Munurin millum rættingarnar hjá "Kentucky"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
EmausBot (kjak | íkøst)
s r2.7.2+) (Bottur: Broytir tl:Kentaki til tl:Kentucky
LaaknorBot (kjak | íkøst)
s r2.7.3rc2) (bottur leggur aftrat: ay:Kentucky suyu
Linja 68: Linja 68:
[[arz:كنتاكى]]
[[arz:كنتاكى]]
[[ast:Kentucky]]
[[ast:Kentucky]]
[[ay:Kentucky suyu]]
[[az:Kentukki]]
[[az:Kentukki]]
[[bar:Kentucky]]
[[bar:Kentucky]]

Endurskoðan frá 22. nov 2012 kl. 03:56

Flagg Skjøldur
Land: USA USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Frankfort
Størsta býur: Louisville
Innlima: 1. juni 1792
Guvernørur: Steve Beshear (D)
Vídd: 104 749 km²
Íbúgvar (2006): 4,041,769
fyri km²: 39.28/km²
Tíðarsona: UTC -5/-4
Heimasíða: www.kentucky.gov

Samveldið Kentucky (enskt: Commonwealth of Kentucky) er lutstatur í Sambandsríki Amerika við umleið 4 mió. íbúgvum. Høvuðsstaðurin er Frankfort og størsti býurin er Louisville. Í norðri hevur hann mark við Indiana og Ohio, í eystri við West Virginia og Virginia, í suðri við Tennessee, og í vestri við Illinois og Missouri.

Eyknevni hansara er Blágrasstaturin (enskt: Blue Grass State).

Søga

Indiánarnir

Í Kentucky fóru fólk at velta jørðina og dyrka ymiskar plantur, sum vuksu har. Hesin nýggi vinnuvegurin, at fólk dyrkaðu matin og ikki bara veiddu og savnaðu hann, hevði stóra framgongd við sær fyri adenafólkið í Norðurkentucky. Adenafólkið búði fram við Ohioá, tey veiddu savnaðu plantur og dyrkaðu til dømis mais, bønir, sólblómur og grasker [1], og tey búðu saman í smáum bygdum.

Adenafólkið var fyrsta fólk í USA, sum reisti stórar gravheyggjar, har teir persónar, ið høvdu havt at siga í samfelagum, vóru gravsettir [2]. Inni í gravheyggjunum vóru smá vanlig kømur við leirklíndum veggjum og stór kømur, bróstað, har líkini lógu. Við sær í grøvina fingu tey deyðu m.a. kopararmbond, úthøgdar steintalvur og útskornar tubbakspípur, sum høvdu verið nýttar um roykihøgtíðir. Adenahúsini vóru úr 4 m. upp í 10 m. í tvørmáti. Veggirnir vóru av stólpum, sum vórðu bundnir saman við greinum. Reisingin var strýtuskapað og takt við børki. Eldstaðurin var á miðjum gólvi.

Keldur

  1. http://www.answers.com/topic/adena-culture
  2. http://www.cabrillo.edu/~crsmith/adena.html

Sí eisini

 USA

Fyrimynd:Link FA