Munurin millum rættingarnar hjá "Google"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
JYBot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (Bottur: Broytir ar:جوجل til ar:غوغل
Dinamik-bot (kjak | íkøst)
s r2.6.2) (Bottur: Broytir ar:غوغل til ar:جوجل
Linja 16: Linja 16:
[[am:ጉግል]]
[[am:ጉግል]]
[[ang:Google]]
[[ang:Google]]
[[ar:غوغل]]
[[ar:جوجل]]
[[arz:جوجل]]
[[arz:جوجل]]
[[as:গুগল]]
[[as:গুগল]]

Endurskoðan frá 27. nov 2012 kl. 06:12

Logo.

Google er ein amerikansk leitisíða. Navnið "Google" kemur frá orðinum Googol, ið vísir til talið 1 við 100 nullum aftanfyri. Sagnorðið "to google" varð tikið við í Oxford English Dictionary í 2007. Nær orðið kemur við í ta føroysku orðabókina, er ilt at siga. Google hevur eina vaktartænastu, ið alla tíðina heldur eygað við, um nøkur tílík síða verður løgd á netið.

Høvuðssæti er í Mountain View, Santa Clara County í Kalifornia.

Google hevur forvunnið risa peningaupphæddir síðan tað varð stovnað í 1999. Peningurin fer tó ikki bert til teir báðar stovnararnar, men eisini til gerandisdagin hjá starvsfólkunum. Tað er tíðarritið Fortune, ið hevur staðið fyri heiðrinum av Google, ið klárt legði seg á odda av teimum 445 fyritøkunum, ið høvdu tilmeldað seg til kappingina. Google varð vald sum tann besta fyritøkan at arbeiða fyri, tí ágóðarnir og mentanin ið fyritøkan hevur skapt, hevur skúgvað allar aðrar til viks, sigur Lee Clifford, blaðstjóri á Fortune Magazine.

Tey ónevndu starvsfólkini, ið hava tikið lut í kanningini greiða frá heilt óvanliga góðum arbeiðsumstøðum á Google. Listin er nærum óendaligur, tá talan er um ymiskar ágóðar, ið standa starvsfólkunum í boði. Høvuðsskrivstovan í Mountain View í Kalifornia hevur ikki færri enn 10 gourmet-matstovur, umframt ein hóp av snacks- og kaffibarrum.

Starvsfólkini verða bjóðað ókeypis bussamband við teimum 5 bussunum, ið koyra á 5 ymsum farleiðum í økinum. Hava tey egnan bil verður oljan skift og bilurin vaskaður á arbeiðsplássinum. Og skal bilurin skiftast út, rindan Google prísmunin, um tú velur ein umhvørvisvinarligan bil, ið kostar nakað meira enn ein vanligur bilur.

Av øðrum tænastum ið starvsfólkini hjá Google standa í boði kunnu verða nevnd t.d. hárfríðkan, klædnavask, vøddamýking, heilsumiðstøð við 5 læknum o.m.a. Er talan um barsil, syrgir Google fyri útberan av mati til familjuna, so at øll orkan fer til at hjúkla um tað lítla barnið. Tað er ikki nógv ið telur niðureftir, men skal nakað nevnast, so halda onkur starvsfólk, at arbeiðsplássið Google hevur í so nógvar "nørdar" í starvi.