Munurin millum rættingarnar hjá "Hawaii"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
LaaknorBot (kjak | íkøst)
s r2.7.3rc2) (bottur leggur aftrat: ay:Hawaii
s r2.6.5) (bottur broytur: ay:Hawaii suyu
Linja 298: Linja 298:
[[arz:هاواى]]
[[arz:هاواى]]
[[ast:Hawaii]]
[[ast:Hawaii]]
[[ay:Hawaii]]
[[ay:Hawaii suyu]]
[[az:Havay]]
[[az:Havay]]
[[bar:Hawaii]]
[[bar:Hawaii]]

Endurskoðan frá 25. nov 2012 kl. 07:55

Flagg Skjøldur
Land: USA USA
Alment mál: Hawaiianskt, Enskt
Høvuðsstaður: Honolulu
Størsta býur: Honolulu
Innlima: 21. august 1959
Guvernørur: Neil Abercrombie (D)
Stødd: 29,311 km²
Fólkatal (2011): 1 374 810
fyri km²: 72.83/km²
Tíðarzona: UTC -10
Heimasíða: Hawaii.gov

Hawaiioyggjar (Hawaiianskt; Mokuʻāina o Hawaiʻi, Enskt; State of Hawaii) er ein lutstatur í Sambandsríki Amerika við 1,3 miljónum innbúgvum (2011). Størsti býur og høvuðsstaður er Honolulu. Almennu málini eru tvey í tali, hawaiianskt og enskt. Í 8. øld nomu polynesar land á Hawaii. Enn búgva nógvir eftirkomarar teirra har. Hawaiioyggjar vóru til ár 1900 frælst kongaríki, men gjørdust tá tjóðveldi og komu í ríkisfelagskap við USA. Í 1950 gjørdust tær 50. veldið í USA. Flest fólk búgva á Oahu, men størsta oyggin er Hawaii. Mesta fólkið er samankomið úr ymsum heraldshornum - amerikanar, kinesar og japanar eru flestir í tali.

Á Hawaii dyrka tey nógv ananas, sukur og kaffi.

Søga

Kamehameha I, 1816.

Á O'ahu og øðrum oyggjum, sum polynesar búsettu seg á, var fruktagott og gott landbúnaðarlendi. Teir búsettu seg á summum oyggjum og dyrkaðu kokosnøtur, epli, bananir og tero, og veittu vatn á markirnar. Hawaiianar sigldu í kanoskapaðum bátum til fjarskotnar oyggjar. Bátarnir høvdu tvinnanda kjalir, sum vórðu bundir saman. Bátarnir høvdu eisini árar og segl. Teir førdu konufólk, menn og børn umframt bæði plantur, dýr og fræ, sum fólk høvdu fyri neyðini, tá ið tey skuldi seta búgv á oyggjunum, tey komu til. Hawaiianar vóru sjáldsama skilagóðir og dugnaligir sjómenn. Teir sigldu eftir stjørnunum ógvuliga langar leiðir, og miðjaðu seg eftir ætt og alduskoti.

Teir, sum vóru við James Cook (1728-1779) á triðju rannsóknarferð hansara, vóru fyrstu evropearar, sum komu til Hawai'i. Tá ið teir komu hagar, varð tikið ímóti Cook, sum var hann ein gudur, men aðru ferð, hann vitjaði oyggjarnar, gjørdist ósemja, og ein dagin, tá ið James Cook keglaðist við Hawaiibúgvar í Kealakekua, varð hann dripin.

Í 1959 vórðu Alaska og Hawaii 49. og 50. landið í USA.

Hendingarøð

Landalæra

Hawaii liggur í Kyrrahavinum. Oyggjarnar eru 20 í tali, men bara sjey eru bygdar. Átta tær størstu oyggjarnar í Hawaii eru einar 4.000 km í ein útsynning úr San Francisco, Kalifornia. Tann størsta oyggin eitur Hawaii, og høvuðsstaðurin eitur Honolulu. Hawaiioyggjar eru av gosgróti. Gosfjøllini hava verið mong, men nú er bara lív í tveimum. Hesi bæði rúka í heilum og taka stundum á at goysa, men eru tó vandaleys at búgva við. Uppi á gosfjøllunum standa ferðamannaheim, sum eru fullsett við ferðafólk alt árið. Tey vilja fegin á myrkari nátt síggja niður í eitt gløðandi gosop, og um dagin njóta tað fríða útsýnið av fjøllunum. Hægsta fjallið er 4.207 metrar.

Hawaiioyggjar eru stutt norðan fyri ekvator (miðkring), og tí kundu vit hildið, at veðurlagið var heitt og kvalið; men so er ikki. Tað finst valla fagrari og frískligari veðurlag, tí havvindarnir svala so væl, so at sumrini eru ikki heitari enn tey við Miðjarðarhavið og vetrarnir nakað sum summar í Norðurtýsklandi. Tað frálíka veðurlagið og tann fruktagóða jørðin gera, at mong fólk huga sær væl at búgva í oyggjunum. Hægsta fjallið er 4.207 m. høga gosfjallið Mount Kea.

Flotahavnin Pearl Harbour er gitin frá Seinna heimskríggi.

Jarðfrøði

Hawaii eru 132 gosoyggjar. Flestu gosfjøll eru á kantinum á meginlandaplatunum, sum jarðarskorpan er býtt sundur í. Hesi gosfjøllini verða soleiðis til, at groyti spríkir upp ígjøgnum ein gosháls og haðan upp ígjøgnum rivur í havbotninum. Tá ið pláturnar í jarðarskorpuni flyta seg uppi yvir einum tílíkum goshálsi, verða nýggj gosfjøll til. Nú er goshálsurin undir oynni Hawaii.

Oyggjar

Navn á oyggjunum (enskt heiti).
Navn
(hawaiianskt upprunaheiti)
Vídd Íbúgvatal (2011) Íbúgvatættleiki Hægsti staður Hædd
Hawai'i 10,432.5 km2 185,079 17.7407/km2 Mauna Kea 4,205 m.
Maui 1,883.4 km2 144,444 76.692/km2 Haleakalā 3,055 m.
O'ahu 1,545.4 km2 953,207 616.78/km2 Mount Kaʻala 1,220 m.
Kua'i 1,430.5 km2 66,921 46.783/km2 Kawaikini 1,598 m.
Moloka'i 673.4 km2 7,345 10.9074/km2 Kamakou 1,512 m.
Lānaʻi 363.9 km2 3,135 8.615/km2 Lānaʻihale 1,026 m.
Niʻihau 180.0 km2 170 0.944/km2 Mount Pānīʻau 381 m.
Kahoʻolawe 115.5 km2 0 0/km2 Puʻu Moaulanui 452 m.
Ni'hoa 0.69 km2 0 0/km2 Miller's Peak 272 m.
Mokumanamana 182,890 m2 0 0/km2 84 m.
Kānemilohaʻi 24.891 ha 10 La Perouse Pinnacle 37 m.
Pūhāhonu 24,030 m2 0 0/km2 52 m.
Nalukākala 1,935 km2 0 0/km2
Kauō 4.11 km2 0 0/km2 15 m.
Papaʻāpoho 1.5 km2 0 0/km2 12 m.
Holoikauaua 35.998 ha 0 0/km2
Pihemanu Kauihelani 6.2 km2 40 13 m.
Mokupāpapa 86.237 ha 0 0/km2

Størsti býir

KiheiKahuluiMililani TownWaimaluPearl City (Hawaii)WaipahuKaneoheKailuaHiloHonolulu

Búskapur

Bøndurnir á Hawaiioyggjum velta sukurrør og ananas. Nógv ferðafólk koma alt árið til oynna Mavi og hinar Hawaiioyggjar. Ferðafólkið er nógv, sum hagar kemur, og mong eru tey, sum liva av at taka ímóti teimum. Tey arbeiða á ferðamannastovum, gistihúsum, handlum og gera smálutir at selja teimum mongu ferðamonnum, sum við flogførum og stórum skipum koma yvir um hav at sóla sær við strendurnar og at bólta sær í Kyrrahavinum.

Fólkið

Tað búgva 1,3 mió. fólk í oyggjunum. Upprunaliga búðu har bara polynesarar, men nú eru teir ikki óblandaðir, tí fólk úr øllum ættum eru komin hagar. Fjøldin av teimum er japanarar, amerikanarar, filiparar, kinesarar o.a., og allir liva teir í góðari semju sum eitt fólk. Av upprunafólkinum eru bara eini 20 000 eftir. Nógv fólk úr USA kemur eisini til oyggjarnar at halda frí.

Fólkatalsfrøði

1900 1910 1920 1930 1940 1950 1960 1970 1980 1990 2000 2007
154,001 191,874 255,881 368,300 422,770 499,794 632,772 769,913 964,691 1,108,229 1,211,537 1,283,388




Myndasavn

 USA