í 18. øld tørvaði niðursetumonnunum meiri dyrkilendi, og indiánararnir játtaðu teimum tað. Eftir teirra hugsan kundi eingin eiga jørð, teir góvu bara niðursetumonnunum rætt til at nýta hana. Men niðursetumenninir hildu seg hava rætt til at ognartaka jørðina og girdu hana inni og róku indiánararnar langt vestureftir, fjart frá heimlondum sínum í Pennsylvania. Í 1770 búðu umleið 430 000 fólk í Pennsylvania.

Búskapur

Ídnaður

Pennsylvania er eitt tað fremsta ídnaðarlandið í USA, og orsøkin til tað eru tey nógvu ráevni, sum eru í statinum. Har er kopar, blýggj, silvur, gull, sink, jarn, o.a. Mesta jarnið varð høgt nærhendis býnum Johnstown (nú mest sum undangingið), meðan bestu kolalindirnar eru enn nær Pittsburgh. Nógvastaðni í Pennsylvania byggja tey stóru feløgini, sum eiga ídnaðarvirkini og námini, hús til arbeiðsfólkið.

Av tí at einki kol er í t.d. Minnesota, verður málmurin førdur við skipum til havnir við Erievatn og haðani koyrdur til Pittsburgh. Har verður so jarnið stoytt. Men hóast Pennsylvania hevur meiri jarnmálm enn nakað annað stat, so er tað so nógv ov lítið. Nýtslan er so stór í USA, at teir mugu flyta nógvan málm inn úr øðrum londum sum til dømis Venesuela og Kanada.

Sí eisini

 USA