Munurin millum rættingarnar hjá "Aksel V. Johannesen"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Topper 1 (kjak | íkøst)
Umsett norsku wiki-síðuna
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 10. nov 2012 kl. 12:34

Aksel Vilhelmsson Johannesen (føddur 8. november 1972 i Klaksvík) er advokatur og politikari fyri Javnaðarflokkin.

Á løgtingsvalinum 2008 varð Aksel Johannesen 1. varamaður á tingi fyri Javnaðarflokkin, og møtti stundum, serliga fyri Andrias Petersen. Hann varð landsstýrismaður í heilsumálum tann 16. juli 2009, tá John Johannessen ikki tók av at verða landsstýrismaður eftir Hans Paula Strøm.[1] Hann fór frá sum landsstýrismaður í heilsumálum og tók við landsstýrismaður í fíggjarmálum 21. februar og gjørdist formaður fyri Javnaðarflokkin tann 5. mars 2011. 6. apríl sama ár varð hann varaløgmaður. Høvuðsuppgávan hjá honum sum formanni var at endurreisa flokkin til næsta løgtingsval. [2] 14. november 2011  skifti landsstýrið, og kom Javnaðarflokkurin ikki í landsstýrið. Aksel Johannesen varð tá formaður á tingi fyri Javnaðarflokkin.

Hann er cand.jur universitetinum í Keypmannahavn í 2004, og arbeiddi sum advokatur í Tórshavn síðan 2007 til hann varð landsstýrismaður. Hann er fyrrverandi formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag, har hann fyrr eisini hevur verið aktivur fótbóltsspælari.

Aksel V. Johannesen er sonur Vilhelm Johannesen.

Keldur

  1. Aksel V. Johannesen í landsstýrið
  2. Indberetning nr. 2/2011

Slóðir