Munurin millum rættingarnar hjá "Norðurkorea"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Linja 81: Linja 81:
[[bs:Sjeverna Koreja]]
[[bs:Sjeverna Koreja]]
[[bug:Korea Utara]]
[[bug:Korea Utara]]
[[bxr:Хойд Солонгос]]
[[bxr:Хойто Солонгос]]
[[ca:Corea del Nord]]
[[ca:Corea del Nord]]
[[cbk-zam:Corea del Norte]]
[[cbk-zam:Corea del Norte]]

Endurskoðan frá 7. des 2012 kl. 21:39

Chosŏn Minjujuŭi Inmin Konghwaguk
Fólkaræðiliga Lýðveldið Korea
Flagg Norðurkorea
(Flagg Norðurkorea)
Skjaldarmerki Norðurkorea
(Skjaldarmerki Norðurkorea)
Tjóðarslagorð:
Tjóðsangur: Aegukka
Alment mál Koreanskt
Høvuðsstaður Pyongyang
Forseti Kim Yong-nam
Formaður Kim Jong-un
Fullveldi 15. august 1945 (frá Japan)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
120 540 km²
0,1 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2007
 - tættleiki
 
23 301 725
182,5/km²
Gjaldoyra won
Tíðarøki UTC +9
Økisnavn á alnetinum .kp
Telefonkota +850

Fólkaræðiliga Lýðveldið Korea, vanliga nevnt Norðurkorea, bleiv grunnlagt í 1948 við Kim Il Sung sum ovasta leiðara. Norðurkorea er eitt sera isolera land, har eitt ferðfólk ikki kann ferðast frítt, men skal hava 1-2 ferðaleiðarar sum fylgja einum allastaðni.

Søga

Koreakríggi

Koreakríggi byrjaði 1950 og endaði í 1953 við vápnahvíld, men ikki eini friðaravtalu. Tað doyðu umleið 3 milliónir koreanarar í hesum kríggji. Norðurkorea fekk hjálp frá m.ø. Kina og Suðurkorea fekk hjálp frá USA. Formelt sæð er tað enn kríggj millum USA og Suðurkorea á eini síðu og Norðurkorea á hinari, tí at eingin friðaravtala er undirskriva.

Eftir Koreakríggji var øll orka løgd í at skapa búskaparligan vøkstur og stýri førdi kampanjur til at fremja hetta. Ein av hesum kampanjum var Chollima kampanjan. Chollima kemur mytologiiðni og er ofta myndaður sum ein hestur við veingjum, sum ríður skjótt. Hetta skuldi ímynda tað ferð sum búskaparligi vøksturin skuldi hava.

Politikkur

Juche er politiska hugsjónin í Norðurkorea og er smíðja av Kim Il-sung. Juche stendur fyri at stóla uppá egna megi sum tjóð. Tað vil siga at man hevur sjálvforsýnandi búskap, uttanveltaðan uttanríkispolitik og harvið ein herð sum er nóg sterkur til at verja landið móti álopum. Songun er eitt hugtak, sum hevur verði brúkt tey seinnu árinið í Norðurkorea. Tað merkir stutt sagt "herurin fyrst" og hevur havt tað við sær at herurin er voksin seinnu árini og hevur fingið meira ressorsir at ráða yvir.

Eingin veit serliga nógv um ein av seinastu kommunistisku skansunum, norðurkoreanska Kim Jong-il. Hann verður so at siga bert avmyndaður av norðurkoreanskum statsmiðlum og altíð í eins klæðum og brillum. Norðurkorea hevur í áravís verið mett sum ein tann størsta hóttanin móti vesturheiminum, og óteljandi altjóða royndir eru gjørdar at steðga eitt nú ætlanunum við kjarnorkuvápnum hjá Kim Jong-il. Sum lukkað land er torført at siga nakað fyri vist, men ágangur, torturur og ekstremt fátækradømi er gerandisdagur í Norðurkorea.

Norðurkorea og Suðurkorea hava ikki sitið væl um sátt síðani Koreakríggið fyrst í fimmtiárunum, og londini hava ongantíð avtalað at binda frið.

Politiskir flokkar

Koreanski Arbeiðaraflokkurin sum hevur dominerandi politiska makt. Aðrir flokkar eru Chindokio Chongu flokkurin og Koreanski Social-demokratiski flokkurin. Hesir flokkar eru í tjóðskaparligari fylking saman við Koreanska Arbeiðaraflokkinum.

Sí eisini