Munurin millum rættingarnar hjá "India"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
EmausBot (kjak | íkøst)
s r2.7.2+) (bottur broytur: ks:بًارت
JYBot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: bxr:Энэдхэг
Linja 172: Linja 172:
[[bs:Indija]]
[[bs:Indija]]
[[bug:India]]
[[bug:India]]
[[bxr:Энэдхэг]]
[[ca:Índia]]
[[ca:Índia]]
[[cbk-zam:India]]
[[cbk-zam:India]]

Endurskoðan frá 10. des 2012 kl. 09:07

Republic of India
भारत गणराज्य
Bhārat Ganarājya
Flagg India
(Flagg India)
Skjaldarmerki India
(Skjaldarmerki India)
Tjóðarslagorð: Satyameva Jayate
Tjóðsangur: Jana Gana Mana
Alment mál Hindi, Enskt1
Høvuðsstaður New Delhi
Forseti APJ Abdul Kalam
Forsætisráðharri Manmohan Singh
Fullveldi 1947
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
3.287.590 km²
0,095 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2008
 - tættleiki
 
1 132 446 000
329/km²
Gjaldoyra Rupee (INR)
Tíðarøki UTC +5:30
Økisnavn á alnetinum .in
Telefonkota +91
1 og 21 onnur mál

Lýðveldið India (hindu; भारत गणराज्य, enskt; Republic of India) er eitt stórt land í Eysturásia. India hevur mark við seks lond: Í vesturi hevur India mark við Pakistan, í norðri við Nepal og Fólkalýðveldi Kina, og í eystri við Bangladesj, Butan og Burma. Tað er heimsins 7. størsta land og hevur 1,1 milliardir íbúgvar. India er størsta fólkaræði í heiminum. Eini 450 milliónir fólk hava valrætt. Fleiri enn 200 mál verða talað, men høvuðssmálið er hindi, sum er móðurmál hjá um 40 % av fólkinum. Í India er hindulæran størsti átrúnaður.

Søga

Høvuðsgrein: Indisk Søga

Í 16. øld var India býtt í hinduríki og muslimsk ríki, sum javnan kríggjaðust sínaámillum. Babur (23. februar 14835. januar 1531), sum var turkiskur muslimur og ættaður frá Dengis Kan og Timur Lenk, fekk ræðið í kongsríkinum Kabul í Afghanistan. Baburi dámdi ikki í India. Hann skrivaði, at landið var plágað av hita, dusti og vindi. Hann gjørdi urtagarðar fyri at fríðka um, har hann búði. Hesir friðsælu garðar, har trø og blómur angaðu, og løkir tutlaðu, mintu hann um heimlandið Samarkand og muslimska paradísið. Hann var stórlátaður valdsharri og gjørdi innrás í India, sigraði á sultáninum í Delhi í 1526, og helmaði ikki í, fyrren hann kom eystur at bengalska markinum. Tað, sum Babur hevði lagt undir seg, varð kallað Mogulríkið, frábrigdi av orðinum mongol, sum segði frá, hvaðan hann var ættaður. Tá ið Babur doyði í 1530, megnaðu eftirmenn hansara ikki stýra sum hann. Sonur hansara Humayun (17. mars 15084. mars 1556) var ikki mentur at halda saman um ríkið. Ein afganskur høvdingi, Sher Kan Suri (148622. mai 1545), tók Agra og Delhi í 1540, og ikki fyrrenn í 1555 tók Humayun býirnar aftur. Sonur hansara Akbar Mikli (15. oktober 154217. oktober ella 27. oktober 1605) endurreisti Mogulríkið og vaks ríkið í allar ættir. Akbar vaks ríki sítt vestan úr Gujarat eystur til Bengal og suður eftir til norðara part í Deccan. Hann læt hinduar hava átrúnað sín í friði og náðum og vissaði sær soleiðis stuðul frá teimum og fekk eisini bøndurnar í part við sær, tí at hann lækkaði skattin. Akbar umskipaði landsins stýri, so at høgir embætismenn kundu hava bæði hernaðarligt og sivilt starv. Teir vóru væl løntir, men kundu ikki fáa sær fastan bústað.

Mogulherdeildirnar vóru gitnar fyri villskap og dirvi í bardaga. Tá ið Akbar skuldi venja sínar bestu hermenn, tók hann teir við sær at veiða. Menninir gjørdu ring uttan um veiðidýrini, og stórmogulurin og aðalsmenn hansara drupu tey.

Í 1857 gjørdu indiskir hermenn uppreistur, tí at mangir indarar hildu, at bretska yvirvaldið ætlaði at noyða kristindómin upp á teir. Tá ið vunnið varð á uppreistrinum, tók bretska stjórnin Eysturindiafelagið av og tók sjálv ræðið í India. Í 1876 var Viktoria drotning kosin keisarinna í India, og stjórnin útnevndi ein varakong sum umboðsmann hennara. Indarar fingu eingi týðandi størv í embætisverkinum og herinum. Í 1885 varð Tjóðartingið í India stovnað; aðalmálið var at noyða bretar at sleppa indarum framat í umsitingini og lógarvekinum. Tað varð spírin til sterka mótstøðu ímóti bretska yvirvaldinum. Nakrir indiskir muslimar styðjaðu Tjóðartingið, men óttin fyri, at hinduar skuldu fáa ov stórt vald, hevði við sær, at muslimarnir fóru burtur úr aftur.

Seinast í 19. øld sóu mangir indarar, helst limir í ovastu hindu-kastunum, enskt mál og evropeiska útbúgving sum einastu útvegir at koma sær fram í India. Teir bygdu sær skúlar og lærdar háskúlar. Tjóðartingið eggjaði hesum al-indiska úrvalsliði til.

Í øllum indiskum landslutum var høvuðsstøð, har bretskir embætismenn búðu saman við húskjum sínum. Tey komu ikki í samband við vanliga fólk - ið og livdu sum bretski yvirstætturin, høvdu mong tænastufólk, hildu gildi, gjørdu útferðir og spældu polo, sum bretar høvdu lært seg í mogultíðini.

Mentan

Høvuðsgrein: Indisk Mentan

Filmur

India er tað land í heiminum, sum ger flestar filmar. Um 800 stórfilmar verða tiknir upp um árið, teir flestu í Mumbai, sum verður eyknevndur "Bollywood". Í indiskum filmum, ið eru fullir av spenningi og ógvisligum tilburðum frá byrjan til enda, er nógvur dansur, sangur, romantikkur og vøkur og rík fólk. Indarar eru ofta í biografi, og filmarnir vara javnan 4-5 tímar.

Grønmeti í sterkari sós
Gylta Templið í Amritsar

Matur

Mangir indarar eta bara grønmeti og frukt. Eftir trúgv teirra er skeivt at drepa dýr og eta tey. Flestir hinduar eta ikki neytakjøt, tí at fyri teimum er kúgv heilagt dýr, og muslimar eta ikki svínakjøt. Maturin er ymiskur um alt landið. Vanligur indiskur rættur eru nógvir kryddaðir grønmetisrættir, so sum dhal (flatbønir), dahi (jogurt), rís ella chappatis (flatbreyð) og poppadums. Indarar lata nógv krydd í matin, til dømis gurkemeiu, killipipar, koriander, kumman og kardamummur.

Búskapur

Høvuðsgrein: Indiskur Búskapur

Hóast fátækradømið er stórt nógvastaðni, er India av fremstu ídnaðarlondum í heiminum. Bæði í ídnaðinum og landbúnaðinum eru gjørd stór framstig seinastu 25 árini, og tað hevur eggjað útlendskum fyritøkum at gera íløgur í landinum. I India er búskaparmenning við tølum, sum annars bara Kina hevur borgað fyri. Í 2011 verður roknað við, at vøksturin í indisku bruttotjóðarúrtøkuni verður 9 pst. Tjúgu ár við samfeldum búskaparvøkstri sæst aftur í menningini - eisini hjá teimum fátæku. Men ikki allir partar av India njóta ágóðan av búskaparvøkstrinum. Menningin er ójøvn í ymsu landspørtunum. Og tað er ikki altíð í teimum landspørtunum við mesta búskaparvøkstrinum, at positiv úrslit síggjast aftur í heilsustøðuni.

Ein av størstu trupulleikum, sum India leingi hevur drigist við, er at útvega nóg mikið av mati til fólkið, ið alsamt fjølgast. Nú á døgum er India sjálvbjargið við mat, tí korn- og rísgrøðin er trífaldað, síðan landið gjørdist frælst í 1947. Framgongdin stendst lutvíst av "grønu kollveltingini" í 1960-árunum, tá ið stórar nýskipanir vórðu gjørdar í landbúnaðinum. Tá var m.a. farið at velta kornsløg og ríssløg, sum fruktaðu væl betur.

Stórur vøkstur hevur verið í ídnaðinum, síðan landið gjørdist frælst ríki. Verksmiðjurnar gera til dømis mat, bilar, flogfør, telduútbúnað og rúmdarrakettir. Evnafrøðiídnaðurin er stórur, og klæði og leðurvørur eru týdningarmikil útflutningur. Um helvtin av tí, sum verður gjørt í India, verður gjørt í smáum ættarfyritøkum, sum gera messingssmíð, leðurvørur, plátur og lutir úr viði.

Fólkið

Átrúnaður

Mangir átrúnaðir, mong mál og mangar mentanir eru í India. Tríggir av størstu átrúnaðunum í heiminum - hinduisma, buddisma og sikhisma - tóku seg upp her. India, eitt land, har flest fólk eru hinduistar, hevur fleiri muslimar enn øll hini londini í heiminum, uttan Indonesia og Pakistan.

Flestir indarar eru hinduar, men eisini eru mangir aðrir átrúnaðir, til dømis sikhisma og jainisma. Sikhar trúgva á ein gud. Størsti halgidómur teirra er Gylta Templið í Amritsar í Punjab í Norðurindia. Mong sikhisk mannfólk hava vavhúgvu, turban, um høvdið sum tekin um reinleika. Jainisma líkist hinduismu. Jainistarnir hava djúpa virðing fyri øllum livandi.

Politikkur

Høvuðsgrein: Indiskur Politikkur

Í India er deyðadómur.

Landafrøði

Høvuðsgrein: Indisk Landafrøði

Stóra, fjølbroytta landið India er sjeynda landið í heiminum í stødd, og har býr mest fólk eftir Fólkalýðveldi Kina.

Landslutir í India.


Landslutir:

  1. Andhra Pradesh
  2. Arunachal Pradesh
  3. Assam
  4. Bihar
  5. Chhattisgarh
  6. Goa
  7. Gujarat
  8. Haryana
  9. Himachal Pradesh
  10. Jammu and Kashmir
  11. Jharkhand
  12. Karnataka
  13. Kerala
  14. Madhya Pradesh
  1. Maharashtra
  2. Manipur
  3. Meghalaya
  4. Mizoram
  5. Nagaland
  6. Orissa
  7. Punjab
  8. Rajasthan
  9. Sikkim
  10. Tamil Nadu
  11. Tripura
  12. Uttaranchal
  13. Uttar Pradesh
  14. Vest-Bengal

Hygg eisini at

Útvortis ávísing

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA