Munurin millum rættingarnar hjá "Evangelium"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
JAnDbot (kjak | íkøst)
s r2.6) (bottur leggur aftrat: vep:Evangelii
sNo edit summary
Linja 3: Linja 3:


== Orðið ==
== Orðið ==
[[Orð]]ið "evangelium" kemur frá forngriska ευανγγέλιον, sum merkir góð ("εύ") tíðindi ("ανγγελίον"). [[Orð]]ið var fyrst og fremst nýtt av rómverska keisaraveldinum, tá ið ein nýggjur [[keisari]] varð settur. Evangelii, góð tíðindi, vóru send runt alt ríkið, at boða frá hesi hending. Tey fyrstu [[Kristindómur|kristnu]] brúktu hetta [[orð]]ið fyri at boða at tann, í teirra eygum, veruligi [[keisari]]n, Kongur konganna, [[Jesus]] var føddur.
[[Orð]]ið "evangelium" kemur frá forngriska ευανγγέλιον, sum merkir góð ("εύ") tíðindi ("ανγγελίον"). [[Orð]]ið var fyrst og fremst nýtt av rómverska keisaraveldinum, tá ið ein nýggjur [[keisari]] varð settur. Evangelii, góð tíðindi, vóru send runt alt ríkið, at boða frá hesi hending. Tey fyrstu [[Kristindómur|kristnu]] brúktu hetta [[orð]]ið fyri at boða at tann, í teirra eygum, veruligi [[keisari]]n, Kongur konganna, [[Jesus]] var føddur. Í [[2. øld]] fekk tað týdningin eitt skjal, sum í [[Nýggja Testamenti|N.T.]] sigur frá Jesu orðum og gerðum, til dømis Lukasar evangelium.


== Synoptisku evangeliini ==
== Synoptisku evangeliini ==

Endurskoðan frá 7. des 2012 kl. 09:46

Evangeliið eftir Markus.

Evangelium er heitið, sum kristna frumkirkjan gav bókum, sum vórðu skrivaðar um lív Jesusar. Tey fýra kanonisku evangeliini eru tey eftir Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes.

Orðið

Orðið "evangelium" kemur frá forngriska ευανγγέλιον, sum merkir góð ("εύ") tíðindi ("ανγγελίον"). Orðið var fyrst og fremst nýtt av rómverska keisaraveldinum, tá ið ein nýggjur keisari varð settur. Evangelii, góð tíðindi, vóru send runt alt ríkið, at boða frá hesi hending. Tey fyrstu kristnu brúktu hetta orðið fyri at boða at tann, í teirra eygum, veruligi keisarin, Kongur konganna, Jesus var føddur. Í 2. øld fekk tað týdningin eitt skjal, sum í N.T. sigur frá Jesu orðum og gerðum, til dømis Lukasar evangelium.

Synoptisku evangeliini

Tey fyrstu trý evangeliini, Matteus, Markus og Lukas, verða rópt tey synoptisku evangeliini, tí tey eru í stóran mun bygd á hvørt annað. Í støðum sitera tey hvørt annað beinleiðis, í øðrum førum sitera og leggja tey ymiskt aftrat ella takað ymiskt burtur. Ymiskar teoriir eru um hvussu hendan ritstjóran er farin fram. Spurningurin um hesa ritstjóran verður róptur synoptiski trupulleikin. Summi vísa til eina ókenda keldu, kallað Q (stytting av týska orðinum "Quelle", sum merkir kelda), sum evangelistarnir bygdu sína skriving á. Flest allir granskarar eru samdir um, at evangeliið hjá Markus var tað fyrsta, sum varð skrivað. Sambært summum kemur síðani Matteus og so Lukas. Ósemja er um nær synoptisku evangeliini vórðu skrivað, men vanligt er at siga, at tað eftir Markus varð skrivað í 50-60, Matteus umleið 70 og Lukas umleið 80.

Jóhannes

Flest allir granskarar eru samdir um, at evangeliið eftir Jóhannes var tað seinasta evangeliið, sum varð skrivað. Hetta tí, at Jóhannes hevur mest mentu gudfrøðina av øllum evangeliunum. Granskarar meta at Jóhannesar evangeliið varð skrivað í 90-100.

Onnur evangeliir

Tað vóru nógv onnur evangeliir skrivað enn tey fýra kanonisku. Tað kendasta av hesum er óivað tað eftir Tummas. Onnur eru tey eftir Mariu Magdalenu, Pætur, Jákup og Judas, millum annað. Nógv av hesum høvdu sín uppruna í gnostisku rørslunum, sum tóku seg upp í 2. øld e.Kr. So at siga allir granskarar eru samdir um, at hesi evangeliir ikki eru søguliga eftirfarandi.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið