Munurin millum rættingarnar hjá "Alaska"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Synthebot (kjak | íkøst)
s r2.6.4) (bottur broytur: zh-yue:阿拉斯加州
EmausBot (kjak | íkøst)
Linja 148: Linja 148:
[[ja:アラスカ州]]
[[ja:アラスカ州]]
[[jv:Alaska]]
[[jv:Alaska]]
[[ka:ალასკა (შტატი)]]
[[ka:ალასკა]]
[[kk:Аляска штаты]]
[[kk:Аляска штаты]]
[[kn:ಅಲಾಸ್ಕ]]
[[kn:ಅಲಾಸ್ಕ]]

Endurskoðan frá 21. nov 2012 kl. 10:49

Flagg Skjøldur
Mynd:Alaskastateseal.jpg
Land: USA USA
Alment mál: Onki
Høvuðsstaður: Juneau
Størsta býur: Anchorage
Innlima: 3. januar 1959
Guvernørur: Sean Parnell (R)
Vídd: 1,717,855 km²
Íbúgvar (2011): 710 231
fyri km²: 0.42/km²
Tíðarzona: UTC -9, UTC -10
(Aleutoyggjar)
Heimasíða: www.alaska.gov

Alaska er ein lutstatur í USA við umleið 710 túsund íbúgvar. Alaska, sum USA keypti frá Russlandi í 1867, er stórt land, dupult so stórt sum Noreg og Svøríki tilsamans. Sean Parnell (føddur 19. november 1962 í Hanford, Kalifornia) er guvernørur. Hann umboðar republikanararnar.

Nú verða flogførini mest brúkt til flutning, men enn dámar alaskamonnum væl at koyrakapp við hundasleðum, og í støðum verða tær eisini brúktar til at flyta varu við.

Landafrøði

Tað mesta av tí er fjallalendi, og har er hægsta fjallið í Norðuramerika, Mount Mac Kinley, 6187 m. Norðuri við Íshavið og fram við áunum er slætt. Veðurlagið er kalt uttan úti við vesturstrondina. Fram við norðurstrondini er tundralendi, men sunnari vaksa heilt stórir nálaskógir.

Størsta áin eitur Yukon, og høvuðsstaðurin er Juneau.

Søga

Um ár 1890 funnu teir gull í landinum, og tá fór nógv fólk hagar at leita eftir gulli. Men enn eru tó bara 710 000 fólk í øllum landinum. Í 1959 fekk landið rætt at teljast upp í hini ríkini.

Hendingarøð

Upprunafólkið

Í landinum búðu, tá ið teir hvítu komu hagar, indiánar og eskimoar. Helst hava fólk verið í Alaska frá um 10.000 f.Kr. Fornfrøðingar hava funnið eina 11.500 ára gamla barnagrøv í einum steinaldar búplássi mitt í Alaska. Í grøvini, sum er millum nøkur trø beint við eina á, vóru brendar leivdir av einum barni. Barnið var millum eitt og trý ára gamalt, tá tað doyði fyri 11.500 árum síðani. Hetta eru elstu leivdirnar av menniskjum í hesum partinum av Amerika. Staðið har grøvin er kallast Upward Sun River, og tí hevur barnið fingið navnið Xaasaa Cheege Ts’eniin, sum merkir "Upward Sun River Mouth Child" [1].

Tennirnar hjá barninum vísa, at tað er í ætt við indiánarar og fólk úr Eysturásia. Granskarar hava enn ikki staðfest hvat kyn barnið er, tí leivdirnar eru ov illa farnar í eldinum. Amerika og Eysturásia eru á dag skild sundur við einum smølum firði, men tað hava tey ikki altíð verið. Fara vit 14.000 ár aftur í tíðina, so vita vit, at havstøðan var lægri enn hon er í dag. Og tí hava stór øki, sum í dag er hav, verið land tá. Fólk hava tí kunnað ferðast úr Eysturásia til Norðuramerika at búseta seg. Long tíðarskeið í forsøguligari tíð lógu stórir partar av Norðuramerika og Eysturásia undir í ómetaliga tjúkkum ísi, kava og jøklum. Hesi køldu tíðarskeiðini, kalla ístíðir, vóru 100 000 hvørt ár. Ímillum hvørja ístíð var veðurlagið lýggjari í eini 20 000 ár. Tann síðsta ístíðin kom 110 000 ár f.Kr. og var av umleið 13 000 f.Kr. So nógvur sjógvur frysti, at høvini fjarðaðu einar 90 m. Tað hevði við sær, at landfast gjørdist ímillum meginlond, sum havið áður hevði skilt sundur, til dømis lá turt tað grynsta ímillum Alaska og Russland, har Beringssund nú er.

Veiðifólk, sum høvdu búsett seg í Eysturásia fluttu um 13 000 f.Kr. til tað, ið nú er Alaska. Eftir um 12 000 f.Kr. fløddi aftur, og havið stongdi leiðina um Beringsund fyri niðursetufólkunum úr Ásia. Tey fóru longri og longri suður ígjøgnum USA og haðan til Suðuramerika.

Búskapur

Umframt gull eru fleiri onnur málmsløg at finna, og hartil bæði kol og olja. Viði høgga teir væl av, og fiskur er nógvur at fáa, helst laksur, men tað er eisini nógv til av toski og kalva. Sitka, ein av høvuðsbýunum í Suðuralaska, varð bygdur í árinum 1804. Hann liggur á Baranofoynni og er í dag heimsins fremsta laksahavn.

Samferðsla

Nógvur legst kavin í Alaska, og fyrr mátti farast millum bygdir við hundasleðu. Torført er at ferðast, og tí hava teir bygt nógvar flogstøðir seinnu árini, so at nú verða flogfør ógvuliga nógv brúkt, bæði til at flyta fólk og varu. Í Anchorage setast tey stóru flogførini, sum flúgva millum Evropa og Ásia tvørtur yvir Norðpólinum. 10 tímar tekur ferðin úr Keypmannahavn til Anchorage og 8 tímar haðani til Tokyo, Japan.

Fyri at gera ferðalíkindini betri millum Alaska og hin partin av USA, hava teir lagt veg norður ígjøgnum Kanada, so nú ber til at koyra við bili, ið hvussu er um summarið. Her skulu vit nevna, at markið millum Kanada og USA, sum gongur 49 breiddarstigi vestur frá vøtnunum, ikki verður vart, so sum gjørt verður millum flest onnur lond. Har eru eingir tollarar ella vaktarmenn, og fólk kunnu fara um markið, sum teimum lystir.

Keldur

  1. http://www.dailymail.co.uk/sciencetech/article-1360405/Scientists-make-historic-discovery-11-500-year-old-toddler-Xaasaa-Alaska.html

 USA

Fyrimynd:Link FA