Munurin millum rættingarnar hjá "Franska Kollveltingin"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
EmausBot (kjak | íkøst)
s r2.7.3) (bottur broytur: la:Res novae Francicae
Linja 50: Linja 50:
[[eo:Franca revolucio de 1789]]
[[eo:Franca revolucio de 1789]]
[[es:Revolución francesa]]
[[es:Revolución francesa]]
[[et:Suur Prantsuse revolutsioon]]
[[et:Prantsuse revolutsioon]]
[[eu:Frantziako Iraultza]]
[[eu:Frantziako Iraultza]]
[[fa:انقلاب فرانسه]]
[[fa:انقلاب فرانسه]]

Endurskoðan frá 1. des 2012 kl. 03:30

Málningur við motivi frá fronsku kolleltingini, álop á Bastilluna

Tann franska kollveltingin er ein stórhending í tí fronsku søguni. Kollveltingin var í tíðarskeiðnum 1789-1799. Tað byrjaði tann 17. juni, tá umboðini fyri borgararnar (triðja stættin), saman við aðalinum, gjørdu uppreistir. Tað var tá ið kongur ætlaði at leggja skatt, á allir tríggir stættirnar. Aðalin vildi minka um kongsins vald, og stevndi tí tjóðartinginum á fund. Sjáldan vóru allir tríggir stættirnir samlaðir á tingfundi, og triðji stættur var oftast í minna tali, men hesa ferð var øðrvísi. Oddamennirnir í triðja stætti slóu nevan í borðið. Tey høvdu borgarir í París við sær, og tann 14 juli byrjaði stormurin á, og hertøkan av Bastilluni. Og í 1793 valdaði ræðuligt óskil í Fraklandi. Kongadømi varð tikið av, og lýðveldi stovnað. Samanborið við onnur kríggj, vórðu ikki so nógv avrættað gjøgnum tað fronsku kollveltingina. Tað er trupult at siga akkurát hvussu nógv mistu lívið, men tey siga, at har vóru uml. 30-40.000 fólk sum doyðu, og 10.000 av teimum doyðu í fongslinum.

Ludvík 14. kongur

Franska samfelagið var býtt í tríggjar stættir. Hesar stættir høvdu áður verið savnaðar á einum stættartingi, men í 17. øld hevði kongur tikið ræðið. Skattur, lógir og alt um kríggj og friðarsamráðingar hevði hann um hendi. Í 1660 ráddi Ludvík 14. kongur yvir 24 milliónum fólkum. Um hesa tíðina vóru bara 5. mió fólk í Bretlandi, og um 4000 fólk í Føroyum. Frakland var eitt sera fínt í búgvið land, við nógvum lærdum fólki. Einaveldið var sterkast, tá Ludvík 14. sat við ræðið. Hann helt fast, við at hann hevði fingið valdið beinleiðis frá Gudi. Ludvík 14. dámdi best at liva í marglæti og stuttleika. Hovfólkið hjá Ludvíki 14., kappaðist um at gera kongi best, so tey møguliga kundu fáa týdningarmikil størv. Hóast tað, til tíðir, var hart og ikki stuttligt, so gjørdi tey sítt besta, og kappaðust um at fáa loyvi at sita við borðið hjá kongi.

Stættir

Í Fraklandi vóru borgararnir býttir í tíggjar stættir. Hesar stættirnar vóru kallaðar 1., 2. og 3. stættir. Í 1. stætti er kongurin, og í 2. stætti er aðalin og prestarnir. Í 3. stætti vóru handilsfólk, bóndar og ídnaðararbeiðsfólkini. Stættirnir verða lýstir í eini pyramidu, har kongur er ovastur, og síðani koma 2. og 3. stættur. Tað sum er hugskotið við tí, er at vísa tað, at tey sum eru uppi yvir tær í pyramiduni ráða yvir tær, og harafturímóti, tey sum eru undir tær, ræðir tú yvir. Stættamunur varð í nógvum londum, men áðrenn fronsku kollveltingina var Frakland tað besta dømi um stættarmun.

Avrættingin

Avrættingin av Ludvíki 16. fór fram á torginum sum nú eitur Place de la Concorde

Ein kaldan morgun í januar 1793, varð Ludvík 16. koyrdur á avrættingarpallin á Place de la Revolution (Place de la Concorde). Vápnaðir hermenn fylgdu vogninum, og á avrættingarpallinum stóðu fólk við trummum til reiðar at doyva rópini frá kongstrúgvum viðhaldsfólki. Handlarnir vóru latnir aftur, og á gøtunum stóðu fólk tigandi og hugdu at. Presturin sigur frá, at tá ið fylgið kom til avrættingarstaðið, steig Ludvík treystliga upp á pallin og segði: ,,Eg eri sakleysur, men eg fyrigevi teimum, sum hava dømt meg’’. Nú hoyrdist trummusláttur, og kongur varð drigin upp í giljotinuna, undir knívin, fólk vórðu hálshøgd við. Í einum høggi varð høvdið av, og har gjørdist deyðatøgn. Aftaná eina løtu rungaðust rópini, og tað ljóðaði: Leingi livi lýveldið. Tey fóru nú at dansa um pallin, og øll sungu tjóðsangin.

Keldur

  • Heimssøga 1 (Bók)
  • Heimssøga 2 (Bók)

Slóðir úteftir