Munurin millum rættingarnar hjá "Hillary Clinton"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
MerlIwBot (kjak | íkøst)
KamikazeBot (kjak | íkøst)
Linja 26: Linja 26:
[[bs:Hillary Clinton]]
[[bs:Hillary Clinton]]
[[ca:Hillary Rodham Clinton]]
[[ca:Hillary Rodham Clinton]]
[[ckb:هیلاری کلینتۆن]]
[[ckb:ھیلاری کلینتۆن]]
[[cs:Hillary Clintonová]]
[[cs:Hillary Clintonová]]
[[cy:Hillary Rodham Clinton]]
[[cy:Hillary Rodham Clinton]]

Endurskoðan frá 31. des 2012 kl. 01:40

Hillary Clinton, januar 2009.

Hillary Diane Rodham Clinton (f. 26. oktober 1947 í Chicago, Illinois) er uttanríkisráðharri í USA. Clinton er fødd í 1947. Hon las jura á Yale Law School í Connecticut, og her hitti hon tann unga Bill Clinton, sum gjørdist maður hennara. Tá hon var liðug við lesnaðin, fekk hon starv í amerikanska parlamentinum. Hon arbeiddi hart og fekk við tíðini nógv álitsstørv, og serliga nógva orku legði hon í at betra umstøðurnar hjá børnum og familjum. Hesi árini stríddi Bill Clinton seg fram til forsetaembætið, og Hillary Clinton legði eisini stóra orku í at hjálpa honum fram. Í 1993 eydnaðist tað Bill Clinton at blíva forseti. Hillary bleiv sostatt fyrstadama í USA inntil 2001, tá Bill Clinton fór frá sum forseti.

Clinton var á mangan hátt ein ótraditionel fyrstadama. Hon er tann fyrsta amerikanska fyrstadaman við hægri útbúgving, og hon uppgav ongantíð sína egnu karrieru. Hon bleiv vald í senatið í 2000 og aftur í 2004. Longu í oktober 2002 nevndi The New York Times Hillary Clinton sum ein potentiellan kandidat til forsetaembætið eftir George W. Bush. Síðan tá hevur amerikanska magasinið Forbes mett hana sum eitt av máttmiklastu fólkum í heiminum. Í januar 2007 kunngjørdi hon, at hon ætlar sær at stilla upp til forsetavalið næstu ferð (2008).

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið