Munurin millum rættingarnar hjá "Betlehem"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
ZéroBot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: tpi:Betlehem
No edit summary
Linja 15: Linja 15:
|}
|}


'''Betlehem''' (31° norðurbreidd 35° eysturlongd) ([[Hebraiskt (mál)|hebraiskt]]: ''בית לחם''‎, [[Arabiskt (mál)|arábiskt]]: ''بيت لحم'') er býur í [[Palestina]]. [[Kristindómur]]in byrjaði í Betlehem. [[Jesus]] var føddur í Betlehem fyri umleið 2000 árum síðani. Í Betlehem eru 20 % av fólkinum [[Kristindómur|kristin]]. Fyri nøkrum árum síðani vóru umleið helvtin [[Kristindómur|kristin]].
'''Betlehem''' (31° norðurbreidd 35° eysturlongd) ([[Hebraiskt mál|hebraiskt]]: ''בית לחם''‎, [[Arabiskt mál|arábiskt]]: ''بيت لحم'') liggur á [[Vestara Áarbakka]] av Jordanánni í [[Palestina]], umleið fimm kilometrar frá markinum til [[Ísrael]] og [[Jerúsalem]]. Betlehem varð grundlagdur í bronsualdrinum og var í jarnaldrinum ein stinnur skansi.

[[Kristindómur]]in byrjaði í Betlehem. Sambært [[Nýggja Testamenti]] (Lukasevangeliinum 2, 4-7) er Betlehem [[Jesus|Jesu]] føðibýur og heimstaður hjá [[Dávid]]s ættini. Jesus sigst vera føddur í eini hellu í býnum. Betlehem hevur í 2012 umleið 29 000
íbúgvar, harav støðugt færri og færri eru [[kristin]], tí tey kristnu í stórum tali flyta úr býnum. Orsøkin er lutvíst sokallaði trygdarmúrurin, sum [[Ísrael]] hevur sett upp uttan fyri býin, og lutvíst ósemjur við nýggju palestinsku myndugleikarnar. Í Betlehem eru 20 % av fólkinum [[Kristindómur|kristin]] í 2012. Fyri nøkrum árum síðani vóru umleið helvtin [[Kristindómur|kristin]].

{| class="wikitable" style="float:right; margin-left:15px;"
{| class="wikitable" style="float:right; margin-left:15px;"
|-
|-

Endurskoðan frá 13. des 2012 kl. 14:47

Grunddáta
Land: Palestina
Íbúgvar (2006): 29 930
Staðseting: 31°42′11″N 35°11′44″E
Heimasíða: Betlehem-City.org

Betlehem (31° norðurbreidd 35° eysturlongd) (hebraiskt: בית לחם‎, arábiskt: بيت لحم) liggur á Vestara Áarbakka av Jordanánni í Palestina, umleið fimm kilometrar frá markinum til Ísrael og Jerúsalem. Betlehem varð grundlagdur í bronsualdrinum og var í jarnaldrinum ein stinnur skansi.

Kristindómurin byrjaði í Betlehem. Sambært Nýggja Testamenti (Lukasevangeliinum 2, 4-7) er Betlehem Jesu føðibýur og heimstaður hjá Dávids ættini. Jesus sigst vera føddur í eini hellu í býnum. Betlehem hevur í 2012 umleið 29 000 íbúgvar, harav støðugt færri og færri eru kristin, tí tey kristnu í stórum tali flyta úr býnum. Orsøkin er lutvíst sokallaði trygdarmúrurin, sum Ísrael hevur sett upp uttan fyri býin, og lutvíst ósemjur við nýggju palestinsku myndugleikarnar. Í Betlehem eru 20 % av fólkinum kristin í 2012. Fyri nøkrum árum síðani vóru umleið helvtin kristin.

Ár Fólkatal
1961 22,450
1983 16,300
1997 21,930
2004 28,010
2005 29,020
2006 29,930

Ferðavinna

Talið á ferðafólkum, sum koma til føðibý Jesusar, Betlehem, økist í stórum. Hetta ber eisini í sær búskaparligan vøkstur í palestinsku sjálvstýrisøkjunum. Í Betlehem er talið av ferðafólki og pílagrímum í 2008 vaksið við 96,5 prosentum í mun til 2007. Meiri enn 1,1 millión ferðafólk hava vitjað býin, og í háárstíðini, sum er um jólini, eru enn fleiri ferðafólk væntandi til Betlehems. Eitt yvirlit yvir teir fyrstu níggju mánaðirnar í 2008, vísir, at árið í ár verður eitt metár, tá talið á vitjandi umræður, síðani tann sokallaða "intifadan" byrjaði í 2000. Sambært ísraelska ferðavinnuráðnum er orsøkin til tann stóra vøksturin í ferðafólkatalinum, at tað hevur verið hampiliga friðarligt í Betlehem síðani 2006, men eisini tí, at tað nú gongur skjótari at koma framvið ísraelsku eftirlitsstøðunum kring býin, og tí er ikki neyðugt at standi í bíðirøðum í tímavís. Saman við Betlehem, er ferðafólkastreymurin til Jeriko eisini vaksin við umleið 46 prosentum síðani 2007. Hesir báðir býirnir verða mettir at vera teir friðarligastu í palestinsku sjálvstýrisøkjunum, og eru lutfalsliga lættir at koma til og frá Jerúsalem.

Sí eisini