Munurin millum rættingarnar hjá "Bahamaoyggjar"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
MerlIwBot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat: ay:Bahamas
s r2.7.2) (bottur leggur aftrat: mt:Baħamas
Linja 162: Linja 162:
[[mrj:Багамвлӓ]]
[[mrj:Багамвлӓ]]
[[ms:Bahamas]]
[[ms:Bahamas]]
[[mt:Baħamas]]
[[mwl:Bahamas]]
[[mwl:Bahamas]]
[[my:ဘဟားမားနိုင်ငံ]]
[[my:ဘဟားမားနိုင်ငံ]]

Endurskoðan frá 11. des 2012 kl. 23:50

Commonwealth of the Bahamas
Samveldið Bahamaoyggjar
Flagg Bahamaoyggjar
(Flagg Bahamaoyggjar)
Skjaldarmerki Bahamaoyggjar
(Skjaldarmerki Bahamaoyggjar)
Tjóðarslagorð: "Forward Upward Onward Together"
Tjóðsangur: "March On, Bahamaland"
Alment mál Enskt
Høvuðsstaður Nassau
Drotning Elisabeth II
Forsætisráðharri Hubert Ingraham
Fullveldi 10. juli 1973
(frá Bretlandi)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
13,878 km²
28 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2011
 - tættleiki
 
353 658
23.27/km²
Gjaldoyra Bahamadollari (BSD)
Tíðarøki UTC -5
Økisnavn á alnetinum .bs
Telefonkota +1-242

Samveldið Bahamaoyggjar (alment enskt heiti: Commonwealth of the Bahamas) er ein oyggjabólkur í Karibia. Høvuðstaðurin eitur Nassau. Fólkatalið er umleið 353 000. Mesta fólkið er afrikanarar, men eisini er ein hvítur minniluti. Almenna málið er enskt.

Ferðamannavitjanin er nógv.

Navnauppruni

Spaniamenn kallaðu oynna Bajamar, sum merkir grunt vatn.

Søga

Tað var á oynni San Salvador í Bahamaoyggjum, at Kristoffur Kolumbus steig fótin á land, tá ið hann fann nýggja heimin í 1492. Seinni settu bretar seg niður í oyggjunum, og vóru tær bretskt hjáland til 1973.

Landafrøði

Bahamaoyggjar eru um 700 koralloyggjar, ið eru stutt eystur úr strondini í Florida í USA.

Politikkur

Bahamaoyggjarnar eru limir í ST, WTO og The Commonwealth.

Búskapur

Nú eru oyggjarnar satt frítíðarparadís, og fólk úr øllum heiminum koma hagar. Fólk úr øllum heiminum koma at ferðast á flógvu sandstrondunum í Bahamaoyggjum. Ferðavinnan hevur alstóran týdning fyri búskapin, og stívliga helvtin av fólkinum í landinum arbeiðir á gistingarhúsum, í handlum og á matstovum. Freeport, á oynni Grand Bahama, er størsti ferðavinnubýur, og har er djúp og góð havn til stór skip, ið eru á rundferð í Karibiahavi.

Bahamaoyggjar eru eisini týdningarmikil fíggjarmiðdepil, tí at skattalógirnar og avgjaldslógirnar eru so lagaligar. Í Danmark í 2010 hevur skattavaldið lagt sak ímóti 211 starvsfólkum hjá reiðarínum Clipper, tí tey hava fingið ein part av lønini umvegis Bahamas og uttan um skattaskipanina. Skattavaldið hevur avdúkað, at Clipper rindaði starvsfólkinum ta føstu lønina ígjøgnum ta donsku skattaskipanina, men at bonuspengar vórðu goldnir umvegis Bahamas. Talan var ofta um fleiri hundraðtúsund krónur, og teir pengarnar hevur danska skattavaldið ongantíð sæð.

Mentan

Um ársskiftið er lívligt á gøtunum í Bahamaoyggjum, tí at tá eru Junkanoo-skrúðgongurnar við dansi og tónleiki. Henda veitsla hevur røtur aftur í farnar dagar. Søgnin sigur, at tá ið afrikanskur høvdingi, nevdur John Canoe, var førdur higar sum trælur, lótu teir hann halda veitslu eftir afrikonskum siði.

Myndarøð

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið