Munurin millum rættingarnar hjá "Washington DC"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
EmausBot (kjak | íkøst)
Linja 131: Linja 131:
[[eu:Washington]]
[[eu:Washington]]
[[ext:Washington D.C.]]
[[ext:Washington D.C.]]
[[fa:واشینگتن، دی.سی.]]
[[fa:واشینگتن، دی. سی.]]
[[fi:Washington (DC)]]
[[fi:Washington (DC)]]
[[fiu-vro:Washington]]
[[fiu-vro:Washington]]

Endurskoðan frá 16. nov 2012 kl. 22:54

Flagg Skjøldur
Mynd:Seal-DC.png
Land: USA USA
Vídd: 177,0 km²
Fólkatal (2011): 617 996
Fólkatættleiki: 3,886/km²
Heimasíða: www.dc.gov

Washington, D.C. (alment District of Columbia) er høvuðsstaður í USA, og hevur umleið 620 000 íbúgvar. Hann varð bygdur til høvuðsstað, eftir at landið varð sjálvstøðugt, og stendur beinleiðis undir felagsstjórnini. Hann er vakur býur við prýðiligum bygningum og vakstrargørðum. Vegirnir eru breiðir og beinir. Borgin, sum kongressin kemur saman í, eitur Capitol. Amerikanska kongressin hevur tvey kømur: Umboðsmannatingið og Senatið.

Washington DC varð grundaður 16. juli 1790. Býurin bleiv doyptur Washington 9. septembur 1791 eftir George Washington forseta. Navnið hevur tveir partar: Washington (ein býur) og District of Columbia ella DC. Stjórnin í USA heldur til í Washington DC, har forsetin og húski hansara búgva í Hvítu Húsunum. Her hava teir húsast t.d. George Washington, Thomas Jefferson, Abraham Lincoln, Theodore Roosevelt, John F. Kennedy, Jimmy Carter, Ronald Reagan, Bill Clinton, George W. Bush og Barack H. Obama.

Í 1790-1791 samtykti amerikanska tingið lógirnar at fáa skipað ein høvuðsstað í øllum USA. Men tingið vildi sleppa undan ósemju millum londini um, hvar hann skuldi vera. So tá ið George Washington, forseti, hevði valt økið til høvuðsstaðin, sum varð nevndur eftir honum, fekk býurin og lendið serstøðu í samveldinum; District of Columbia, stytt DC. District of Columbia er tí ikki eitt land í USA.

Fólkið í Washington D.C. hevur valrætt til umboðsmannatingið, men tingmenn teirra hava ikki atkvøðurætt.

Fólkið

Fólkateljingar

Tann fyrsta januar 2011 var fólkatalið í DC 601 657. Hetta er ein vøkstur upp á 29 598 síðani 2000. Meginparturin av fólkinum er afroamerikanarar (50,7 %), og eini 38 % eru hvítar.

1800 1830 1850 1880 1900 1930 1960 1980 2000 2011
8 144 30 261 51 687 177 624 278 718 486 869 763 956 638 333 572 059 601 723




Myndasavn

Vinarbygdir

Gana Accra, Gana
Grikkaland Athen, Grikkaland
Teiland Bangkok, Teiland
Fólkalýðveldið Kina Beijing, Fólkalýðveldið Kina
Kongo Brassaville, Kongo
Belgia Brussel, Belgia
Fólkalýðveldið Kina Chongqing, Fólkalýðveldið Kina
Senegal Dakar, Senegal
Frakland Paris, Frakland
Suðurafrika Pretoria, Suðurafrika
Suðurkorea Seoul, Suðurkorea
Stóra Bretland Sunderland, Stóra Bretland

Sí eisini

 USA

Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA